fríggjadagur 5. januar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 4 - 5. januar 2007
tíðindi
Samhaldsfasti hækkar við helvt
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur á fundi 04. januar 2007 samtykt
at hækka eftirlønina úr grunninum við umleið 52% frá 1. feb 2007 sammett við januar
2007, soleiðis at eftirlønin verður 1.860 kr um mánaðin. Ásetingin er galdandi fyri restina
av 2007 og alt árið verður eftirlønin samanlagt 21.685 kr. Øll, sum hava fylt 67 ár, fáa
eftirløn úr grunninum. Upprunaliga hevði stýrið ásett útgjaldið til 1.225 kr. um mánaðin,
men eftir løgtingssamtyktina um økt inngjald, er útgjaldið ásett av nýggjum.
Lønmóttakarar og arbeiðsgevarar hava síðan 1. januar 1992 goldið í grunnin.
Lønmóttakarar og arbeiðsgevarar rinda ein prosentpart av ávikavist a-inntøkuni og
útgoldnu lønini, so hvørt lønin verður útgoldin. Frá 1. januar 2007 rinda lønmóttakarar og
arbeiðsgevarar hvør 1,5% av lønini og frá 1. januar 2008 hvør 1,75% av lønini.
Annfinn V. Hansen,
advokatur metir
ikki, at limirnir í
nýggja stýrinum
fyri Kringvarpið
eru ógegnigir.
Innlendismálaráðið
ivast eisini í,
um limirnir eru
inhabilur. Men um
so er, er talan um
eitt sera prinsipielt
mál, sum kann taka
vikur ella mánaðir
at avgera, sigur Rúni
Joensen , aðalstjóri
KRINGVARP
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
- Tann nýggja kringvarps
lógin sigur greitt hvørji
kunnu veljast, og hvørji ikki
eru valbær, sigur Annfinn
V.
Hansen,
advokatur,
nú kjak hevur verið, um
fleiri av limunum í nýggja
kringvarpsstýrinum
eru
gegnigir.
Hann metir, at fyri
sitingarlógin
snýr
seg
um ítøkiligan habilitet í
ítøkiligum málum, og tí metir
hann, at fyrisitingarlógin
forðar fyri, at tey fólkini,
sum ivi eru sáddur um í
kringvarpssýrinum, kunnu
halda fram í sínum sessum.
- Fyrisitingarlógin snýr
seg um konkreta málsvið
gerð, sigur Annfinn V.
Hansen og leggur afturat,
at um tað skuldi komið fyri,
at mál verða viðgjørd, har
stýrislimir eru beinleiðis
ógegnigir, so ber til at biðja
varalimirnar taka sætið á
fundinum.
Spurnartekn er eisini sett
við, um nýggi formaðurin
í stýrinum, Símun Absa
lonsen, er gegnigur, av
tí at hann er at hoyra á
útvarpsrásini Lindin av og
á. Men í stuttari samrøðu
við Sosialin í gjár segði
formaðurin, at hesar send
ingar eru gjørdar fyri eini
2-3 árum síðani. Sostatt er
talan um endursendingar,
sum enn javnan eru at hoyra,
hóast Símun Absalonsen
ikki sigur seg hava havt
nakað tilknýti til Lindina
síðani.
Prinsipielt mál
Mentamálaráðið
hevur
nú beint málið víðari til
Innlendismálaráðið at taka
støðu til.
Rúni Joensen, aðalstjóri
í
Innlendismálaráðnum
sigur við Sosialin, at bíðað
verður til mánadagin at
taka støðu til, um málið
yvirhøvure skal viðgerast,
tí spurningurin er, um tað
yvirhøvur er eitt ma´l, sum
hann málber seg.
Rúni Joensen sigur tó,
at um tað verður tikið upp,
so er talan um eitt sera
prinsipielt mál, nenviliga
um fólk yvirhøvur kunnu
sita í starvi, um tey hava
tætt tilknýti til ávíasr per
sónar, og so kann málið
taka drúgva tíð at viðgera.
- So kann talan verða um
vikur ella mánaðar, greiðir
Rúni Joensen frá. Hann er
tó samdur við Annfinni V.
Hansen í tí, at í hesum
førinum er neyvan talan um
konkreta málsviðgerð, og
tí er talan helst ikki um, at
stýrismimirnir verða mettir
ógegnigir.
Hóast formaður
Sambandsfloksins
fyrr í vikuni sló
fast, at hann var
ímóti deyðarevsing,
hóast hann metti
rættvísi hava sigrað,
tá Saddam Hussein
varð hongdur, so eru
røddirnar í flokkinum
ikki tagnaður
um hetta evnið.
Formaðurin í Norðoya
Sambandsfelag
kallar dómin hjá
Saddam Hussein eina
”neyðuga avleiðing”,
og heimasíðan hjá
flokkinum himprast
ikki við at skemta við
teimum, sum finnast
at deyðadóminum
POLITKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
”Tórbjørn Jacobsen sigur
seg vera ímóti deyða
revsing, tí tey dripnu
blíva martýrar, og størsti
trupulleikin við teimum
er, at ”hvørki riflukúlur,
øks ella gálgi bíta á teim
um”.
- Ella sagt við øðrum
orðum: Tórbjørn Jacobsen
er ímóti deyðarevsing, tí
tá tú fyrst hevur dripið
ein brotsmann einaferð,
fært tú ikki dripið hann
einaferð afturat”.
Stuttligt? Tað er upp til
lesararnar at døma. Í øllum
er omanfyri standandi brot
funnið á skemtiteiginum
á heimasíðu Sambands
floksins.
Eftir at formaður flok
sins, Kaj Leo Johannesen,
um nýggjársleitið kom at
siga, at tað var ótrúliga
positivt”, at Saddam Hus
sein fekk tann dómin,
hann fekk, valdi hann
tó seinni at taka orðini í
seg aftur. Men hann stóð
fast við, at ”rættvísi hevði
sigrað” í Irak. Hóast Kaj
Leo Johannesen eisini
á
tingsins
røðarapalli
hevur kallað dómin hjá
Saddam Hussein ”ótrú
liga positivan”, sló hann
tó í vikuni fast, at Sam
bandsflokkurin er ímóti
deyðarevsing.
Men enn eru ikki allar
súðir syftar í Sambands
flokkinum í málinum um
deyðarevsing. Formaðurin
í Norðoya Sambandsfelag,
John William Joensen,
skrivar í lesarabrævi í
dag m.a., at ” Tað man
vera ein løgin kensla sum
IRAKiskir
fólkavaldir
politikarar sita við, tá teir
hoyra vesturlendingar verja
gomlu ilmennini í løgdu
landi í oyði við at føra
long og kostnaðarmikil
kríggj við grannalondini.
Vit hava tíbetur avtikið
deyðarevsing á okkara
leiðum, tí vit hava í hálva
øld liva eina friðarliga
tilveru og eru signaði við
friði.
Veruleikin í Irak er ein
heilt annar og tí eiga vit ikki
við okkara sjálvsrættvísi
at siga irakiska fólkinum
hvussu tey skulu skipað
sína rættvísi uppgerð við
fortíðina”. 9
Deyðarevsing
livir enn í Sam
bandsflokkinum
- Stýrislimirnir eru gegnigir
Andreas Petersen,
formaður í Løgting
sins mentanarnevnd,
hevur einki ímóti, at
landsstýrismaðurin
hevur sett ein for
mann, sum hevur
funnist at, at løg
maður hevur hildið
røðu fyri samkyndum
ella, at at formaðurin
hevur róst menta
málaráðharranum
KRINGVARP
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Sosialurin
prentaði
í
gjár nøkur brot úr lesara
brøvum hjá Símuni Absa
lonsen, formanni í kring
varpsstýrininum, har hann
m.a. fanst at løgmanni fyri at
halda røðu fyri samkyndum,
og rósti Jógvani á Lakjuni,
mentamálaráðharra, sum
nú hevur sett hann sum
formann í stýrinum fyri
Kringvarpið. Eisini fanst
hann at tí sosialdemokratiska
samfelagnum, sum hann
metti føra til eina bíbliu
ótrugva humanismu. Sjálvur
hevði Símun Absalonsen
ongar viðmerkingar til hetta
í blaðnum í gjár
Andreas
Petersen
úr
Javnaðarflokkinum er for
maður í mentanarnevnd
Løgtingsins, heldur tó ikki,
at hetta fer at ávirka Kring
varpið.
- Vit í mentanarnevndini
settu eina nevnd, sum vit
í nevndini hildu umboða
ymiskar meiningar, sigur
Andreas Petersen.
Danskt og
íslendskt modell
- Tankin var, at gera filtur
millum politiska myndug
leikan og Kringvarpið. Hetta
var breið politisk semja um.
Allir flokkar vóru við uttan
Miðflokkurin.
Andreas Petersen metir
ikki, at tann eini nevnd
arlimurin kann ávirka stýris
arbeiðið nakað nevnivert, av
tí at 7 limir síta í stýrinum.
- Tað er møguligt, at eg
ikki eri samdur við hansara
holdningum,
men
tað
er man ikki altíð. Stýrið
er breitt samansett, sigur
Andreas Petersen, ið leggur
afturat, at kringvarpsstýrið
er samansett eftir danskarai
og íslendskari fyrimynd.
- Stýrið er breitt samansett
KRINGVARPSLÓGIN §4. Stk. 5.
Løgtingslimur ella fólkatingslimur kann ikki verða limur í
stýrinum fyri Kringvarp Føroya. Starvsfólk, nevndarlimur
ella leiðsla fyri øðrum føroyskum fjølmiðli kunnu ikki verða
limir í stýrinum fyri Kringvarp Føroya.
FAKTA
Andreas Petersen, formaður í
Løgtingsins mentanarnevnd
Annfinn V. Hansen,
advokatur