mikudagur 3. januar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 2 - 3. januar 2007
Rættiliga fitta
av fólki var
komið saman í
Ítróttarhøllini á
Hálsi, tá Kyndil
skipaði fyri
árligu Nýggjárs
konsertini.
Tónleikurin var
góður, men áhugin
fyri honum var
lítil.
NýggjárskoNsertiN
Orð & myndir: Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Sic, The Story Ends,
200 og The Dreams her
var talan um 4 av mest
spennandi nøvnunum á
føroyska tónleikapallinum,
men ikki fyri áskoð
arafjøldina, ið nærum
einans taldi ung fólk,
sera ung fólk. Onkur
hendinga áskoðari mundi
vera yvir 18 ár, men hesir
kundu teljast á einari
hond. Tað var eingin ivi
um, at høvuðsendamálið
hjá teimum flestu var at
blíva full, sera full sera
skjótt og hetta eydnaðist
til fulnar.
Longu áðrenn fyrsti
bólkurin var farin av pal
linum vóru fyrstu fólkini
avdottin, eitt par var í
ferð við at fáa sær eitt
lítið upp ímóti einum
veggi, og fyrstu buldrini
av fýrverkið høvdu ljóðað
í høllini.
Bólkarnir framførdu
allir sera væl, men tað
var fyrst og fremst plá
tuvendarin DJ Switch, ið
fylti gólvið. Fýrverkið
merkti sum vant konser
tina, men talan var bert
um ein ótanga, hesin var
lukkutíð ikki av teimum
gløggastu. Hann sat aftan
fyri ein stólpa uppi
móti vegginum og kastaði
fýrverk niður á sama stað
á hallargólvinum, tí var
lætt hjá vaktarfólkinum
at finna hann. Rættiliga
harðliga varð hann drigin
út og smitaður fyri dyr.
Sic spældi útum
pallkantin
Frálíka framførslan hjá
Sic var í heimsflokki
og savnaði ein tættan
lítlan skara av trúføstum
Sichøvdum framman fyri
pallin. Hesi hugnaðu sær
væl, men millum størsta
partin av áskoðarunum
var eingin áhugi, enntá
var tað onkur, ið vísti
sína ónøgd við tunga og
harða rokkin, við at
venda tummilin niðureftir
og rópa ókvæmisorð eftir
teimum. Hetta tók tó
einki frá framførsluni.
Oddamaðurin Mikkjal G.
Hansen var sum altíð
ein orkubumba og hansara
inniligheit er nærum
ófatilig. Tó kundi
man væl livað við tí,
um hann valdi at tiga
millum løgini, tí hansara
viðmerkingar eru satt at
siga flatar. Men meðan
tónleikurin buldraði fyltu
rødd og persónligheit
pallin heilt út og komu
langt út um pallkantin.
Tað gjørdi restin Sic
eisini, bólkurin gav seg
200% og veggurin av ljóði
rakti teg hart í andlitið.
Har var eingin møguleiki
fyri at vera líkaglaður,
antin dámdi tú tað ella
ikki.
Ljóðið var sum heild
gott, tó kundi tað vera
eitt sindur ringt á at
skyna ymisku ljóðførini,
og ljóðmyndin var eitt
sindur runut í støðum.
Men hetta er ofta vandin
við hesum slagi av tón
leiki. Serliga trupult er
at fáa gott ljóð í eini
høll sum hesi, har ljóðið
slær aftur. Eisini vóru
trupulleikar við ljóðinum
í tí eina gittaranum og
hetta kendist eitt sindur
forstýrandið.
Tað var tó lekkurt at
uppliva, at Kyndil hevði
brúkt pening upp á ljós
og ljóð. Tí hesin parturin
var veruliga góður í ár.
Ljósmaðurin skapti alt
kvøldið vakrar pallmyndir
og hetta gav framførslunum
ein professionellan dám.
Orsaka at vit eru
til
The Story Ends var næsti
bólkur á pallin, og nú
vóru uppaftur fleiri fólk
inni í høllini. Eg havi
tað eitt sindur trupult
við The Story Ends. Havi
ummælt bólkin rættiliga
ofta, og niðurstøðan
er altíð tann sama, at
hetta er ein lovandi
bólkur. Hetta, at The
Story Ends er ein lovandi
bólkur, kann ikki setast
spurnartekin við. Teir
eiga nøkur sera fangandi
løg, men bólkurin
útstrálaði eina sera
ósjarmerandi blanding av
tveimum so ólíkum kenslum
sum líkasælu og fjáltri.
Limirnir í bólkinum
eru ungir, og hava
eina spennandi framtíð
frammanfyri sær. Tað er
ivaleyst tí, at bólkurin
somikið skjótt er vorðin
eitt so stórt navn, at man
krevur dekan ov nógv av so
óroyndum monnum. Sangarin
er ein vakur ungur maður
við góðari rødd, hann
hevur eina natúrliga
fangandi útstráling, men
virkaði sera ótryggur
millum sangirnar, og
hansara tóma “Takk fyri!”
millum hvørt lag, ljóðaði
meira sum orsaka vit eru
til, enn nakað annað.
Alt bleiv eitt sindur
innanhýsis kent. Limirnir
stóðu og smáprátaðu millum
løgini og sóu veruliga
ikki út til at hugna
sær. Hetta var bara eitt
sindur for ótjekka. Tað
slagið av rokki, sum
The Story Ends spælir
verður vanliga spældur
við nógvum sjálvsáliti,
men hetta sjálvsálit
8}`UXrTaSURe^U`ZXQUW
Mikkjal Gaard Hansen fylti allan
pallin út við síni útstráling og
rødd og í frálíka ljósinum, sá
framførslan gott út
Nógv fólk var komið sama
Nýggjárskonsertini