mikudagur 3. januar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 3. januar 2007
17
kreftir
á pallinum
leygarkvøldið. Nøkur
av størstu føroysku
tónleikanøvnunum farna
árið fóru á pall og
spældu fyri okkum. Her
vóru bólkar sum Uni R.
Debes, 200, Kristleif
Zachariassen, Deja
Vu, The Dreams,
Gestir, Marius, Páll
Finnur Páll og Boys
In A Band. Hetta eru
flest alt nøvn, ið
hava gjørt var við
seg seinasta árið,
øll uttan Kristleif
Zachariassen, ið júst
hevur givið fløgu út.
Hetta gav tónleikinum
eitt sindur av per
spektivi frameftir,
og tað er
neyvan nakar ivi
um, at Kristleifsa
útgáva av Iron Maiden
lagnum Number Of The
Beast, fer at gerast
ein landaplága komandi
mánaðirnar.
Útvarpið hevði veru
liga spent seg út á
tónleikasíðuni, og
framførslurnar vóru
allar góðar.
Spældu út um
pallkantin
Nógv verður tosað
um, at bólkar skulu
spæla útum pallkantin
og hetta tóku teir
í Boys In A Band
heilt bókstaviliga,
tá gittarleikarin
Heini Niclassen gekk
av pallinum og út í
millum fólki
í besta Revival
stíli.
Hetta var nýggjasti
bólkurin á palli
hetta kvøldið. Teir
gjørdust nummar tvey
í GBOB kappingini í
ár og vera mettir
sum eitt av mest
lovandi føroysku
tónleikanøvnunum í
løtuni, tí var teirra
luttøka eisini eitt
frískt lot, millum øll
hini royndu nøvnini.
Í Rex ljóðaði teirra
framførsla væl, hóast
hon í útvarpinum
ljóðaði heldur óruddi
lig.
Tóku samanum
tónleikaárið
Í samrøðum við limir
úr øllum bólkunum
fekk útvarpsmanningin
á ein frískan og
livandi hátt tikið
saman um stóran
part av føroyska
tónleikaárinum.
Vit hoyrdu um
GBOB í London, um
200 á Roskilde
Festivalinum, um
komandi fløguna hjá
Páll Finnur Páll,
um útgávuna hjá
Marius og um mangt
annað spennandi.
Helgi og Eivør
Tónleikur, prát
og samrøður. Tað
riggaði sera væl,
men hæddarpunktið
á kvøldinum
var, tá ársins
tónleikanavn
og ársins
ítrottanavn vórðu
kunngjørd. Tilsamans
3166 høvdu greitt
atkvøðu. 2294 høvdu
atkvøtt um ársins
ítrottanavn, og har
gjørdist telvarin
Helgi Dam Ziska
vinnarin við 30%
av atkvøðunum. ÍSB
svimjarin Heidi
Andreasen fekk 23,4%
og svimjarin Elspa
Mørkøre fekk 19,83% av
atkvøðunum.
Til ársins tónleika
navn høvdu 1072
atkvøtt. Eivør Páls
dóttir vann hesa
atkvøðugreiðslu, og
fekk hon 27,74% av
atkvøðunum. Teitur
Lassen gjørdist nummar
tvey og fekk 25,6% og
Týr fekk 18,83% av
atkvøðunum.
Vert er at býta
merki í, at trý
tey fremstu innan
fyri bæði ítrott og
tónleik, hava øll so
ella so gjørt vart
við seg á altjóða
pallinum.
Eitt stjørnuskot
Skal fingur setast
á nakað, so var
tiltakið kanska í
so drúgt. Fýra tímar
var kanska dekan ov
leingi. Ein annar
lítil trupulleiki
gjøgnum kvøldið
var, at samrøðurnar
og prátini inni í
Rex ikki hoyrdust
heilt so væl. Tá
innsløgini vórðu spæld
bilti onki, men tá
beinleiðis samrøðurnar
vórðu gjørdar, so
hoyrdist prátið ikki
nóg væl. Hetta var tó
einans ein trupulleiki
í Rex, meðan tiltakið
sum útvarpssending
riggaði.
Samanumtikið
var kvøldið, sum
Útvarpið skipaði
fyri í Rex, ógvuliga
væleydnað. Sera væl
fyriskipað. Stuttligt,
lætt og áhugavert.
Sendingin bar navnið
“Stjørnukast”, og
latum okkum bara
staðfesta, at
“Stjørnukast” var
eitt stjørnuskot,
og vónandi sleppur
Útvarpið ikki frálíka
konseptinum, men
heldur fram við tí
komandi ár.
eitt stjørnuskot