Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 3. januar 2007 13 Solok Mikkelsen, Sørvágur, fer til gravar úr Sørvágs kirkju í dag klokkan 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Solok kunnu lata Missiónshúsinum í Sørvági eina gávu. Else Mortensen, fyrr búsitandi á Tvøroyri, andaðist leygardagin tann 30. desember í Keypmannahavn. Kórsetingin verður í Jesus- kirkjuni í Valby fríggjadagin tann 5. januar kl. 12. Jóhannes Jul Pólsen, vanliga nevndur snikkarin á Skála, andaðist nýggjársmorgun á Klaksvíkar sjúkrahúsi, 85 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi í kvøld kl. 18. Jarðarferðin verður úr Skála kirkju hósdagin kl. 13.30. Tey, ið vilja minnast Jóhannus, kunnu lata Eldrasambýlinum á Skála eina gávu; konta í peningastovnum. Magdalena Weihe, ættað úr Mykinesi, búsitandi á Bispebjerg í Keypmannahavn, andaðist jóladag, 91 ára gomul. Jarðarferðin verdur týsdagin 9. januar kl. 13 úr Grundtvigskirkjuni á Bispebjerg. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum, at kæra kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Dagny Simona Hellisdal ættað av Tvøroyri búsitandi í Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum nýggjársdag 77 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum mikudagin kl.18.00 Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Símin og børnini Tey ið ynskja at minnast Dagny kunna lata eina gávu til Giktafelagið á konto í peningastovnunum Tøkk Vit takka hjartaliga øllum tykkum, ið sýndu samkenslu, tá ið vit mistu okkara elskaða mann, babba, abba og verfaðir Christian Olsen Tøkk til Christianskirkjuna, Marjuna Lómaklett, prest, kirkjutænarar, gravara, sangarar, hornblásarar og berarar. Ein serstøk tøkk til tykkum, sum stóðu fyri ervinum. Tøkk til øll tykkum, sum vóru um hann á G1- intensiv á Landssjúkrahúsinum. Tøkk til tykkum, ið ringdu og vitjaðu. Tøkk fyri kransar, blómur og peningagávur. Serliga takka vit tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Við ynski um eitt eydnuberandi nýggjár. Sólfríð, Heini, Janhild, Søren og Solby við familjum Dagurin 4. januar. Metusalem, sonur Enoks. Hann gjørdist 969 ár (1. Mós., 5,25-27). Sjálvandi kendi eg Christian Olsen, áðrenn vit báðir komu at arbeiða saman í býráðssamgongu í 1981, tá hann gjørdist formaður í teknisku nevnd í Klaksvíkar Býráð. Beinanvegin komu til sjóndar hans­ ara gløggu eygleiðaraevni, nærlagni og áhugi fyri, at arbeiðið ikki bara skuldi gerast so hissini. Hann skar púra greitt út, hevði ætlanir og visjónir fyri hvussu býurin skuldi gerast meiri fullfíggjaður, at vegir, gongubreytir, útstykkingar og tekniskar leiðingar bæði skuldu gjøgnumførast og lið­ ugt- og nýgerast. Hann hevði greiða tilvitan um menningina og her hendu stórbroytingar. Eisini var hann loy­al­ ur mótvegis teknisku deild og starvs­ fólkunum har. Christian var uppvaksin og hevði tætt tilknýti til pulserandi lívið á Segl­húsinum og stóra, víðfevnda og vælumtókta reiðaravirkið Joensen & Olsen. Hann upplivdi frá smádreingi og unglingaárum, hvussu sluppirnar sum komu eftir fyrra aldaskiftið vórðu út­skiftar við størri og tíðarhóskandi línuskip, tá nýmótans fiskaturkaríini komu fyri seg, tá handlar og skip hoyrdu saman og arbeiðsdagurin í tí­líkum felagi ikki var átta tíma dag­ ur, men rakk frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi og út á næturnar, sum arbeiði var til. Alt ábyrgdafólkið var altíð har. Í 17 ár var hann í handlinum, har hann hevði samband við hópin av fólki við eini breiðari vitan. Her kom eg eisini í tætt og gott samstarv við Christian. Í býráðsarbeiðinum var Christian hollur í ráðum, vælvirkandi, arbeiðs­ sam­ur og uppfinningarsamur nevndar­ limur- og formaður í breiðari merking. Sat ofta í sersett-um nevndum. Eitt nú var hann í oddinum, tá Klaksvíkar Býráð í 1983 legði til rættis 75 ára hátíðarhaldið fyri stovnan av komm­ununi, sum var hendinga væl eydnað og kann sigast hava verið grundarlagið undir flestu almennu tiltøkum í Klaksvík síðani. Á Norðoya Kunningarstovu var hann virdur og væl umhildin av ferða­ fólki, sum leitaðu sær higar. Hetta og so mangt annað var við til at mynda Christian. Hansara frá­sagn­ ar­evni- og áhugi gjørdu, at hann var altíð spennandi at vera saman við. Vit vóru grannar og fingu so mong prát. Hóast vit ikki vóru politiskt samdir, høvdu vit sera gott og nært samstarv í býráðsarbeiðinum. Kanska gingu diskusiónirnar stundum nakað lívliga, tá vit hvør í sínum lagi ynsktu at leggja linjurnar. Men vinalagið og sam­starvið var ómetaliga gott. Christian giftist við Sólfríð, sum eg eisini kom at kenna væl, tá hon var skrivari hjá mær sum borgarstjóra í átta ár frá 1993 til 2000. Tað er tí eisini hóskandi her at nevna, at hon er bæði kvik, álítandi og arbeiðssom. Tey bygdu eitt gott og trygt heim, fingu børnini Heina, Janhild, Søren og Solby, sum øll fingu nøvn eftir abbunum og ommunum, sum einki ann­að er enn sjálvsagt fyri mentanina, sum búði í Christiani og um vit hyggja at familjusamanhaldinum. Christian er nú farin í Harrans hend­ur, góðu minnini eru eftir. Sárt er at syrgja í sakni eftir mann, pápa, verpápa og abba, sum var so livandi, fylti so nógv og sum var so góður við síni. Harrin signi og styrki tykkum øll og veri hjá tykkum; og nú skýggini reka so myrk, fari eg at ynskja tykkum eitt gott nýggjár. Jógvan við Keldu Nakrir fáir tankar um Christian Olsen nú hann er farin