Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 3 - 4. januar 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Góða Jona Nú ert tú farin “med alla”. Vit skulu øll einaferð fara “med alla”, men í okkara hugaheimi var tað blivið so, at vit hildu, at tú altíð fór at verða her. Hesa kenslu hava vit óiva, tí at tú ávirkaði okkum á ymiskan hátt í barna og ungdómsárum, og seinri í lívinumm hevur tú fylgt við og havt áhuga fyri hvussu okkum er gingist Fyrstu minni um teg hava vit sjálvsagt av Áar­ vegnum, har tú búði hjá ommu tíni Angeliku og vit vóru nærmastu grannar. At koma inn um gáttina hjá Angeliku, beint úti frá og innar í køkin, var sum at koma inn í eina aðra verð. Har búðu tit báðar uttan nakran hentleika, bara kalt vatn í krananum. Hvønn dag kom pápi tín Palli og høgdi pinnabrenni og bar kol, so tað altíð var heitt og fjált at koma inn í pinkuheim tykk­ ara á Áarvegnum 12. Føðingardagar tykkara vóru angin av heitari sjokulátu við róma omaná og lagkøkum frá Frants, Angelika sum sat í sínum svarta kjóla við høgari flipp, tú sum organiseraði undir­ hald, og so øll hesi prátandi havnafólkini sum trongdust í lítlu klunkastovuni, sum tíverri ikki er meir, men minnini hava vit. Tú arbeiddi í Føroya banka. Vit hildu at tað mátti verða verðins fínasta arbeiðspláss og vóru stoltar tá tú tók okkum við og vísti okkum runt. Vit vóru eisini av og á við tær á konditarínum, har tú vart fastur gestur, og vit hildu at tað var reint luksus tá vit kundu velja okkum tað vit vildu hava. So kom tíðin tá vit gjørdist títlingar og seinri skótar, og saman við nógvum øðrum havnagentum slitu okkara skógvar í KFUK har tú var drívkraftin. Tú vart ikki hugmyndin av einum skóta, í gummi­ stúvlum og ryggsekki á vallaraferð, nei vit minnast teg í valpressaðaum búna og kritahvítari skúrtu og høghælaðum skóm, men skóti tað vart tú vi lív og við sál. Tú vart ein serliga virkin kvinna við einari rúmligari lívsáskoðan, sum gjørdi at tú dugdi at standa á nógvum pallum í lívinum Títt dramatiska talent kom til sjóndar tá tú stó á pall­ inum í Sjónleikarahúsinum, í hoyrispølum í útvarpinum og í skemtisøgum tú skriv­ aði. Eisini minnast vit all­ ar tær frálíku kappingar tú legði til rættis fyri tíni skótalið, so tann søguliga Havnin gjørdist livandi og spennandi. Á politiska pallinum stó tú í fleiri ár. Tín politiski áhugi var arvur heiman­ ífrá, pápi tín var jú akt­ ivur í politikki og við døgurðaborðið í Snikk­ arastovu bleiv kjakast um samfelagsviðurskiftir við serligum atlitið til arbeið­ ararørsluna og javnaðar­ flokkin. Her var tít politiska medvit lagt. Tað sum hevur kravt mest av tær og sum tú hevur lagt mest orku í, er títt arbeiði á tí andaliga pallinum. Tú segði frá tær tít góða arbeiði í bankanum fyri at blíva skrivari í KFUK. Hetta nýggja starv megnaði tú til fulnar, tú tókst tær av øllum, uttan reingerðing og matgerð, sum vit øll vita at tú hataði. Tó at tú vart KFUK skriv­ ari, var tað skótarørðslan í átti størsta pláss í hjarta tínum heilt til tað sein­ asta. Eitt sum hevur verið sera áhugavert við tær er at tú hevur megnað at saman­ sjóva allar pallarnar til eitt netverk sum mangan hevur verið tær hent. Eitt annað sum var ser­ ligt fyri teg var, at tað tú gjørdi, ofta var sæð frá einum kvinnupolitiskum sjónarhorni. Hetta gav tær til tíðir trupulleikar, allar­ helst tí at andaligi pallurin í Føroyum er traðkaður av monnum. Men her nýtti tú títt góða vit og skil, kryddað við tínum skemtingarsama lyndi og alt lagaði seg. Góða Jona, vit og nógvar við okkum vilja takka tær fyri góðar, hugnaligar, álvarsamar og ikki minst stuttligar løtur, og alt tú hevur verið fyri okkum. Eyð, Ann, Karinbeth, Nicolina og Asley Minningarorð um Jonu Henriksen Fødd 4. januar 1924 - Deyð 4. septembur 2006 Í dag fyllir Birita Dam 70 ár. Birita er fødd og uppvaksin í Havn. Foreldur hennara vóru Katrina og Talius Johansen, og saman høvdu tey fýra børn. Karl, Biritu, Hans og Sigrun. Katrina, mamma Biritu, var ættað frá Gøtugjógv og stóran part av barnaárunum hjá Biritu og hennara systkjum, vóru tey norðuri í Gøtu og ferðaðust hjá ommu og abba sínum. Í 1959 giftist Birita við Ditlev Dam úr Porkeri og fingu tey trý børn, Hera, Beintu og Anniku. Heri og Annika búgva bæði í Havn og Beinta býr í Keypmannahavn. Birita eigur 4 fitt ommubørn. Birita er útbúgvin sjúkrasystur, hon hevur starvast bæði hjá kommunulækna og á Landssjúkrahúsinum í mong ár. Hon er væl dámd ímillum fólk, hon er altíð í góðum lag og sera positiv. Hóast Birita er pensionerað, er hon sera virkin, hon svimur og gongur túrar, so at siga hvønn dag saman við systrini Sigrun. Sjálvan føðingardagin heldur hon saman við allari familjuni á Grand Canaria við sól og summari. Vit vilja ynskja Biritu hjartaliga tillukku við føð­ ingardegnum og alt tað besta í framtíðini. Frá okkum úr Vørðsluni Birita Dam 70 ár Magni Hentze, Tvøroyri, andaðist sunnudagin, 35 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkra­ húskapellinum í kvøld kl. 17.30. Kistan fer suður við Smyrli kl. 19.00. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju leygardagin kl. 13.00. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Magna, kunnu lata eina peningagávu; konta í Eik. Jákup Heinesen, búsitandi í Keypmannahavn, andaðist 30. desember, 35 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Dagurin 5. januar. Símeon. Halgimenni úr Kilikiu í Lítluasia, sum doyði í árinum 459. Fekk navnið Stylites, tá ið hann í 422 fekk sær tilhald á einari 6 alin høgari súlu. Súla eitur stylos á grikskum. Hebráiska navnið Shimon er av somu rót sum navnið Sámuel og merkir lítli Sámal Tíðindaskriv Fríggjakvøldið 5. januar 2006 letur Edith Mørkøre upp eina listaframsýning í Leikalund í Klaksvík við bæði abstraktum og ekspre­ sionistiskum málningum. Ferniseringin verður fríggjakvøldið kl. 19. Edith Mørkøre er av Argjum. Hon hevur málað, síðan hon var heilt ung og hevur t.d. gingið á háskúla í Rønde í Danmark, har hon tók list sum sergrein. Edith hevur fyrr verið við á fleiri framsýningum, bæði sum sjálvstøðug og saman við øðrum. Hon er útbúgvin innan handil og arbeiðir í handli, samstund­ is sum hon hevur atelier heima. Myndevnini á hesi fram­ sýningini eru viðurskifti, sum rørast í dagliga lívinum sum t.d. rættvísi, órættvísi. Allir málningarnir eru frá 2006. Framsýningin verður opin frá 5. til 31. januar, mánadag til leygardag frá kl. 10 um morgunin til 20 um kvøldið. Edith Mørkøre: Listaframsýning í Leikalund Frá 5. til 31. januar hevur Edith Mørkøre listafram­ sýning í Leikalund í Klaksvík