mikudagur 3. januar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 2 - 3. januar 2007
Eftir avrættingina av Saddam Hussein er deyðarevsingin
bráddliga vorðin eitt mál, sum hevur fingið altjóða
áhuga. Um rættin hjá einum stati at taka lív. Hóast USA
og Europa eru sameind í mongum og saman útgera
tann sokallaða sivilieraða og upplýsta Vesturheimin,
so eru eisini diamentralir mótsetningar millum hesar
báðar heimspartar. Eitt av málunum, sum skilir teir, er
deyðarevsingin. Og hesin skilnaður kemur av álvara
til sjóndar, nú Bush hálovar avvrættingina, meðan ES
og europeiskir stjórnarleiðarar fordøma hana. USA
gongur inn fyri deyðarevsing. Europa er ímóti.
Tað er ikki so oftani, at slík prinsipiell mál megna at
koma at dagskránna her heima. Deyðarevsing hevur
so kortini víst seg at hava áhuga millum føroyskar
politikarar. Jóannes Eidesgaard, løgmaður eins og
tjóðveldistingmaðurin Tórbjørn Jacobsen hava greitt
fordømt hesa avrætting, tí hon stríðir ímóti deyða
revsing sum heild. Um somu tíð hevur formaður
Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannessen úttalað beint
øvugt, at rættvísi er framt við hesi avrætting.
Tíverri tykist tað sum tørvandi upplýsing og vitan
oftani er orsøk til, at eisini framstandandi politikarar
mistaka seg. Vit loyva okkum at gita, at formaður
Sambandsfloksins hevur verið ov skjótur við ”avtrekkj
aranum”, tá hann nú um dagarnar fegnaðist um
avrættingina av Saddam Hussein. Ì samrøðu við blaðið
í dag dregur hann so nakað í land og ger greitt, at hann
er ímóti deyðarevsing, men fastheldur, at rættvísi vann,
nú Saddam Hussein varð hongdur. Hetta kann tykjast
sum ella er eitt paradoks, ein mótsetningur, tí antin er
tú fyri ella ímóti deyðastraffi.
Vit hava á hesum stað gjøgnum mong ár gjørt okkara
støðu púra greiða í hesum máli og vilja bara staðfesta
hana her. Einstatur eigur ongantíð at taka sínar egnu
borgarar av døgum. Tað var tí eisini hugaligt, tá
oddagreinskrivarin á Dimmalætting herfyri tók í egnan
barm og viðgekk, at hann hevði mistikið seg, tá hann í
oddagrein skrivaði, at tað besta hevði verið, at Saddam
Hussein, tá hann varð tikin fagni, fekk kúluna alt fyri
eitt. Tvs. at blaðið tók undir við, at maðurin skuldi ikki
ein gang sleppa at verja seg í einum rættarmáli. Tað
átalaðu vit og ta átaluna tók Amnesty eisini til sín og
fanst at blaðnum. Úrslitið varð, at blaðstjórin viðgekk,
at hann hevði verið ov skjótur við ”avtrekkjaranum”.
Vit kunnu tí samanumtikið fegnast um, at almenna
orðaskiftið í kjalarvørrinum á hesum hendingum nú
eisini hevur fingið formannin í landsins størsta flokki
at draga í land eins og blaðstjórin á Dimmu gjørdi tað.
Eftir stendur so bara paradoksið hjá formanninum
um at vera ímóti deyðarevsing um somu tíð, sum
man heldur rættvísið sigraði við avrætting Saddam
Husseins. Hevur landsins størsti flokkur ikki eitt
problem við slíkum útmeldingum!
Sosialurin
Sambandsflokkurin
hevur ein trupulleika
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Í Sosialinum 28.12.06 undr
ast løgtingsmaðurin Finnur
Helmsdal yvir, at ongin
ella ov fá hava svarað Rúna
Rasmussen upp á tað, sum
Rúni alment hevur sagt um
politikk og átrúnað. Sipað
verður til eina samrøðu við
Heina í Skorini í Viku
skiftisblaðnum Sosialinum
1719. november 2006.
Rúni úttalaði seg í hes
um sambandi um ein
yvirskipaðan virðisfilosof
iskan spurning og setti
spurnartekin við, um tað er
rætt at sensurera meiningar
hjá fólki alt eftir, um
tær grunda seg á átrúna
ella eru meira verðsligar
meiningar – spurningurin
um at halda átrúnaðarlig
argument burtur úr poli
tikki ella ikki. Slíkir virðis
spurningar verða vanliga
ikki viðgjørdir í eini stjórn
arskipan. Tað verður sera
torført fyri ikki at sig ógjør
ligt at regulera tað við
lóg, sum liggur aftan fyri
politisku meiningarnar hjá
borgarunum í landinum.
Til tað, sum stóð í Dimma
lætting 27.12.06, er at siga, at
Finnur Helmsdal misskilur
allan samanhangin, sum
samrøðan inngongur í.
Rúni varð uppringdur av
einum tíðindamanni, sum
var áhugaður í fólkaat
kvøðuamboðnum í mun
til ætlanina hjá Jenisi av
Rana v.fl. at leggja sokall
aðu glíðibreytina í virðis
spurningum
til
fólka
atkvøðu. Rúni segði har,
at hesir virðisspurningarnir
hjá Jenisi av Rana v.fl. ikki
vóru nóg ítøkiligir til at
leggjast út til fólkaatkvøðu,
Tað var í tí sambandi, at
Rúni sum dømi vísti á, at
spurningurin um § 266b
hevði egnað seg betur at
farið til fólkaatkvøðu, tí
her var eitt ítøkiligt lógar
uppskot. Eg dugi ikki at
síggja, at Rúni Rasmussen
í hasari samrøðunu sigur
nakað um, um tað hevði
verið gott ella rætt at senda
§ 266b til fólkaatkvøðu ella
ikki. § 266b varð einans
nýtt sum eitt reint tekniskt
dømi í mun til eitt evni,
sum tíðindamaðurin sjálvur
borðreiddi við.
Við at átaka sær arbeiðið
sum skrivari í Stjórnarskip
anarnevndini hevur Rúni
Rasmussen ikki avskrivað
sær nakran demokratiskan
rætt til sum borgari at
gera brúk av sínum tali
frælsi. Í sínum arbeiði
sum skrivari hevur Rúni
Rasmussen bara víst seg
sum ein avbera loyalan,
gløggan og arbeiðssaman
medarbeiðara, og tað harm
ar meg tí almikið, at limir í
nevndini sáa iva um, hvørt
tað er rætt, at hann hevur
havt hetta starv.
Tríggir “tilburðir” í fjøl
miðlunum seinastu dag
arnar fáa meg at undrast
og øtast og vildu vakt ótta,
um eg ikki kendi skrift
irnar.
Etiski framsøgumaður tjóð
veldismanna, Finnur Helms
dal, viðger í bløðunum h.
27. og 28. januar ein ungan,
ágrýtnan og skilagóðum
hampamann, ið uttan iva øll,
ið kenna og hava starvast
saman við, hava alt gott
at bera. Viðgerðin skuldast
prát, Dimmalætting hevur
havt við hendan unga stjórn
málafrøðing, har teir m.
a. hava spurt hann, um §
266b burdi farið til fólka
atkvøðu. Niðurstøðan hjá
Finni er, at maðurin, vegna
svar síni, eitt annað prát,
ið Sosialurin hevði við
hann herfyri, og at hann
er persónligur trúgvandi,
ikki átti at verið skrivari í
Stjórnarskipanarnevndini.
Við øðrum orðum, so verður
her lagt upp til at sortera
fólk frá eftir hugsanum og
trúgv tað, sum í øðrum
londum
verður
nevnt
Berufsverbot.
Í Sosialinum fríggjadagin
lesa vit prát við ymisk
um nýggjársynski teirra
v. m. Her síggja vit hetta
sama ófrættakenda, sum í
døminum frá Finni. Fitt og
hugalig svar frá nøkrum,
meðan ótolsemi, hatur og
niðurgerðan merkja fleiri,
og uttan undantak eru hesi
frá fólkum, sum tóku lut í
kjakinum um § 266b, har
tey skuldsettu onnur fyri
m. a. ótolsemi. Ikki bert
eru svar teirra ein sjáldsom
andsøgn, men tey vekja
eisini eina ófrættakenda
kenslu og undran yvir, hvat
samfelag hesi, frá sálar
frøðingi yvir blaðfólk til
politikara, ynskja.
Triði tilburðurin var at
hoyra sjálvan nýggjársaftan
í almenna Útvarpi Føroya.
Har sótu tríggir gestir
saman við verti og tosaðu
um broytingina í § 266b.
Sum eitt óløgi legði tann
fyrsti av trimum tjóðveldis
monnunum fyri við at
samanbera føroyingar við
aðrari hugsan enn hansara
egnu um samband millum
átrúna og politikk, við teir,
sum í Miðeystri m. a. senda
seg sjálvan og onnur ósek
í deyðan bert fyri at vinna
fram politiskt. Og eingin
av hinum í útvarpsstovuni
mótmæltu hesari niður
gerðan av øðrvísi hugsandi
landsmonnum, hvørki gest
ir ella vertur!!!
Yvirskrift mín kundi eins
væl verið ein fyrispurningur
til øll hesi hann í Dimmu,
tey í Sosialinum og teir
í Útvarpinum, um nær
tey, heldur en at tosa um
tað, fara at vísa næsta
sínum tolsemi og virðing.
Ella um vit, ið hugsa øðr
vísi um m. a. § 266b og
viðurskiftini millum poli
tikk og átrúna, um vit
kunnu vænta at fáa boð um
at bera tekin, lík teim jødar
fingu frá ávísum týskara,
um Tjóðveldisflokkurin fær
vald, sum hann hevur ætl
anir um.
Havnin h. 31.12.06
JENIS
Av RANA
formaður
JóAN PAULI
JoENSEN
Viðmerking til Finn Helmsdal
Hvar fór tolsemið?