mikudagur 3. januar 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 3. januar 2007
13
Solok Mikkelsen, Sørvágur, fer til gravar úr
Sørvágs kirkju í dag klokkan 14. Sungið verður úr
sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Solok kunnu lata
Missiónshúsinum í Sørvági eina gávu.
Else Mortensen, fyrr búsitandi á Tvøroyri,
andaðist leygardagin tann 30. desember í
Keypmannahavn. Kórsetingin verður í Jesus-
kirkjuni í Valby fríggjadagin tann 5. januar kl. 12.
Jóhannes
Jul
Pólsen,
vanliga
nevndur
snikkarin á Skála, andaðist nýggjársmorgun á
Klaksvíkar sjúkrahúsi, 85 ára gamal. Kistan fer
úr kapellinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi í kvøld kl.
18. Jarðarferðin verður úr Skála kirkju hósdagin
kl. 13.30. Tey, ið vilja minnast Jóhannus, kunnu
lata Eldrasambýlinum á Skála eina gávu; konta í
peningastovnum.
Magdalena Weihe, ættað úr Mykinesi, búsitandi
á Bispebjerg í Keypmannahavn, andaðist jóladag,
91 ára gomul. Jarðarferðin verdur týsdagin 9.
januar kl. 13 úr Grundtvigskirkjuni á Bispebjerg.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kunngjørt verður fyri ætt vinum og kenningum,
at kæra kona, mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Dagny Simona Hellisdal
ættað av Tvøroyri búsitandi í Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum nýggjársdag
77 ára gomul.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum
mikudagin kl.18.00
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
hósdagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Símin og børnini
Tey ið ynskja at minnast Dagny kunna lata eina gávu til
Giktafelagið á konto í peningastovnunum
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum tykkum, ið sýndu
samkenslu, tá ið vit mistu okkara elskaða mann,
babba, abba og verfaðir
Christian Olsen
Tøkk til Christianskirkjuna, Marjuna Lómaklett,
prest, kirkjutænarar, gravara, sangarar, hornblásarar
og berarar.
Ein serstøk tøkk til tykkum, sum stóðu fyri ervinum.
Tøkk til øll tykkum, sum vóru um hann á G1-
intensiv á Landssjúkrahúsinum.
Tøkk til tykkum, ið ringdu og vitjaðu.
Tøkk fyri kransar, blómur og peningagávur.
Serliga takka vit tykkum mongu, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað her á fold.
Við ynski um eitt eydnuberandi nýggjár.
Sólfríð, Heini, Janhild, Søren
og Solby við familjum
Dagurin
4. januar. Metusalem, sonur Enoks. Hann gjørdist 969
ár (1. Mós., 5,25-27).
Sjálvandi kendi eg Christian Olsen,
áðrenn vit báðir komu at arbeiða
saman í býráðssamgongu í 1981, tá
hann gjørdist formaður í teknisku
nevnd í Klaksvíkar Býráð.
Beinanvegin komu til sjóndar hans-
ara gløggu eygleiðaraevni, nærlagni
og áhugi fyri, at arbeiðið ikki bara
skuldi gerast so hissini. Hann skar
púra greitt út, hevði ætlanir og visjónir
fyri hvussu býurin skuldi gerast meiri
fullfíggjaður, at vegir, gongubreytir,
útstykkingar og tekniskar leiðingar
bæði skuldu gjøgnumførast og lið-
ugt- og nýgerast. Hann hevði greiða
tilvitan um menningina og her hendu
stórbroytingar. Eisini var hann loyal-
ur mótvegis teknisku deild og starvs-
fólkunum har.
Christian var uppvaksin og hevði
tætt tilknýti til pulserandi lívið á
Seglhúsinum og stóra, víðfevnda og
vælumtókta reiðaravirkið Joensen &
Olsen.
Hann upplivdi frá smádreingi og
unglingaárum, hvussu sluppirnar sum
komu eftir fyrra aldaskiftið vórðu
útskiftar við størri og tíðarhóskandi
línuskip, tá nýmótans fiskaturkaríini
komu fyri seg, tá handlar og skip
hoyrdu saman og arbeiðsdagurin í
tílíkum felagi ikki var átta tíma dag-
ur, men rakk frá tíðliga á morgni til
seint á kvøldi og út á næturnar, sum
arbeiði var til. Alt ábyrgdafólkið var
altíð har.
Í 17 ár var hann í handlinum, har
hann hevði samband við hópin av
fólki við eini breiðari vitan. Her kom
eg eisini í tætt og gott samstarv við
Christian.
Í býráðsarbeiðinum var Christian
hollur í ráðum, vælvirkandi, arbeiðs-
samur og uppfinningarsamur nevndar-
limur- og formaður í breiðari merking.
Sat ofta í sersett-um nevndum. Eitt nú
var hann í oddinum, tá Klaksvíkar
Býráð í 1983 legði til rættis 75
ára hátíðarhaldið fyri stovnan av
kommununi, sum var hendinga væl
eydnað og kann sigast hava verið
grundarlagið undir flestu almennu
tiltøkum í Klaksvík síðani.
Á Norðoya Kunningarstovu var
hann virdur og væl umhildin av ferða-
fólki, sum leitaðu sær higar.
Hetta og so mangt annað var við til
at mynda Christian. Hansara frásagn-
arevni- og áhugi gjørdu, at hann var
altíð spennandi at vera saman við.
Vit vóru grannar og fingu so mong
prát.
Hóast vit ikki vóru politiskt samdir,
høvdu vit sera gott og nært samstarv
í býráðsarbeiðinum. Kanska gingu
diskusiónirnar stundum nakað lívliga,
tá vit hvør í sínum lagi ynsktu at
leggja linjurnar. Men vinalagið og
samstarvið var ómetaliga gott.
Christian giftist við Sólfríð, sum
eg eisini kom at kenna væl, tá hon
var skrivari hjá mær sum borgarstjóra
í átta ár frá 1993 til 2000. Tað er tí
eisini hóskandi her at nevna, at hon er
bæði kvik, álítandi og arbeiðssom.
Tey bygdu eitt gott og trygt heim,
fingu børnini Heina, Janhild, Søren
og Solby, sum øll fingu nøvn eftir
abbunum og ommunum, sum einki
annað er enn sjálvsagt fyri mentanina,
sum búði í Christiani og um vit hyggja
at familjusamanhaldinum.
Christian er nú farin í Harrans
hendur, góðu minnini eru eftir. Sárt
er at syrgja í sakni eftir mann, pápa,
verpápa og abba, sum var so livandi,
fylti so nógv og sum var so góður
við síni.
Harrin signi og styrki tykkum øll
og veri hjá tykkum; og nú skýggini
reka so myrk, fari eg at ynskja tykkum
eitt gott nýggjár.
Jógvan við Keldu
Nakrir fáir tankar um
Christian Olsen
nú hann er farin