mikudagur 3. januar 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 3. januar 2007
15
Eg ætlaði mær als ikki
at leggja fyri í nýggja ári
num í einum orðadrátti í
bløðunum við mínar egnu
samgongufelagar,
men
viðmerkingin hjá serliga
Lisbeth L. Petersen, men
eisini frá øðrum m. a. mín
um egnu floksfeløgum ger,
at eg meti, tað er neyðugt
at koma við eini rættleiðing
um mín leiklut í samband
við fíggjarlógina fyri 2007.
Í samband við álitið frá
meirilutanum í fíggjarnevnd
ini til fíggjarlógina fyri 2007
var eg tvær ferðir í viku
51 á fundi við meirilutan í
fíggjarnevndini.
Á fyrra fundinum fekk
eg at vita, at í uppskotinum
frá meirilutanum stóðu 5,2
mió. kr. til LV fyri rakstur
av
undirsjóvartunlunum
- sjálvandi við tí greiða
endamáli, at kostnaðurin
fyri at koyra ígjøgnum
skuldi lækka. Tað gekk
greitt fram á tí fundinum,
at uppskotsstillarin var
Anfinn Kallsberg, men ikki
sum ein minniluti, men sum
partur av meirilutanum. Tá
gjørdi eg vart við, at vit
heldur áttu at tikið samlaða
ferðakostnaðarmálið upp
sum eina heild t. v. s. eisini
umfatandi skipini hjá SL,
soleiðis at vit kundu komið
við einum prísreformi við
lækkaðum gjøldum til várs
fyri undirsjóvartunlar og
ferjur við gildi frá t. d. 1.
mai.
Seinnu ferð, eg var á
fundi við meirilutan, var
sama morgun, sum onnur
viðgerð var. Tá boðaði
eg frá, at um raksturin av
undirsjóvartunlunum fram
vegis var við í meiriluta
álitinum, so fór eitt broyt
ingaruppskot at koma, sum
kom at skjóta upp, at á
leið sama upphædd var lat
in SL, so kostnaðurin av
ferðaseðlum við Strand
ferðsluni eisini kundi lækk
ast. Sjálvandi fór eitt slíkt
uppskot at koma – alt annað
vildi verið løgið. Tað høvdu
tingmenn eisini boðað mær
frá. Og tað kom so eisini.
Tá Lisbeth sigur, at eg
skuldi sligið nevan í borðið
og tikið málið úr hondunum
á figgjarnevndini, so skal
eg bara siga, at tað hevði eg
als ongar ætlanir um. Málið
lá hjá tykkum, og um eg
blandaði meg meira, enn eg
gjørdi, so hevði eg ivaleyst
hoyrt fyri tað frá øllum í
nevndini. Málið lá uttan
fyri mítt mandat, Lisbeth.
Tit fýra í meirilutanum eru
okkara talirør og umboð.
Mítt point er, at eingin
kann lumpa ella lirka eina
játtan í eitt álit. Álitið var
álitið frá meirilutanum,
har Sambandsflokkurin eig
ur tvey umboð, Javnaðar
flokkurin eitt umboð og
Fólkaflokkurin eitt umboð.
Var uppskotið viðvíkjandi
undirsjóvartunlunum bert
frá einum nevndarlimi,
hevði verið talan um eitt
minnilutaálit.
Men
tit
handaðu Løgtinginum eitt
meirilutaálit, sum tit øll
fýra høvdu undirskrivað
og harvið góðtikið. Seinni
samtykti løgtingið tykk
ara uppskot og broyting
aruppskot – longri er tann
søgan ikki.
Annars skal eg geva Hen
rik Old rætt í, at loysnin
við lækkaðum gjøldum fyri
ferðing gjøgnum tunlar og
við ferjum sjálvandi kemur
at venda rætta vegin.
Islandsk sproget kontor sekretær
søges til Oceanwide i Tórshavn
Oceanwide er et DNV certificeret bemandings agentur, specialiseret i rekruttering,
ansættelse og udlejning af maritimt, offshore og landbaseret personale.
Oceanwide opererer med et netværk af fuldt ejede afdelingskontorer i Holland, Norge,
Danmark, Færøerne, Australien, Cypern, Tyskland, Myanmar, Singapore, Polen, Ukraine,
Rusland, Baltikum og USA samt et bredt netværk af agenter verden over. Oceanwide er
et datterselskab af Humares Group, et ledende bemandings agentur for teknisk og
maritimt personale med en årlig omsætning på 100 millioner EURO.
Vi søger til omgående tiltrædelse en islandsk talende kontordame/kontor sekretær til
vores kontor i Tórshavn.
Krav:
Erfaring med fiskeri og søfart er ikke et krav men klart en fordel.
Det forventes at du er kontoruddannet og har godt kendskab til Office-pakken (Outlook,
Word, Excel).
Det forventes at du snakker/læser/skriver færøsk, islandsk og engelsk.
Dine arbejdsopgaver:
Du vil få almindelige kontoropgaver på vores kontor i Tórshavn.
Arrangere arbejds- og opholdstilladelser for personale til Færøerne og Island, opdatere
personaledatabasen (arkivere og registrere ansøgninger), arrangere rejser til personale
m.m.
Løn:
Efter kvalifikationer
Ansøgning:
Venligst send ansøgning til faroe@oceanwidecrew.com eller ring på +298 323111
Stutt viðmerking til Lisbeth
løgmaður
Jóannes
Eidesgaard