mikudagur 3. januar 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 2 - 3. januar 2007
3166 fólk vóru við
at velja ársins
tónleikanavn
og ársins
ítrottabragd, sum
varð kunngjørt
á Rex ársins
næstseinasta
kvøld, har
Útvarpið hevði
savnað væl
omanfyri hundrað
av okkara fremstu
tónleikarum og
ítrottarfólkum
ÚTVARPSSENDING
Orð: Niels Uni og
Rólant Waag Dam
Útvarpið hevði skipað
fyri stórum tiltaki í
Rex seinasta leygar
kvøldið í 2006. Á
matarlepanum stóð
tónleikur, prát
og samrøður aftur
við pinnamati og
góðum drekka, og
hæddarpunktið á
kvøldinum var, tá
tað varð kunngjørt,
at tilsamans 3166
fólk, ið høvdu greitt
atkvøði á heimasíðu
útvarpsins, høvdu valt
Eivør Pálsdóttir til
Ársins tónleikanavn,
og Helga Dam Ziska til
Ársins ítrottarnavn.
Beinleiðis úr Rex
Nógvu undanfarnu
árini hevur Útvarp
Føroya valt Ársins
tónleikanavn og Ársins
ítrottarbragd. Hetta
hevur verið gjørt
í tveimum ymiskum
sendingum uppi í
Sortudýki, men í ár
var øðrvísi. Ársins
tónleikanavn og
ítrottarbragd vóru
sligin saman í eina
sending, útvarpshølini
vóru skift út við
Rex, og haðani varð
sent beinleiðis í fýra
tímar.
Sms’ið til Helga
Tónleikur, prát og
samrøður loystu hvørt
annað av. Hetta
riggaði ógvuliga
væl, og væl uppløgdu
vertirnir – Lív
Højsted Horsdal, Elin
Hentze í Stórustovu,
Jón Brian Hvidtfelt
og Súni Merkisstein
– stóðu fyri festligum
og áhugaverdum
samrøðum.
Millum annað kundu
tey í samrøðu við
Helga Dam Ziska
avdúka, at tað var
unnusta hansara, sum
hevði sent honum nógv
umrøddu sms-boðini,
ið gjørdu at hann
tapti talvið móti Hans
Kristian Simonsen,
og harvið misti
møguleikan at gerast
altjóða meistari í
fjør.
Unnustan vildi bert
ynskja Helga góða
eydnu, og flennandi
greiddi hon frá, at
Helgi ikki hevði
verið óður við hana,
hóast sms’ið við eini
heilsan um góða eydnu,
gjørdist beinleiðis
óeydna fyri hann.
Eisini varð prátað við
Páll Mohr Joensen.
Hansara navn man
vera nevnt næstan
líka ofta í føroyska
ítróttaheiminum,
sum grein 266b er
nevnd politiska orða
skiftinum, og hann
greiddi frá hvussu
málið um hansara
spæliloyvið hevði
ávirkað hann og
hansara avrik.
EB/Streymur
vann á HB
Væl omanfyri hundr
að innbodnir
luttakarar mundu
vera til tiltakið.
Teirra millum vóru
umboð fyri tey
bæði bestu føroysku
fótbóltsliðini, HB og
EB/Streym. Saman við
vertinum hugdu hesi
bæði liðini aftur á
farna kappingarár,
har serligur dentur
varð lagdur á dystin
teirra millum um
meistaraheitið.
Liðformaðurin
hjá felagsliðnum
segði, at enn hevði
vónbrotið, um at missa
á stokkinum, ikki
lagt seg. Tað vóru
tó ráð fyri hesum á
Rex fríggjakvøldið,
tí har fekk EB/
Streymur møguleikan
at endurreisa seg
í eini sangkapping
millum liðini bæði.
Petur Reinert, altjóða
dómari, var settur at
døma sangkappingina,
og hann kundi eftir
fýra løg staðfesta,
at EB/Streymur endaði
beint frammanfyri
HB. Petur Reinert
segði, at liðini vóru
sera jøvn og tað var
trupult at taka dagar
í millum, hvør var
betra liðið. Men tá
B36-sangurin skuldi
syngjast, vístu EB/
Streymarnir at duga
eitt sindur betri, og
har yvirhálaðu teir
HB, greiddi hann frá.
Serliga í B36-sanginum
vístu teir báðir
royndu leikararnir
á EB/Streymaliðnum
– Ronnie og Egil –
vegin, og sungu teir
bæði væl og hart til
henda sangin.
Kremið innan
føroyskan tónleik
Men tað vóru aðrar
og meira royndar sang
Stjørnukastið var e
Vinnararnir
báðir, Eivør
Pálsdóttir og
Helgi Dam Ziska,
við hvør sínari
heiðursløn úr
gróti í hondini
Gott lív var á fjøldini, og tá vinnararnir av
kappingini vórðu kunngjørdir var fagnaðurin
stórur