Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› F R Í G G J A D A G U R   5 . J A N U A R   2 0 0 7 VARPIÐ TV3 Mikudagin kl. 20.00 Enough Slim er av arbeiðarastættini, og hon starvast sum tænari. Men lív hennara verður koppað á, tá hon verður gift við Mitch. Skjótt livir hon nevnliga sum verulig yvirklassakvinna við øllum tí, sum har til hoyrir. Ikki minst, dóttrini, Gracie. Gleðin verður tó stokkut, tá Slim kemur eftir, at maðurin kortini ikki er so perfektur. Harðligi atburður hansara ger, at hon roynir at rýma, men hetta er trupult. Ikki minst, tí Mitch hevur fólk at hjálpa sær. Tí verður hon eisini funnin, tá nýggja lív hennara so smátt er byrjað, men Slim ætlar sær á ongan hátt heimaftur. Hon hevur fingið nokk. Canal+Film1 Fríggjadagin kl. 19.00 Jay Z – Fade to Black Í 2003 kunngjørdi hip hop-kongurin- Jay Z, at næsta fløga hansara bleiv  tann seinasta. Og til seinastu kon- sert hansara sang hann fyri einum  útseldum Madison Square Gareden.  Í hesum dokumentarfilminum lítur  Jay Z aftur á lívið og yrkisleiðina. Ikki  minst við seinastu konsertini í huga. 3+ Týsdagin kl. 20.00 Red Corner Í Kina verður ein ósekur ameri- kanskur borgari skuldsettur fyri at  hava myrt eina kinverska fotomo- del. Maðurin – spældur av Richard  Gere – upplivur ringastu marru sína,  tá hann noyðist at staðfesta, at  tað snøgt er ógjørligt at sleppa úr  kinversku rættarskipanini. Einasti  møguleiki hansara er ein kvinnuligur  kinverskur advokatur, men heldur  ikki hon heldur, at hann sigur sann- leikan. DR2 Mánadagin kl. 19.50 Stasi – Af kærlighed til fol- ket Í 20 ár starvaðist harra S sum embæ- tismaður og tænti samfelagnum.  Af kærleika. Tá tíðirnar skiftu, og  múrurin fall, fall tilveran hjá S eisini  sundur. Einsamallur á skrivstovu síni  gav hann eina frágreiðing um starv  sítt. Um 20 ár, har hann tænti Stasi  fregnartænastuni. Vitnisburðurin hjá  S saman við dokumentatión úr bæði  almennum og privatum goymslum er  grundarlagið undir hesum dokumen- tarfilminum.