hósdagur 4. januar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 3 - 4. januar 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Góða Jona
Nú ert tú farin “med
alla”.
Vit skulu øll einaferð
fara “med alla”, men í
okkara hugaheimi var tað
blivið so, at vit hildu, at tú
altíð fór at verða her.
Hesa kenslu hava vit
óiva, tí at tú ávirkaði
okkum á ymiskan hátt í
barna og ungdómsárum, og
seinri í lívinumm hevur tú
fylgt við og havt áhuga fyri
hvussu okkum er gingist
Fyrstu minni um teg
hava vit sjálvsagt av Áar
vegnum, har tú búði hjá
ommu tíni Angeliku og
vit vóru nærmastu grannar.
At koma inn um gáttina hjá
Angeliku, beint úti frá og
innar í køkin, var sum at
koma inn í eina aðra verð.
Har búðu tit báðar uttan
nakran hentleika, bara kalt
vatn í krananum. Hvønn dag
kom pápi tín Palli og høgdi
pinnabrenni og bar kol, so
tað altíð var heitt og fjált at
koma inn í pinkuheim tykk
ara á Áarvegnum 12.
Føðingardagar tykkara
vóru angin av heitari
sjokulátu við róma omaná
og lagkøkum frá Frants,
Angelika sum sat í sínum
svarta kjóla við høgari flipp,
tú sum organiseraði undir
hald, og so øll hesi prátandi
havnafólkini sum trongdust
í lítlu klunkastovuni, sum
tíverri ikki er meir, men
minnini hava vit.
Tú arbeiddi í Føroya
banka. Vit hildu at tað
mátti verða verðins fínasta
arbeiðspláss og vóru stoltar
tá tú tók okkum við og vísti
okkum runt.
Vit vóru eisini av og á við
tær á konditarínum, har tú
vart fastur gestur, og vit
hildu at tað var reint luksus
tá vit kundu velja okkum
tað vit vildu hava.
So kom tíðin tá vit gjørdist
títlingar og seinri skótar, og
saman við nógvum øðrum
havnagentum slitu okkara
skógvar í KFUK har tú var
drívkraftin.
Tú vart ikki hugmyndin
av einum skóta, í gummi
stúvlum og ryggsekki á
vallaraferð, nei vit minnast
teg í valpressaðaum búna
og kritahvítari skúrtu og
høghælaðum skóm, men
skóti tað vart tú vi lív og
við sál.
Tú vart ein serliga virkin
kvinna við einari rúmligari
lívsáskoðan, sum gjørdi at
tú dugdi at standa á nógvum
pallum í lívinum
Títt dramatiska talent kom
til sjóndar tá tú stó á pall
inum í Sjónleikarahúsinum,
í hoyrispølum í útvarpinum
og í skemtisøgum tú skriv
aði. Eisini minnast vit all
ar tær frálíku kappingar
tú legði til rættis fyri tíni
skótalið, so tann søguliga
Havnin gjørdist livandi og
spennandi.
Á politiska pallinum stó
tú í fleiri ár. Tín politiski
áhugi var arvur heiman
ífrá, pápi tín var jú akt
ivur í politikki og við
døgurðaborðið í Snikk
arastovu bleiv kjakast um
samfelagsviðurskiftir við
serligum atlitið til arbeið
ararørsluna og javnaðar
flokkin. Her var tít politiska
medvit lagt.
Tað sum hevur kravt mest
av tær og sum tú hevur lagt
mest orku í, er títt arbeiði
á tí andaliga pallinum.
Tú segði frá tær tít góða
arbeiði í bankanum fyri
at blíva skrivari í KFUK.
Hetta nýggja starv megnaði
tú til fulnar, tú tókst tær av
øllum, uttan reingerðing og
matgerð, sum vit øll vita at
tú hataði.
Tó at tú vart KFUK skriv
ari, var tað skótarørðslan
í átti størsta pláss í hjarta
tínum heilt til tað sein
asta.
Eitt sum hevur verið sera
áhugavert við tær er at tú
hevur megnað at saman
sjóva allar pallarnar til eitt
netverk sum mangan hevur
verið tær hent.
Eitt annað sum var ser
ligt fyri teg var, at tað tú
gjørdi, ofta var sæð frá
einum kvinnupolitiskum
sjónarhorni. Hetta gav tær
til tíðir trupulleikar, allar
helst tí at andaligi pallurin
í Føroyum er traðkaður av
monnum. Men her nýtti tú
títt góða vit og skil, kryddað
við tínum skemtingarsama
lyndi og alt lagaði seg.
Góða Jona, vit og nógvar
við okkum vilja takka tær
fyri góðar, hugnaligar,
álvarsamar og ikki minst
stuttligar løtur, og alt tú
hevur verið fyri okkum.
Eyð, Ann, Karinbeth,
Nicolina og Asley
Minningarorð um
Jonu Henriksen
Fødd 4. januar 1924 - Deyð 4. septembur 2006
Í dag fyllir Birita Dam 70 ár. Birita er
fødd og uppvaksin í Havn. Foreldur
hennara vóru Katrina og Talius
Johansen, og saman høvdu tey fýra
børn. Karl, Biritu, Hans og Sigrun.
Katrina, mamma Biritu, var ættað
frá Gøtugjógv og stóran part av
barnaárunum hjá Biritu og hennara
systkjum, vóru tey norðuri í Gøtu og
ferðaðust hjá ommu og abba sínum.
Í 1959 giftist Birita við Ditlev Dam
úr Porkeri og fingu tey trý børn, Hera,
Beintu og Anniku. Heri og Annika
búgva bæði í Havn og Beinta býr í
Keypmannahavn. Birita eigur 4 fitt
ommubørn.
Birita er útbúgvin sjúkrasystur, hon
hevur starvast bæði hjá kommunulækna
og á Landssjúkrahúsinum í mong ár.
Hon er væl dámd ímillum fólk, hon er
altíð í góðum lag og sera positiv.
Hóast Birita er pensionerað, er hon
sera virkin, hon svimur og gongur túrar,
so at siga hvønn dag saman
við systrini Sigrun.
Sjálvan føðingardagin
heldur hon saman við allari
familjuni á Grand Canaria
við sól og summari.
Vit vilja ynskja Biritu
hjartaliga tillukku við føð
ingardegnum og alt tað besta
í framtíðini.
Frá okkum úr Vørðsluni
Birita Dam 70 ár
Magni Hentze, Tvøroyri, andaðist sunnudagin,
35 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkra
húskapellinum í kvøld kl. 17.30. Kistan fer
suður við Smyrli kl. 19.00. Jarðarferðin verður
úr Tvøroyrar kirkju leygardagin kl. 13.00. Sungið
verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Magna,
kunnu lata eina peningagávu; konta í Eik.
Jákup Heinesen, búsitandi í Keypmannahavn,
andaðist 30. desember, 35 ára gamal. Jarðarferðin
verður kunngjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
5. januar. Símeon. Halgimenni úr Kilikiu í Lítluasia,
sum doyði í árinum 459. Fekk navnið Stylites, tá ið hann í
422 fekk sær tilhald á einari 6 alin høgari súlu. Súla eitur
stylos á grikskum. Hebráiska navnið Shimon er av somu
rót sum navnið Sámuel og merkir lítli Sámal
Tíðindaskriv
Fríggjakvøldið 5. januar
2006 letur Edith Mørkøre
upp eina listaframsýning í
Leikalund í Klaksvík við
bæði abstraktum og ekspre
sionistiskum málningum.
Ferniseringin verður
fríggjakvøldið kl. 19.
Edith Mørkøre er av
Argjum. Hon hevur málað,
síðan hon var heilt ung og
hevur t.d. gingið á háskúla í
Rønde í Danmark, har hon
tók list sum sergrein.
Edith hevur fyrr verið
við á fleiri framsýningum,
bæði sum sjálvstøðug og
saman við øðrum. Hon er
útbúgvin innan handil og
arbeiðir í handli, samstund
is sum hon hevur atelier
heima.
Myndevnini á hesi fram
sýningini eru viðurskifti,
sum rørast í dagliga lívinum
sum t.d. rættvísi, órættvísi.
Allir málningarnir eru frá
2006.
Framsýningin verður
opin frá 5. til 31. januar,
mánadag til leygardag frá
kl. 10 um morgunin til 20
um kvøldið.
Edith Mørkøre:
Listaframsýning
í Leikalund
Frá 5. til 31. januar hevur
Edith Mørkøre listafram
sýning í Leikalund í
Klaksvík