Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 4. januar 2007 3 tíðindi Varðveita við Áir Hugskotið um at varðveita ta gomlu hvalastøðina við Áir er komið framaftur. Nú hevur landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, sett eina nevnd at kanna, um hvalastøðin kann umvælast og varðveitast. Armgarð Weihe, sum er formaður í nevndini, sigur við Útvarpið, at nevndin kannar fyrst, um hvalastøðin kann varðveitast sum savn. Hon sigur, at tað eru bara tvær slíkar hvalastøðir í heiminum, tann við Áir og ein í Avstralia. Fleiri met Tað var ikki bara ferðafólkatalið hjá flogvøllinum í Vágum, sum setti met í fjør. Tølini hjá flogvøllinum vísa, at ongantíð fyrr eru so nógv flogfør komin og farin um vøllin. Talið var 6.579, sum er heili 18 prosent meiri enn í 2005. Harumframt setti flutningurin við farmi eisini nýtt met. Í fjør fluttu flogførini 473 tons av farmi. Tað var 29 prosent meiri enn í 2005 og tað mesta nakrantíð. Harafturímóti fluttu flogførini minni post í fjør. Í farnu viku vórðu øll trøini, sum annars hava prýtt og fríðka um húsini uttan fyri hjá landslæknanum, feld. Orsøkin er at trøini vóru deyð, men til várs vera nýggj trø sett niður NÁTTÚRA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í Sigmundargøtu 5 í Havn, har landslæknin heldur til, hava fleiri stór og prýði­ lig trø prýtt økið rundan um stóra húsið. Lands­ læknahúsini vórðu bygd í 1913, og trøðini hava staðið har síðani. Í farnu viku hvurvu hesi. Næstan øll trøini eru burtur, og har stendur í dag eittans træi eftir. Tað sær ógvuliga bert út, nakið og kalt, tá tú í dag gongur niðan eftir Sigmundargøtu. Uttan at taka munnin ov fullan kann staðfestast, at ein býarmynd er broytt. Men hvussu ber tað til? Hvør er orsøkin og hvat skal henda við økinum har trøini einaferð stóðu? Trøini deyð Vit ringdu til landsarkitektin, Ole Jensen, og settu hon­ um hesar spurningar, sum nógvir borgarar í høvuðs­ staðnum hava sett sær sjálv­ um. – Har er eitt stórt øki, sum var tilgrógvið við sponskum hindberum. Eis­ ini vóru fleiri rønnetrø, men tey vístu seg fyri ein stóran part at vera deyð. Har vóru nakrar greinar, ið høvdu bløð, men nógv av trøunum vóru deyð kortini, og tá tey annars hava eina avmarkaða livitíð, so valdu vit at skifta øll trøini, greiðir Ole Jensen frá. Hann sigur, at tey um­ hugsaðu møguleikan at skifta trøini út stigvíst, soleiðis at tað ikki kom at síggja so ógvusligt út, men eftir nakrar fakligar og praktiskar metingar av­ gjørdu teir, at skifta øll trøini um eina leið. Eitt træ stendur eftir og orsøkin til er heilt einfalt, at tað træið er frískt og hevur nøkur ár eftir enn. Skelkaður Pál Weihe, yvirlækni, starv­ ast dagliga í húsinum á Sigmundargøtu 5. Hann gjørdist ikki sørt skelkaður, at øll trøini knappliga vóru feld. – Eg gjørdist rímiliga skelkaður, tá eg sá at øll trøini vóru feld. Vit høvdu avtalað, at Hjálpirót skuldi koma og rudda út í teimum sponsku hindberunum, og annars taka tey trø sum vóru deyð, sigur Pál Weihe. – Men tá tað er ein faklig meting, at øll trøini vóru deyð, so má eg boyggja meg fyri tí, hóast eg haldi tað er serdeilis svárt at síggja trø falla, heldur Pál Weihe. Nýggj trø til várs Landslæknahúsið stendur nú bert og nakið, men tað verður ikki leingi, so fara stór trø aftur at fríðka um í økinum. – Vit fara nú at bíleggja stór trø at seta við aftur, har hini hava staðið. Her verður talan um lutfalsliga stór trø, einar tveir­tríggjar metrar koma tey at vera. Tað er ikki heilt so stórt sum tey gomlu trøini, og tað kemur at ganga ein tíð áðrenn tey hava somu stødd og fyllu sum hini, greiðir Ole Jensen frá. Hetta er uttan iva ein uggi hjá mongum, og eisini Pál Weihe fegnast um hetta. – Ja, hetta er góð tíðindi eftir tey ringu tíðindini, men tað verður nú einaferð øgiliga berligt her inntil nýggju trøini eru komin, sigur Pál Weihe. Hetta ásannar Ole Jensen eisini. – Tað kemur so at vera ein øðrvísi mynd, vit koma at síggja kring landslækna­ húsini komandi tíðina, ásannar Ole Jensen og for­ telur so, at tað verður til várs, at nýggju trøini verða sett niður. Roknaði við at løgreglan kom Jóhan Christiansen boðaði løgregluni frá, at tveir mans umborð á Lómi høvdu sæð ein menniskjakropp í sjónum, og hann roknaði við at løgreglan fór at koma beinanvegin DRUKNI­VANLUKKA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri, sigur við Sosialin, at hann hevur tosað við Jóhan Christ­ iansen, sum tók ímóti Lómi, tá farmaskipið legði at nýggjársnátt. – Hann tók í móti bátinum, og tá báturin er um at koma at, rópa teir umborð á Lómi, at teir halda seg síggja eitt likam, sigur Jónsvein Lamhauge. Hann fortelur, at teir tríggir, Jóhan Christian­ sen og teir báðir á Lómi, síðani hugdu í felag, men sóu onki. Í stuttari viðmerking til Sosialin sigur Jóhan Christiansen, at hann síðani fór beinleiðis inn og boðaði løgregluni frá, at teir umborð á Lómi meintu seg hava sæð ein menniskjakropp á sjónum. Hann tosaði eina løtu við løgregluna, og gekk síðani út frá, at løgreglan fór at koma á staðið beinanvegin. Men tað gjørdi løg­ reglan ikki. Ikki fyrr enn níggju tímar eftir at Jóhan Christiansen boðaði løg­ regluni frá, byrjaði leit­ ingararbeiði eftir drukn­ aða manninum. Vit ætlaðu at fáa eina viðmerking frá løgregl­ uni og Jón Klein Olsen til málið, men tað eydnaðist ikki áðrenn evstamark okkara. Elligomul trø feld og býarmynd broytt – Vit fara nú at bíleggja stór trø at seta við aftur, har hini hava staðið. Her verður talan um lutfalsliga stór trø, einar tveir-tríggjar metrar koma tey at vera. Tað er ikki heilt so stórt sum tey gomlu trøini, og tað kemur at ganga ein tíð áðrenn tey hava somu stødd og fyllu sum hini, sigur Ole Jensen, landsarkitektur Mynd: Jens Kr. Vang