hósdagur 4. januar 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 3 - 4. januar 2007
Sjúkrahúsleiðslan
ynskir, at ljósmøð
urnar taka uppsøgn
irnar aftur, og at
tær vera við til at
menna eina nýggja
skipan. Teir eru tó
fyrireikaðir uppá, at
uppsøgnirnar standa
við. – Vit hava eina
fyribils loysn klára,
sigur Allan Skaalum,
sjúkrahússtjóri
HEILSUVERKIÐ
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Allan Skaalum, sjúkra
hússtjóri veit einki nýtt
frá ljósmøðrunum. Hann
tosaði við umboð fyri jól
og millum jól og nýggjár,
men hann hevur einki
hoyrt frá teimum um
nýggja uppskotið.
- Ljósmøðurnar skulu
møguliga hava eitt sindur
av tíð til at umhugsa sína
støðu, men eg vóni at fáa
svar í hesi vikuni, sigur
Allan Skaalum.
Ósemjan ein
longri søga
Hann er varugur við, at
tað eru ávís viðurskifti við
nýggja uppskotinum, sum
ljósmøðurnar eru ótryggar
við. Hann vónar tó, at tær
taka uppsøgnirnar aftur,
og at tey í felag kunnu
menna eina skipan, sum
øll kunnu liva við.
- Summi viðurskifti,
sum ljósmøðurnar nevna,
hava ein annan part uppií.
Tað eru eisini hinir starvs
bólkarnir, sum vit mugu
taka fyrilit fyri, so tað
ber ikki bara til at geva
ljósmøðrunum
ábygd
av øllum tí fríska, sigur
Allan, sum vísir á, at tað
er ein longri søga aftan
fyri ósemjuna millum fak
bólkarnar.
Hann er tó vónaríkur
um, at tað fer at bera til at
gera eina skipan í felag,
sum fólk kunnu taka betri
undir við.
- Tað hevði verið áhuga
vert at roynt hetta upp
skotið saman við ljós
møðrunum og síðani at
ment tað víðari. Hetta
uppskotið er eitt stig á
vegnum, sigur Allan.
Hava aðra loysn klára
Allan Skaalum er væl greið
ur yvir, at uppsøgnirnar
hjá ljósmøðrunum kunnu
standa við. Tí hava tey
longu nú fyrireika eina fyri
bils loysn, og tey fara eis
ini skjótt at fyrireika eina
lýsing eftir fólki. Sjúkra
hússtjórin ætlar ikki at
bíða alt ov leingi eftir svar
frá ljósmøðrafelagnum.
- Vit vera noyddir at
fyrireika eina lýsing í
nærmastu framtíð. Um
uppsøgnirnar standa við,
hava vit eina fyribils loysn
klára. So fáa vit danskar
ljósmøður upp. Tær verða
ikki eins nógvar, men tær
kunnu røkja tær somu
uppgávurnar, sigur All
an, sum enn hevur vón
ina um at fáa semju við
ljósmøðrafelagið.
- Tað er nógv arbeiði í
at fáa ein heilan nýggjan
starvsbólk at koyra, so vit
vóna, at vit kunnu halda
fram við núverandi starvs
fólkum. Tað hevði verið
tað besta, sigur sjúkra
hússtjórin at enda.
Í dag skulu ljósmøð
urnar hava fund um
uppskotið frá Allani
Skaalum, sjúkra
hússtjóra, um eina
nýggja skipan fyri
ljósmøðurnar. Tær
skulu taka støðu til,
um tær taka upp
søgnirnar aftur ella
ikki
HEILSUVERKIÐ
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Stríðið um arbeiðsøkið
hjá ljósmøðrunum stendur
við. Ljósmøðrurnar hava
í langa tíð verið ónøgdar
við, at leiðarin einans hevur
verið fyribils settur – í
nærum átta ár. Eisini vilja
ljósmøðrurnar taka sær
av frískum barnakonum í
barsil.
- Ljósmøður hava serút
búgving á økinum. Vit vilja
fegin sleppa at arbeiða á
okkara virkisøki, men tað
sleppa vit ikki við núverandi
skipan.
– Vit hava spurt Hans Paula
Strøm, landsstýrismann í
almanna- og heilsumálum,
um barnakonur eru eitt
frískt ella eitt sjúkt øki.
Hann hevur tó ikki svarað
okkum.
Ljósmøðurnar
hava ein serkunnleika til
at taka okkum av frískum
barsilskonum, sigur Eyðfríð
L. Jacobsen, forkvinna í
Ljósmøðrafelagnum.
Bikarið fleyt yvir
Fyri einari tíð síðani kom
sjúkrahúsleiðslan
við
einum uppskoti um eina
arbeiðsskipan. Har skuldu
sjúkrarøktarfrøðingarnir
fáa ábyrgdina av barninum
tveir tímar eftir føðingina.
Hetta kunnu ljósmøðurnar
als ikki góðtaka, og tí hava
tær valt at siga upp frá 1.
februar.
Nýtt uppskot at
taka støðu til
Sjúkrahússtjórin,
Allan
Skaalum, er nú komin
við einum nýggjum upp
skoti. Í hesum uppskoti
num verða tveir javnbjóðis
stjórar – ein fyri sjúkra
røktarfrøðingarnar og ein
fyri ljósmøðrurnar.
Soleiðis skulu tær kvinnur
og børn, sum hava tað gott
liggja á einum øki fyri seg,
sum ljósmøðrurnar standa
fyri.
Tær kvinnur og børn,
sum ikki eru frísk, liggja
á einum øðrum øki, sum
sjúkrarøktarfrøðingarnir
standa fyri. Her er millum
annað talan um kvinnur,
sum hava átt ov tíðliga.
Ynskið hjá ljósmøðrunum
er at fáa eina familjudeild
fyri seg, men hetta hevur
sjúkrahússtjórin avvíst.
Óvissa um ávís
viðurskifti
Í Degi & Viku týsdagin
segði Eyðfríð L. Jacobsen,
at hon væntaði ikki, at
ljósmøðurnar fara at taka
uppsøgnirnar
aftur
av
nýggja uppskotinum.
- Har eru nógv viðurskifti,
sum eru ov ótrygg, segði
hon tá.
Sosialurin hevur spurt
hana, hvørji hesi viðurskifti
eru.
- Vit hava fund um hetta
í dag, og eg veit als ikki,
hvat ljósmøðurnar fara at
siga. Tað eru nøkur ógreið
viðurskifti, sum vit fegin
vilja fáa staðfest. Vit vilja
fegin tryggja okkum, at
hetta verður ein skipan, sum
vit fara at arbeiða seriæst
við, sigur Eyðfríð.
Svar í vikuni
Hon væntar, at tey fara at
svara sjúkrahúsleiðsluni í
hesi vikuni.
- Vit fara at tosa saman
og gera greitt, hvørjar
treytir vit vilja hava á
arbeiðsplássinum. Síðani
fara vit at siga sjúkrahús
leiðsluni frá, hvat skal til,
fyri at ljósmøðurnar trekkja
uppsøgnirnar aftur, sigur
Eyðfríð, sum ikki heldur, at
ljósmøðrurnar eru bangnar
fyri at missa starvið.
- Eg haldi ikki, at nakar er
bangin um at missa starvið.
Tá ið tú hevur sagt upp, er
tú komin til ta niðurstøðu,
at arbeiðsstøðan er ótolandi.
Um umstøðurnar broytast,
taka vit stæðu út frá tí.
Ein ljósmøður kann vera
vikar uttanlands í 14 dagar
og fáa tvær mánaðarlønir,
sigur Eyðfríð L. Jacobsen
at enda.
Ljósmøður:
Fund um uppskotið frá
sjúkrahúsleiðsluni í dag
Sjúkrahúsleiðslan:
Fyrireikaðir upp á
at uppsøgnirnar
standa við
Allan Skaalum,
sjúkrahússtjóri
Roknað verður ikki við, at ljósmøðurnar taka uppsagnir sínar aftur, nú nýtt
uppskot er komið frá sjúkrahúsleiðsluni
Mynd: Jens Kr. Vang
tíðindi