hósdagur 4. januar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 3 - 4. januar 2007
tíðindi
Nýggjan formann
Á ársaðalfundi í gjár fekk Felagið Línuskip nýggjan
formann. Rólant Poulsen, sum var formaður, og sum hevur
sitið í nevnd felagsins seinastu 13 árini, ynskti at sleppa
frá. Í hansara stað valdi aðalfundurin Jóhannes M. Olsen.
Aðalfundurin hjá línuskipunum staðfesti, at daghýran hjá
manningunum var 1.400 krónur í meðal í fjør, og at tað
var minni enn hjá flestu skipabólkunum. Felagið ætlar tí
at útvega línuskipunum fleiri møguleikar.
Útbyggja skúla
Ætlanin at byggja Tekniska Skúla í Klaksvík út er nú
sett í verk. Gjáramorgunin byrjaði útgrevsturin. Tað er
byggifyritøkan Norðhús, sum hevur fingið arbeiðið, sum
ætlandi verður liðugt um eitt ár. Ein nýggjur bygningur
skal byggjast norðan fyri verandi skúlabygning. Nýggi
bygningurin verður umleið 1.000 fermetrar í tveimum
hæddum. Sambært Norðlýsinum ger útbyggingin, at
tennisvøllurin hjá klaksvíkingum hvørvur.
Seinnapartin í gjár
mynstraði Diana
Poulsen úr Klaksvík
umborð á Atlantic
Navigator.
- Allar tær, sum eg
havi kamar saman
við eru fittar, so tað
er ordiliga gott!, sigur
17 ára sjókvinnan við
Sosialin
Sjókvinna
Orð & myndir: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Tað er ein øgilig
rokan her í góðshavnini í
Ánunum, nú klokkan er
farin at nærkast middegi.
Tað er mikudagur og
reiðarí’ið hevur í lýsing boð
að frá, at manningin skal
mynstra umborð kl. 12.
Bilar í hópatali standa
á havnarlagnum. Foreldur
koma við barni ella børnum
sínum, og onkur ung kvinna
má siga farvæl við ein ung
an sjómann.
Her síggjast eisini fleiri
ungir mans standa við
heldur sorgtungum eygum,
nú unnustan skal umborð
á henda stóra framleiðslu
trolaran.
Millum tey í júst hesi
støðuni, er 17 ára gamla
Diana Poulsen úr Klaksvík.
Hon er bæði von við sjó
manslívið og sjómanstos
heimanífrá. Pápin eigur
útróðrarbátin “Fiskaklett”,
og sjálv hevur hon – hóast
sín unga aldur – longu verið
fleiri túrar til skips.
- Henda túrin er beiggi
mín, Grímur eisini við. So
tað er bara fínt, sigur hon.
Forskotsseðil
Nú klokkan er farin beint
av tólv, byrja teir ungu sjó
garparnir at savnast kring
eitt borð inni í messuni.
Við borðið situr ein álv
arsamur maður og býtir
út eitt ark til hvønn ein
stakan av manningini. “For
skotsseðil”, stendur á tí.
Tey seta seg beinanvegin
við borðini at fylla hetta
arkið út. Tá tað er gjørt,
kann ein gera tað ein vil, tí
lagt verður neyvan frá landi
beinanvegin.
Kokkurin hevur longu
verið til arbeiðis, og hagani
ber til at snodda seg fram
til, at hansara partur liggur
ikki eftir: Døgurðin í dag er
longu klárur.
Í roynd og veru eru
fleiri av manningini longu
setstir við borðini at skaffa.
Tað tykist tó sum fleiri av
teimum ungu heldur vilja
sleppa at installera seg í
kømrum sínum, áðrenn
tey eta fyrstu máltíðina
umborð.
Alt hetta tekur sína tíð,
men tá klokkan er farin
beint av tvey, sæst Navigator
stevna út av Klaksvíkini og
leggja til brots á sín fyrsta
túr í ár.
Sum skilst er ætlanin í
fyrsta lagi at royna í før
oyskum sjógvi, og møguliga
í írskum sjógvi seinni.
Dámar væl
Hetta er sum nevnt ikki
fyrsti túrurin hjá ungu
klaksvíksgentuni
Dianu.
Hon var eisini við seinasta
túrin í farna árinum, og
hevur eisini verið til skips
við undanfarna trolaranum
hjá reiðarí’inum.
- Mær dámar bara væl at
vera á sjónum. Tað er well,
sigur hon.
Sjólívið hevur altíð havt
nógv at siga í umhvørvinum
hjá Dianu. Sum longu
nevnt eigur pápi hennara
ein útróðrarbát í Klaksvík.
Hetta hevur sjálvandi havt
ávirkan á heimalívið.
- Tá hann kom aftur av
túri, plagdi eg at spyrja
hann, hvat teir høvdu fingið.
So hetta er bara natúrligt
fyri meg, sigur Diana.
Tað eru kortini mong
ymisk viðurskifti sum gera,
at Dianu dámar sjólívið so
væl.
- Eg hevði hug at royna
okkurt nýtt, og eg haldi
eisini, at sjólívið er sera
spennandi.
- Og so fær ein eisini
rættiliga góða løn, slær hon
fast.
Frammanundan at Diana
fór til skips, hevði hon m.a.
arbeitt á landi í klædna
handli og í kiosk í Klaks
vík.
Langur túrur
Navigator kom aftur av
seinasta túrinum beint fyri
nýggjár. Hetta var eisini
ein rættiliga góður túrur til
fiskiskap.
Teir – ella rættari sagt:
tey – høvdu omanfyri 2200
tons henda túrin av surimi
og mjøli, so her var eingin
orsøk at klaga um sjálvan
fiskiskapin.
Fyri Dianu var tað kortini
eitt, sum hon er eitt sindur
hørm um – longdina á túri
num, sum vardi í umleið
seks vikur:
- Eg haldi, at túrurin
var góður, men hann var
kanska í longra langi. Men
hvat – vit fingu so fulla
last!, sigur hon.
Frídagar í landi
Tann omanfyri 100 fólk
stóra manningin náddi júst
heim at halda nýggjár,
áðrenn lagt varð frá landi
um tvey-tíðina í gjár.
Sjólívið
er well
”
Eg haldi, at tað
er í fínasta lagi
at gentur eisini
fara til skips. Hví
skuldu tær ikki
tað?!
Diana kennir fleiri av manningini, millum annað eina av
vinkonum hennara úr Klaksvík. Bróðir hennara, Grímur er
eisini við