Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 3. januar 2007 17 kreftir á pallinum leygarkvøldið. Nøkur av størstu føroysku tónleikanøvnunum farna árið fóru á pall og spældu fyri okkum. Her vóru bólkar sum Uni R. Debes, 200, Kristleif Zachariassen, Deja Vu, The Dreams, Gestir, Marius, Páll Finnur Páll og Boys In A Band. Hetta eru flest alt nøvn, ið hava gjørt var við seg seinasta árið, øll uttan Kristleif Zachariassen, ið júst hevur givið fløgu út. Hetta gav tónleikinum eitt sindur av per­ spektivi frameftir, og tað er neyvan nakar ivi um, at Kristleifsa útgáva av Iron Maiden lagnum Number Of The Beast, fer at gerast ein landaplága komandi mánaðirnar. Útvarpið hevði veru­ liga spent seg út á tónleikasíðuni, og framførslurnar vóru allar góðar. Spældu út um pallkantin Nógv verður tosað um, at bólkar skulu spæla útum pallkantin og hetta tóku teir í Boys In A Band heilt bókstaviliga, tá gittarleikarin Heini Niclassen gekk av pallinum og út í millum fólki í besta Revival stíli. Hetta var nýggjasti bólkurin á palli hetta kvøldið. Teir gjørdust nummar tvey í GBOB kappingini í ár og vera mettir sum eitt av mest lovandi føroysku tónleikanøvnunum í løtuni, tí var teirra luttøka eisini eitt frískt lot, millum øll hini royndu nøvnini. Í Rex ljóðaði teirra framførsla væl, hóast hon í útvarpinum ljóðaði heldur óruddi­ lig. Tóku samanum tónleikaárið Í samrøðum við limir úr øllum bólkunum fekk útvarpsmanningin á ein frískan og livandi hátt tikið saman um stóran part av føroyska tónleikaárinum. Vit hoyrdu um GBOB í London, um 200 á Roskilde Festivalinum, um komandi fløguna hjá Páll Finnur Páll, um útgávuna hjá Marius og um mangt annað spennandi. Helgi og Eivør Tónleikur, prát og samrøður. Tað riggaði sera væl, men hæddarpunktið á kvøldinum var, tá ársins tónleikanavn og ársins ítrottanavn vórðu kunngjørd. Tilsamans 3166 høvdu greitt atkvøðu. 2294 høvdu atkvøtt um ársins ítrottanavn, og har gjørdist telvarin Helgi Dam Ziska vinnarin við 30% av atkvøðunum. ÍSB- svimjarin Heidi Andreasen fekk 23,4% og svimjarin Elspa Mørkøre fekk 19,83% av atkvøðunum. Til ársins tónleika­ navn høvdu 1072 atkvøtt. Eivør Páls­ dóttir vann hesa atkvøðugreiðslu, og fekk hon 27,74% av atkvøðunum. Teitur Lassen gjørdist nummar tvey og fekk 25,6% og Týr fekk 18,83% av atkvøðunum. Vert er at býta merki í, at trý tey fremstu innan fyri bæði ítrott og tónleik, hava øll so ella so gjørt vart við seg á altjóða pallinum. Eitt stjørnuskot Skal fingur setast á nakað, so var tiltakið kanska í so drúgt. Fýra tímar var kanska dekan ov leingi. Ein annar lítil trupulleiki gjøgnum kvøldið var, at samrøðurnar og prátini inni í Rex ikki hoyrdust heilt so væl. Tá innsløgini vórðu spæld bilti onki, men tá beinleiðis samrøðurnar vórðu gjørdar, so hoyrdist prátið ikki nóg væl. Hetta var tó einans ein trupulleiki í Rex, meðan tiltakið sum útvarpssending riggaði. Samanumtikið var kvøldið, sum Útvarpið skipaði fyri í Rex, ógvuliga væleydnað. Sera væl fyriskipað. Stuttligt, lætt og áhugavert. Sendingin bar navnið “Stjørnukast”, og latum okkum bara staðfesta, at “Stjørnu­kast” var eitt stjørnuskot, og vónandi sleppur Útvarpið ikki frálíka konseptinum, men heldur fram við tí komandi ár. eitt stjørnuskot