hósdagur 4. januar 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
F
R
Í
G
G
J
A
D
A
G
U
R
5
.
J
A
N
U
A
R
2
0
0
7
VARPIÐ
TV3 Mikudagin kl. 20.00
Enough
Slim er av arbeiðarastættini, og hon starvast sum
tænari. Men lív hennara verður koppað á, tá hon
verður gift við Mitch. Skjótt livir hon nevnliga sum
verulig yvirklassakvinna við øllum tí, sum har til
hoyrir. Ikki minst, dóttrini, Gracie. Gleðin verður
tó stokkut, tá Slim kemur eftir, at maðurin kortini
ikki er so perfektur. Harðligi atburður hansara ger,
at hon roynir at rýma, men hetta er trupult. Ikki
minst, tí Mitch hevur fólk at hjálpa sær. Tí verður
hon eisini funnin, tá nýggja lív hennara so smátt er
byrjað, men Slim ætlar sær á ongan hátt heimaftur.
Hon hevur fingið nokk.
Canal+Film1 Fríggjadagin kl. 19.00
Jay Z – Fade to Black
Í 2003 kunngjørdi hip hop-kongurin-
Jay Z, at næsta fløga hansara bleiv
tann seinasta. Og til seinastu kon-
sert hansara sang hann fyri einum
útseldum Madison Square Gareden.
Í hesum dokumentarfilminum lítur
Jay Z aftur á lívið og yrkisleiðina. Ikki
minst við seinastu konsertini í huga.
3+ Týsdagin kl. 20.00
Red Corner
Í Kina verður ein ósekur ameri-
kanskur borgari skuldsettur fyri at
hava myrt eina kinverska fotomo-
del. Maðurin – spældur av Richard
Gere – upplivur ringastu marru sína,
tá hann noyðist at staðfesta, at
tað snøgt er ógjørligt at sleppa úr
kinversku rættarskipanini. Einasti
møguleiki hansara er ein kvinnuligur
kinverskur advokatur, men heldur
ikki hon heldur, at hann sigur sann-
leikan.
DR2 Mánadagin kl. 19.50
Stasi – Af kærlighed til fol-
ket
Í 20 ár starvaðist harra S sum embæ-
tismaður og tænti samfelagnum.
Af kærleika. Tá tíðirnar skiftu, og
múrurin fall, fall tilveran hjá S eisini
sundur. Einsamallur á skrivstovu síni
gav hann eina frágreiðing um starv
sítt. Um 20 ár, har hann tænti Stasi
fregnartænastuni. Vitnisburðurin hjá
S saman við dokumentatión úr bæði
almennum og privatum goymslum er
grundarlagið undir hesum dokumen-
tarfilminum.