Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 2 - 3. januar 2007 Í gjár, týsdagin 2. januar, fór Símun Absalonsen, løg­ gildugur grannskoðari, um tey hálvt hundrað. Símun er eitt nú kendur fyri at hava verið íðin luttakari í almenna kjakinum í mong ár. Ikki minst tá ið tað hevur snúð seg um sjónarmið viðvíkjandi átrúnaði og vísund. Símun hevur búð í høv­uðs­ staðnum í tredivu ár, men hann verður ongantíð annað enn klaksvíkingur. Hann vaks upp á Gerðareiði og er yngstur av teimum seks børnunum hjá Brynhild og Stefan Absalonsen. Tey vóru bæði av Viðareiði. Stefan doyði í 1999. Brynhild er 90 ára gomul. Hon er fyri­ komandi og gløgg og sera áhugaverd at koma á tal við. Í grannalagnum á Gerðar­ eiði, ið varð bygt undan, undir og eftir 2. heimsbardaga, var so gott og frítt at vaksa upp, sum tað ber til at ímynda sær. Tað var stutt niðan í bøin og traðirnar, sum tað nú sæst lítið til, og niðan á hamaran, í Gravardal og á Kjølin. Borðoyarvík og Grøvin vóru ikki langt burturi, og teinurin á tennisplenina, sum var, har fimleikarahallirnar nú eru, í skúlagarðin, á bókasavnið, sum var í Sparikassanum, og á stóru plenina var bara eitt stórt hanagleiv. Fótbóltur, horn, krokk og so mangt annað fylti nógv í útispælinum. Illveðursdagar var gott at vera undir taki hjá upp­ofrandi mammunum. Nógvir dreingir í granna­ lagnum dugdu at telva. Mannagongdin varð lærd inni hjá Símuni og teimum, og teir flestu royndu seg í talvfelagnum, sum við Michael Matras, lærara, á odda, helt til í skúlanum og seinni á loftinum í Føroya Banka. Símun taldist í fleiri ár millum stinnastu telvar­arnar í landinum. Minnið hevur Símun sum fáur ella rættari eingin. Er neyðugt at fáa onkran iva­ spurning upp á pláss, so er Símun besti fasittlistin. Í 1976 leyk fyrsti HF flokk­ urin prógv í Klaksvík. Símun taldist millum pisurnar. Hann tók síðani bankaútbúgving í Føroya Banka í Havnini. Í 1980 fór Símun í starv hjá Grannskoðaravirkinum hjá Jógvani Sundstein. Har var hann inntil í 1987. Í 1983 gjørdist hann skrásettur grann­skoðari. Frá 1987 og til 1989 búðu Símun og familjan í Nuuk. Símun var í roknskaparstarvi hjá Royal Greenland. Síðani 1989 hevur Símun havt egna grannskoðarafyritøku sam­ stundis, sum hann hevur verið undir útbúgving. Í 1992 leyk hann HD prógv. Hann var millum fyrstu næmingarnar, sum luku prógv, eftir at Før­ oya Handils­skúli var fari­n í samstarv við Handils­há­skúl­ an í Århus um HD útbúgv­ ingina. Í 1998 leyk Símun revisor kandidat útbúgvingina (cand.merc.aut) á Handils­ háskúlanum í Århus, og síð­ani var hann undir út­búgving í Bergen, meðan hann røkt fyritøkuna AB- Grannskoðan. Símun varð liðugur við útbúgvingina í 2005, og seinni varð hann av vinnumálaráðnum góð­ kendur at vera løggildugur grannskoðari. Símun er giftur Randi fødd Gunnarsson og ættað úr Havn. Tey eiga trý børn – Brynhild, Mirjam og Trygvi. Tey búgva í hugnaligum heimi á Norðasta Horni, har Símun eisini hevur havt skrivstovu. Stutt undan síðsta árs­ skifti fór Símun í grann­ skoð­arafelag at samstarva saman við skyldmanninum Victori Nielsen í Klaksvík. Teir halda til í hølum úti í Klaksvík. Hetta er fyrsta ferðin, at løggildugur grann­ skoðari heldur til í Klaksvík. Millum stóru kundarnar hjá Símuni telist Norðoya Sparkikassi, sum hann hevur grannskoðað síðani 1994. Fyrst saman við Martini Gaard og síðsta árið saman við donskum felag. Símun hevur stórt innlit í skriftirnar. Hann hevur góð evni at tala Guds orð, hann luttekur dúgliga í orða­ skiftum, og hann hevur havt áhugaverdar sendingar í út­varpi. Eitt nú helt hann sera áhugaverda fyrilestrarøð í Útvarpi Føroya í sambandi við 100 ára føðingardag Vict­ or Danielsens, og saman við Jógvani Zachariassen hevur hann í Lindini havt áhuga­verd­ ar sendingar um allar bøkurnar í Bíbliuni – Ein forvitnislig ferð gjøgn­um Bíbliuna. Bæði í dagliga yrkinum og í sambandi við andaligu tænastuna er Símun, sum ger ógvuliga lítlan háva burtur úr sær sjálvum, komin í sam­bandi við og kennir eina rúgvu av fólki kring landið. Millum nevndirnar og ráðini, sum Símun er limur í, er dommerudnævnelsesrådet, og saman við Terja Sig­urðs­ son er hann semingsmaður. Nógvu tey seinastu ár­ini hevur hann verið eftirlits­ maður í sambandi við V4 spælið hjá Útvarpinum, og á 50 ára føðingardegnum gjørdist hann formaður í nevnd­ini fyri Kringvarp Føroya. Tað liggur væl fyri hjá Símuni at seta saman og yrkja. Hann hevur umsett og yrkt sangir og sálmar, og sangirnir til serstøk høvi hava verið nógvir. Tað var meðan hann var í Nuuk, at Klaksvíkar kommuna í sambandi við 80 ára haldið í 1988 skrivaði út kapping um nýggjar Klaksvíkssangir. Símun yrkti og vann fyrstu virðisløn fyri lýsing av heim­staðnum, sum ikki minst hjá teimum, ið eru fødd og uppvaksin har norð­uri í fimmti og seksti árunum, kennist beinrakin og viðkomandi. Hjartaliga tillukku og takk fyri gott vinarlag. Jóannes Símun Absalonsen 50 ár 1. januar 2007 hevði Willi­ am Mortensen, vanliga nevnd­ur Wille, á Tvøroyri 25 ára starvsdag hjá Strand­ ferðsluni. Er tað nakar persónur, sum hvør einasti suðuroyingur kenn­ist við, er tað Wille Mort­ensen á Tvøroyri. Í sam­full 25 ár hevur hann havt sína dagligu gongd á bryggjuni, har hann hevur verið avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni. Fyrst var tað á gomlu bryggjuni á Tvøroyri, men síðani mitt í áttatiárunum hevur hann havt sína dag­ ligu gongd á Drelnesi, har Smyril hevur havt fast kai­ pláss. Skjótt flytir hann aft­ur longur út á fjørðin, á Kramba­tanga, har Smyril nú hevur kaipláss, og har nýggj farmahøll verður bygd. Hóast Wille hevur verið í starvi hjá Strandferðsluni í 25 ár, hevur hann fingist við skip pakkar, kolli og farmabrøv væl longri enn tað. Tað var longu í 1974, at hann fór í starv hjá pápa sínum, Otto Mortensen, sum hevði privata farmaavgreiðslu á Tvøroyri. Tá avgreiddu teir bæði Strandferðsluna og gamla skipafelagið Star Shipping. Seinni yvir­tók Strandferðslan hesa upp­gáv­una, og síðani 1981 hevur Wille verið í starvi hjá Strand­ferðsluni. Í øll hesi árini hevur hann syrgt fyri, at Smyril hevur verið trygt bundin við bryggju, áðrenn fólk og bilar eru sloppin í land, eins og hann hevur syrgt fyri, at Smyril verður loystur, tá ið hann skal avstað. Harafturat hevur hann av­greitt allan tann nógva farmin, sum er komin til Tvøroyrar og er farin av Tvøroyri. Síðani Smyril gavst at sigla til Vágs, er allur farmurin til og úr Suðuroy farin ígjøgnum hendurnar á Willa. Stórar broytingar hava verið innan farmaflutning hesi árini, Wille hevur ar­beitt hjá Strandferðsluni, frá tí at farmurin varð hiv­ að­ur við stroppum, til í dag nú alt verður koyrt við trailarum. Eisini er alt vorðið munandi lættari við einum so framkomnum skipi sum nýggja i Smyrli. Nú Wille hevur verið í starvi hjá Strandferðsluni í 25 ár, fekk hann eina lítla áminning um frá Strand­ ferðsluni. Tað var Heini á Borg, deild­ar­leiðari, ið hand­ aði honum eina lítla gávu frá stovninum, eina klokku úr gróti við búmerkinum hjá Strandferðsluni á. Heini takkaði Willa fyri gott samstarv og trúgva og góða tænastu hesi árini og segði m.a. at Wille er ein álitismaður, hann er kont­ant­ ur og ruddiligur, og har er gott skil í øllum, hann hevur undir hond. William Mortensen, Tvøroyri: 25 ára starvsdag hjá Strandferðsluni Starvsfólkini hjá Strandferðsluni í Suðuroy, f.v.: Sigurbjørn Poulsen, André Dalfoss, Ári Hammer og William Mortensen 1. januar hevði William Mortensen á Tvøroyri 25 ára starvsdag hjá Strandferðsluni