Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 2 - 3. januar 2007 3166 fólk vóru við at velja ársins tónleikanavn og ársins ítrottabragd, sum varð kunngjørt á Rex ársins næstseinasta kvøld, har Útvarpið hevði savnað væl omanfyri hundrað av okkara fremstu tónleikarum og ítrottarfólkum ÚTVARPSSENDING Orð: Niels Uni og Rólant Waag Dam Útvarpið hevði skipað fyri stórum tiltaki í Rex seinasta leygar­ kvøldið í 2006. Á matarlepanum stóð tónleikur, prát og samrøður aftur við pinnamati og góðum drekka, og hæddarpunktið á kvøldinum var, tá tað varð kunngjørt, at tilsamans 3166 fólk, ið høvdu greitt atkvøði á heimasíðu útvarpsins, høvdu valt Eivør Pálsdóttir til Ársins tónleikanavn, og Helga Dam Ziska til Ársins ítrottarnavn. Beinleiðis úr Rex Nógvu undanfarnu árini hevur Útvarp Føroya valt Ársins tónleikanavn og Ársins ítrottarbragd. Hetta hevur verið gjørt í tveimum ymiskum sendingum uppi í Sortudýki, men í ár var øðrvísi. Ársins tónleikanavn og ítrottarbragd vóru sligin saman í eina sending, útvarpshølini vóru skift út við Rex, og haðani varð sent beinleiðis í fýra tímar. Sms’ið til Helga Tónleikur, prát og samrøður loystu hvørt annað av. Hetta riggaði ógvuliga væl, og væl uppløgdu vertirnir – Lív Højsted Horsdal, Elin Hentze í Stórustovu, Jón Brian Hvidtfelt og Súni Merkisstein – stóðu fyri festligum og áhugaverdum samrøðum. Millum annað kundu tey í samrøðu við Helga Dam Ziska avdúka, at tað var unnusta hansara, sum hevði sent honum nógv umrøddu sms­boðini, ið gjørdu at hann tapti talvið móti Hans Kristian Simonsen, og harvið misti møguleikan at gerast altjóða meistari í fjør. Unnustan vildi bert ynskja Helga góða eydnu, og flennandi greiddi hon frá, at Helgi ikki hevði verið óður við hana, hóast sms’ið við eini heilsan um góða eydnu, gjørdist beinleiðis óeydna fyri hann. Eisini varð prátað við Páll Mohr Joensen. Hansara navn man vera nevnt næstan líka ofta í føroyska ítróttaheiminum, sum grein 266b er nevnd politiska orða­ skiftinum, og hann greiddi frá hvussu málið um hansara spæliloyvið hevði ávirkað hann og hansara avrik. EB/Streymur vann á HB Væl omanfyri hundr­ að innbodnir luttakarar mundu vera til tiltakið. Teirra millum vóru umboð fyri tey bæði bestu føroysku fótbóltsliðini, HB og EB/Streym. Saman við vertinum hugdu hesi bæði liðini aftur á farna kappingarár, har serligur dentur varð lagdur á dystin teirra millum um meistaraheitið. Liðformaðurin hjá felagsliðnum segði, at enn hevði vónbrotið, um at missa á stokkinum, ikki lagt seg. Tað vóru tó ráð fyri hesum á Rex fríggjakvøldið, tí har fekk EB/ Streymur møguleikan at endurreisa seg í eini sangkapping millum liðini bæði. Petur Reinert, altjóða dómari, var settur at døma sangkappingina, og hann kundi eftir fýra løg staðfesta, at EB/Streymur endaði beint frammanfyri HB. Petur Reinert segði, at liðini vóru sera jøvn og tað var trupult at taka dagar í millum, hvør var betra liðið. Men tá B36­sangurin skuldi syngjast, vístu EB/ Streymarnir at duga eitt sindur betri, og har yvirhálaðu teir HB, greiddi hann frá. Serliga í B36­sanginum vístu teir báðir royndu leikararnir á EB/Streymaliðnum – Ronnie og Egil – vegin, og sungu teir bæði væl og hart til henda sangin. Kremið innan føroyskan tónleik Men tað vóru aðrar og meira royndar sang­ Stjørnukastið var e Vinnararnir báðir, Eivør Pálsdóttir og Helgi Dam Ziska, við hvør sínari heiðursløn úr gróti í hondini Gott lív var á fjøldini, og tá vinnararnir av kappingini vórðu kunngjørdir var fagnaðurin stórur