mikudagur 3. januar 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 2 - 3. januar 2007
bilar
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Japanararnir eru nú
farnir í beinleiðis
kapping við evrope
isku luksusbilmerkini
við nýggjasta Lexus
LS, ið er flaggskipið
hjá Lexus, ið halda
upp á at teir við hes
um nýggja LS hava
gjørt heimsins besta
bil
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Lexus halda upp á at teir við
hesum nýggja LS hava gjørt
heimsins besta bil - tann
fullkomna bilin, har eingin
teknisk loysn hevur verið
ov dýr og eingin vegur ov
langur fyri at røkka teimum
perfektu loysnunum.
Lexus er luksusbilmerki
hjá Toyota, ið kom á markn-
aðin í 80-unum við tí eina
endamáli at verða heimsins
mest ”raffineraðu” bilar hvat
ljóði, teknikki, komforti og
trygd viðvíkur. Lexus er
yngsta bilmerki í heiminum
við slíkum status, at tað
gevur afturljóð hjá øllum
teimum kendu luksus bil-
merkjunum í Evropa.
Í USA bleiv Lexus LS
400 tann mest seldi ”ikki
amerikanski”
bilurin
í
luksusklassanum
longu
í 1989, tvey ár eftir at
hann kom á marknaðin,
og síðan hevur hann ligið
á odda. Eisini eru teir á
odda í amerikanskum brúk-
arakanningum sum t.d. hjá
J.D. Power-analysustovnin-
um.
Hesin nýggi Lexus er
fjórða generation av LS-
røðini. Talan eru um LS
460 við 4,6 litur V8-motori
og 380 hk. Bilurin koyrir
frá 0-100 km/t upp á 5,7
sek. og toppferðin er 250
km/t. Saman við 8-trins
automatiska girkassanum,
sum er tann fyrsti av sínum
slagi í heiminum, gevur
hetta komfort á sera høgum
støði – bæði tí motorurin er
næstan ljóðleysur og skift-
ini millum tey átta girini
merkjast so at siga ikki.
Lexus LS 460 er ein stór-
ur bilur – 503 cm langur,
188 cm breiður og aksil-
frástøðan er 297 cm.
Lexus LS fæst eisini í eini
størri útgávu, sum nevnist
”LS 600H L”. Tá er talum
um eina hybridútgávu við
tveimum motorum: 5,0
litur V8 saman við einum
150 kw el-motori, sum til-
samans geva 450 hk. Hesin
bilurin er eisini 12 cm
longri.
Innan er alt leður og nøtu-
træ. Kabinan er innrættað
í besta ”Rolls-Royce” stíli.
Startlykilin er eitt 3,3 mm
tunt elektroniskt ”kreditt-
kort”, ið kann verða í
mappuni saman við øðrum
kredittkortum.
Bilurin hevur so nógvar
innbygdar trygdarskipanir at
ein heil ritgerð kundi verið
gjørd um tað, men saman
um tikið snýr tað seg um
at t.d. bremsur, stýring og
fjaðraskipan arbeiða saman
fyri at hjálpa bilføraranum
mest møguligt undir øllum
koyriumstøðum.
Ein slíkur bilur kostar
nakað væl yvir milliónina
at keypa í Føroyum.
Lexus LS:
Tann fullkomni bilurin?
Hybridbilurin Lexus LS 600H L er tann
størsti og dýrasti Lexus við 5,0 litur V8
motori og 150 kw el-motori við tilsamans
450 hk. Hesin er 12 cm longri enn LS 460
Lexus LS 460 við 18” hjólum og
luftfjaðraskipan til øll hjólini
Kabinan er
innrættað í
besta ”Rolls-
Royce” stíli