Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-03, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 3. januar 2007 33 Á Detroit Motor Show í januar 2007 verður konseptbilurin Volvo XC60 Concept sýndur fram. Volvo Cars siga, at teir við hesum bilinum fara at venda sær til kundar, sum seta serlig krøv til design, trygd og framkomnar high- tech loysnir Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo XC 60 Concept er ein bilur, ið skal vísa, hvat vit kunnu rokna við at síggja frá Volvo í framtíðini, bæði hvat designi og tøkni viðvíkur. Hóast talan er um ein konseptbil, er hann rættu­ liga líkur bilinum, sum eftir ætlan skal koma á markn­ aðin um tvey ár – í byrjanini av 2009. XC60 Concept fær øll hugsandi sløg av innbygdum trygdarskipanum umframt ”City Safety”, sum hjálp­ ir bilføraranum við at um­gangast skaðar. Skipanin registrerar akfør sum eru upp til seks metrar framman fyri bilin. Volvo Cars siga, at teir við hesum bilinum fara at venda sær til kundar, sum seta serlig krøv til design, trygd og framkomnar high- tech loysnir. Hóast talan verður um ein sera framkomnan og ann­arleiðis bil, verður lagdur á at XC60 at síggja til verður ein eyðkendur Volvo við kølaragittari við stórum Volvo-logo, sigur Steve Mattin, designstjóri hjá Volvo Cars, sum leggur dent á at XC60 er ein cross­ over við bestu ”on-road” eginleikum. Eins sermerktur sum XC60 Concept er uttan er hann innan við high- tech instrumentpaneli við smalari mittarkonsoll og annarleiðis innrætting. Kabinan er ein elegant kom­binatión av leður og aluminium. Takið er gjøg­ num­skygt við myrkt tónað­ um glasi. Volvo XC60 Concept Volvo XC60 Concept við eyðkenda Volvo kølaragittarinum við stórum Volvo-logo Hesin framtíðar Volvo kemur eftir ætlan á marknaðin um tvey ár. Bilurin tekur seg væl út við stórum 20” hjólum High-tech kabinan er ein elegant kombinatión av leður og aluminium. bilar