Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 3 - 4. januar 2007 Sjúkrahúsleiðslan ynskir, at ljósmøð­ urnar taka uppsøgn­ irnar aftur, og at tær vera við til at menna eina nýggja skipan. Teir eru tó fyrireikaðir uppá, at uppsøgnirnar standa við. – Vit hava eina fyribils loysn klára, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri HEILSUVERKIÐ Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Allan Skaalum, sjúkra­ hússtjóri veit einki nýtt frá ljósmøðrunum. Hann tosaði við umboð fyri jól og millum jól og nýggjár, men hann hevur einki hoyrt frá teimum um nýggja uppskotið. ­ Ljósmøðurnar skulu møguliga hava eitt sindur av tíð til at umhugsa sína støðu, men eg vóni at fáa svar í hesi vikuni, sigur Allan Skaalum. Ósemjan ein longri søga Hann er varugur við, at tað eru ávís viðurskifti við nýggja uppskotinum, sum ljósmøðurnar eru ótryggar við. Hann vónar tó, at tær taka uppsøgnirnar aftur, og at tey í felag kunnu menna eina skipan, sum øll kunnu liva við. ­ Summi viðurskifti, sum ljósmøðurnar nevna, hava ein annan part uppií. Tað eru eisini hinir starvs­ bólkarnir, sum vit mugu taka fyrilit fyri, so tað ber ikki bara til at geva ljósmøðrunum ábygd av øllum tí fríska, sigur Allan, sum vísir á, at tað er ein longri søga aftan fyri ósemjuna millum fak­ bólkarnar. Hann er tó vónaríkur um, at tað fer at bera til at gera eina skipan í felag, sum fólk kunnu taka betri undir við. ­ Tað hevði verið áhuga­ vert at roynt hetta upp­ skotið saman við ljós­ møðrunum og síðani at ment tað víðari. Hetta uppskotið er eitt stig á vegnum, sigur Allan. Hava aðra loysn klára Allan Skaalum er væl greið­ ur yvir, at uppsøgnirnar hjá ljósmøðrunum kunnu standa við. Tí hava tey longu nú fyrireika eina fyri­ bils loysn, og tey fara eis­ ini skjótt at fyrireika eina lýsing eftir fólki. Sjúkra­ hússtjórin ætlar ikki at bíða alt ov leingi eftir svar frá ljósmøðrafelagnum. ­ Vit vera noyddir at fyrireika eina lýsing í nærmastu framtíð. Um uppsøgnirnar standa við, hava vit eina fyribils loysn klára. So fáa vit danskar ljósmøður upp. Tær verða ikki eins nógvar, men tær kunnu røkja tær somu uppgávurnar, sigur All­ an, sum enn hevur vón­ ina um at fáa semju við ljósmøðrafelagið. ­ Tað er nógv arbeiði í at fáa ein heilan nýggjan starvsbólk at koyra, so vit vóna, at vit kunnu halda fram við núverandi starvs­ fólkum. Tað hevði verið tað besta, sigur sjúkra­ hússtjórin at enda. Í dag skulu ljósmøð­ urnar hava fund um uppskotið frá Allani Skaalum, sjúkra­ hússtjóra, um eina nýggja skipan fyri ljósmøðurnar. Tær skulu taka støðu til, um tær taka upp­ søgnirnar aftur ella ikki HEILSUVERKIÐ Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Stríðið um arbeiðsøkið hjá ljósmøðrunum stendur við. Ljósmøðrurnar hava í langa tíð verið ónøgdar við, at leiðarin einans hevur verið fyribils settur – í nærum átta ár. Eisini vilja ljósmøðrurnar taka sær av frískum barnakonum í barsil. ­ Ljósmøður hava serút­ búgving á økinum. Vit vilja fegin sleppa at arbeiða á okkara virkisøki, men tað sleppa vit ikki við núverandi skipan. – Vit hava spurt Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna­ og heilsumálum, um barnakonur eru eitt frískt ella eitt sjúkt øki. Hann hevur tó ikki svarað okkum. Ljósmøðurnar hava ein serkunnleika til at taka okkum av frískum barsilskonum, sigur Eyðfríð L. Jacobsen, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum. Bikarið fleyt yvir Fyri einari tíð síðani kom sjúkrahúsleiðslan við einum uppskoti um eina arbeiðsskipan. Har skuldu sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa ábyrgdina av barninum tveir tímar eftir føðingina. Hetta kunnu ljósmøðurnar als ikki góðtaka, og tí hava tær valt at siga upp frá 1. februar. Nýtt uppskot at taka støðu til Sjúkrahússtjórin, Allan Skaalum, er nú komin við einum nýggjum upp­ skoti. Í hesum uppskoti­ num verða tveir javnbjóðis stjórar – ein fyri sjúkra­ røktarfrøðingarnar og ein fyri ljósmøðrurnar. Soleiðis skulu tær kvinnur og børn, sum hava tað gott liggja á einum øki fyri seg, sum ljósmøðrurnar standa fyri. Tær kvinnur og børn, sum ikki eru frísk, liggja á einum øðrum øki, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir standa fyri. Her er millum annað talan um kvinnur, sum hava átt ov tíðliga. Ynskið hjá ljósmøðrunum er at fáa eina familjudeild fyri seg, men hetta hevur sjúkrahússtjórin avvíst. Óvissa um ávís viðurskifti Í Degi & Viku týsdagin segði Eyðfríð L. Jacobsen, at hon væntaði ikki, at ljósmøðurnar fara at taka uppsøgnirnar aftur av nýggja uppskotinum. ­ Har eru nógv viðurskifti, sum eru ov ótrygg, segði hon tá. Sosialurin hevur spurt hana, hvørji hesi viðurskifti eru. ­ Vit hava fund um hetta í dag, og eg veit als ikki, hvat ljósmøðurnar fara at siga. Tað eru nøkur ógreið viðurskifti, sum vit fegin vilja fáa staðfest. Vit vilja fegin tryggja okkum, at hetta verður ein skipan, sum vit fara at arbeiða seriæst við, sigur Eyðfríð. Svar í vikuni Hon væntar, at tey fara at svara sjúkrahúsleiðsluni í hesi vikuni. ­ Vit fara at tosa saman og gera greitt, hvørjar treytir vit vilja hava á arbeiðsplássinum. Síðani fara vit at siga sjúkrahús­ leiðsluni frá, hvat skal til, fyri at ljósmøðurnar trekkja uppsøgnirnar aftur, sigur Eyðfríð, sum ikki heldur, at ljósmøðrurnar eru bangnar fyri at missa starvið. ­ Eg haldi ikki, at nakar er bangin um at missa starvið. Tá ið tú hevur sagt upp, er tú komin til ta niðurstøðu, at arbeiðsstøðan er ótolandi. Um umstøðurnar broytast, taka vit stæðu út frá tí. Ein ljósmøður kann vera vikar uttanlands í 14 dagar og fáa tvær mánaðarlønir, sigur Eyðfríð L. Jacobsen at enda. Ljósmøður: Fund um uppskotið frá sjúkrahúsleiðsluni í dag Sjúkrahúsleiðslan: Fyrireikaðir upp á at uppsøgnirnar standa við Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri Roknað verður ikki við, at ljósmøðurnar taka uppsagnir sínar aftur, nú nýtt uppskot er komið frá sjúkrahúsleiðsluni Mynd: Jens Kr. Vang tíðindi