Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 3. januar 2007 15 Eg ætlaði mær als ikki at leggja fyri í nýggja ári­ num í einum orðadrátti í bløðunum við mínar egnu samgongufelagar, men viðmerkingin hjá serliga Lisbeth L. Petersen, men eisini frá øðrum m. a. mín­ um egnu floksfeløgum ger, at eg meti, tað er neyðugt at koma við eini rættleiðing um mín leiklut í samband við fíggjarlógina fyri 2007. Í samband við álitið frá meirilutanum í fíggjarnevnd­ ini til fíggjarlógina fyri 2007 var eg tvær ferðir í viku 51 á fundi við meirilutan í fíggjarnevndini. Á fyrra fundinum fekk eg at vita, at í uppskotinum frá meirilutanum stóðu 5,2 mió. kr. til LV fyri rakstur av undirsjóvartunlunum ­ sjálvandi við tí greiða endamáli, at kostnaðurin fyri at koyra ígjøgnum skuldi lækka. Tað gekk greitt fram á tí fundinum, at uppskotsstillarin var Anfinn Kallsberg, men ikki sum ein minniluti, men sum partur av meirilutanum. Tá gjørdi eg vart við, at vit heldur áttu at tikið samlaða ferðakostnaðarmálið upp sum eina heild t. v. s. eisini umfatandi skipini hjá SL, soleiðis at vit kundu komið við einum prísreformi við lækkaðum gjøldum til várs fyri undirsjóvartunlar og ferjur við gildi frá t. d. 1. mai. Seinnu ferð, eg var á fundi við meirilutan, var sama morgun, sum onnur viðgerð var. Tá boðaði eg frá, at um raksturin av undirsjóvartunlunum fram­ vegis var við í meiriluta­ álitinum, so fór eitt broyt­ ingaruppskot at koma, sum kom at skjóta upp, at á leið sama upphædd var lat­ in SL, so kostnaðurin av ferðaseðlum við Strand­ ferðsluni eisini kundi lækk­ ast. Sjálvandi fór eitt slíkt uppskot at koma – alt annað vildi verið løgið. Tað høvdu tingmenn eisini boðað mær frá. Og tað kom so eisini. Tá Lisbeth sigur, at eg skuldi sligið nevan í borðið og tikið málið úr hondunum á figgjarnevndini, so skal eg bara siga, at tað hevði eg als ongar ætlanir um. Málið lá hjá tykkum, og um eg blandaði meg meira, enn eg gjørdi, so hevði eg ivaleyst hoyrt fyri tað frá øllum í nevndini. Málið lá uttan fyri mítt mandat, Lisbeth. Tit fýra í meirilutanum eru okkara talirør og umboð. Mítt point er, at eingin kann lumpa ella lirka eina játtan í eitt álit. Álitið var álitið frá meirilutanum, har Sambandsflokkurin eig­ ur tvey umboð, Javnaðar­ flokkurin eitt umboð og Fólkaflokkurin eitt umboð. Var uppskotið viðvíkjandi undirsjóvartunlunum bert frá einum nevndarlimi, hevði verið talan um eitt minnilutaálit. Men tit handaðu Løgtinginum eitt meirilutaálit, sum tit øll fýra høvdu undirskrivað og harvið góðtikið. Seinni samtykti løgtingið tykk­ ara uppskot og broyting­ aruppskot – longri er tann søgan ikki. Annars skal eg geva Hen­ rik Old rætt í, at loysnin við lækkaðum gjøldum fyri ferðing gjøgnum tunlar og við ferjum sjálvandi kemur at venda rætta vegin. Islandsk sproget kontor sekretær søges til Oceanwide i Tórshavn Oceanwide er et DNV certificeret bemandings agentur, specialiseret i rekruttering, ansættelse og udlejning af maritimt, offshore og landbaseret personale. Oceanwide opererer med et netværk af fuldt ejede afdelingskontorer i Holland, Norge, Danmark, Færøerne, Australien, Cypern, Tyskland, Myanmar, Singapore, Polen, Ukraine, Rusland, Baltikum og USA samt et bredt netværk af agenter verden over. Oceanwide er et datterselskab af Humares Group, et ledende bemandings agentur for teknisk og maritimt personale med en årlig omsætning på 100 millioner EURO. Vi søger til omgående tiltrædelse en islandsk talende kontordame/kontor sekretær til vores kontor i Tórshavn. Krav: Erfaring med fiskeri og søfart er ikke et krav men klart en fordel. Det forventes at du er kontoruddannet og har godt kendskab til Office-pakken (Outlook, Word, Excel). Det forventes at du snakker/læser/skriver færøsk, islandsk og engelsk. Dine arbejdsopgaver: Du vil få almindelige kontoropgaver på vores kontor i Tórshavn. Arrangere arbejds- og opholdstilladelser for personale til Færøerne og Island, opdatere personaledatabasen (arkivere og registrere ansøgninger), arrangere rejser til personale m.m. Løn: Efter kvalifikationer Ansøgning: Venligst send ansøgning til faroe@oceanwidecrew.com eller ring på +298 323111 Stutt viðmerking til Lisbeth løgmaður Jóannes eidesgaard