fríggjadagur 5. januar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007
Vikuskifti
Spurningurin, sum Rithøv
undafelagið sett i teimum,
sum sótu við pallborðið á
bókadegnum 3. desember í
Norðurlanda húsinum:
Fortreytir: Tjóðskapur er
ikki ein treyt fyri bókmentir.
Skaldskapur og bókmentir eru
fortreytir fyri bókmentaligari
menning. Høvundarnir skulu
sjálvsagt hava eitt mál, duga
at málbera seg og hava okkurt
at skriva, men tað er í grundini
líka mikið á hvørjum máli
bókmentirnar eru. Uttan tá ið
bókmentir verða fataðar sum
tað evsta prógvið um tjóðskap
– tá verður málið avgerandi.
Skrift
Skriftmál okkara var av
fyrstan tíð skapað fyri at
prógva, at tað er eitt mál, og
fyri at geva innsavnarunum
av kvæðunum eitt betri ar
beiðsamboð enn tey høvdu
frammanundan. Skriftmálið
hevur verið fortreytin fyri, at
føroyskt kundi verða endurreist
og ment fram til tað, tað
er í dag – eitt mentamál á
høgum stigi. Málið er síðani
gjørt til tað mest týðandi
symbolið fyri føroyskan
tjóðskap – og bókmentir
hava fyri ein sera stóran
part orðað tað føroyska og
skapað fatanina av tí føroyska.
Men føroyskar bókmentir
vóru leingi skrivaðar bæði á
føroyskum og á donskum. Nú
eru føroyskar bókmentir so at
siga einmæltar. Summi skriva
tó á donskum – eitt nú Ole
Wich, sum má sigast at vera
føroyingur, um ikki av uppruna
so eins og fleiri onnur, tí hann
hevur valt tað.
Ein megi ....
Nei, tjóðskapur er ikki ein
fortreyt fyri bókmentir,
men eingin ivi vera um, at
tjóðskapur hevur verið ein
øgiliga sterk megi í føroyskari
mentan. Tjóðskapur sum
hugsanin um, at Føroyar
eru nakað serligt, og at
føroyska málið er nakað heilt
serligt. Hugsi bara um fostur
landsyrkingina, sum frá 1876
og nakað fram um aldaskiftið
1900 skapaði tær fyrstu
myndirnar, av hvat Føroyar eru
og hvat tað vil siga at vera
føroyingur.
... sum skúgvar
annað til viks
Tjóðskapur hevur altso verið
ein kraft. Men hann hevur
eisini verið ein kraft so stór, at
mest sum einki annað hevur
hoyrst. Yrkingar og søgur,
sum ikki settu tað føroyska í
miðdepilin hava næstan ikki
verið eftirgáaðar.
Konuta la og tjóðska pur
Tjóðskaparliga talan hevur
verið mans tala, sum kundi
saktans vera seg um konur,
men tær talaðu ikki sjálvar.
Tað er í sjálvum sær ein
royndur postkolonialur lutur,
sum t.d. indiski samfelags
frøðingurin Partha Chatterjee
hevur víst gjørdi seg galdandi
í indiskari tjóðarbygging.
(Postkolonialisma í menta-
og bókmentafrøði er øll
ávirkan frá tí at eitt land gerst
koloni og heldur fram eftir
at tað er blivið sjálvstøðugt).
Føroyskar konur royndu í 1899
at taka orðið og skapa eina
kvinnuliga talu um tjóðskap,
men tær vórðu skjótt teptar
við ákærum um at spilla
føroyska mentan, tí tær gingu
í mótaklæðum! Sum í øðrum
(fyrrverandi) kolonium er tað
eisini í Føroyum soleiðis,
at tað sum er radikalt og
politiskt progressivt í einum
samanhangi, kann vera
køvandi og kúgandi í einum
øðrum.
Uppíroka ndi tjóðska pur
Hvussu nógvar fosturlands
sangir hava konur yrkt? Fáar,
men ein tann fyrsti er sangurin
um tjaldursungan, sum fór
heiman at læra mál. Maria
Rebekka Mikkelsen hevur
yrkt hann í 1911, og hann er
nr. 57 í Føroya Fólks. Tað sum
sermerkir henda sangin um
málið, er ein uppíroknandi og
opin hugburður. Tjaldursungin
frøist um at læra onnur mál, vil
ikki bara at duga sítt egna.
Tjóðska parat finningar
Eftir seinna heimsbardaga, tá
ið tann fyrsta tjóðarbyggjandi
bylgjan er farin afturum,
ber betur til. Fram koma
kritiskar rødd ir móti tí ráðandi
hugmyndum um tað føroyska.
Vit fáa tær fyrstu stóru
skaldsøgurnar hjá Jens
Paula Heinesen, sum eru
sera atfinningarsamar móti
tilburðum og tendensum í
føroyskari mentan. Eg hugsi
um Tú upphavsins heim og
seinni Frænir eitur ormurin,
har kreppurnar í 1950’unum,
klaksvíksstríðið og mótstøðan
móti NATOstøðini spæla við
Og vit fáa tað fyrsta føroyska
modernistiska yrkingasavnið
í 1963 eftir Guðrið Helmsdal.
Tað viðger líka lítið, sum tær
fáu konurnar, sum høvdu yrkt
til tá, tjóðina og tað føroyska
málið. Málið er sjálvsagt. Og
tað ber til at yrkja fleiri málum.
Guðrið hevur skrivað bæði á
donskum og føroyskum.
Konur skriva
Men í teimum villu 80'unum,
tá ið tjóðskaparideologiin ikki
stóð so sterk longur – fingu
konufólkini málið fyri seg. Har
kom ein røð av skaldsøgum
og yrkingarsøvnum eitt nú
eftir Odd vør Johansen og
Lydiu Didriksen, Marionnu
Debes Dahl og Bergtóru
Hanusardóttir, Astrid Joensen
og Maluna Poulsen bara fyri
at nevna nakrar, sum debut
eraðu tá. Tær fingu sera góða
undirtøku frá lesarum, men
misjavnari hjá kritikarum.
Endamálið við at nevna tær
her er, at nústani tá bar til
hjá konum at fáa skrivað
meira enn einstakar yrkingar
og søgur til bløð og tíðarrit.
Hesar bøkurnar eru aloftast
feministiskar – krevja rúm
fyri royndum hjá konum,
sum eru lítið lýstar í tjóðar
byggjandi bókmentunum.
Og tær eru kritiskar móti tí
føroyska. Malan Poulsen
skrivaði t.d. yrkingina um "At
vera listakvinna í Føroyum" og
saman við Odd vør Johansen
og Sigri Gaïni hevur hon víst
á, at tað tjóðskaparliga virkar
køvandi og kúgandi.
Bókmenta ligar fortreytir
Nei, tjóðskapur er ikki ein
fortreyt fyri bókmentum, men
hevur verið ein positiv kraft
umframt og kúgandi megi.
Men treytirnar fyri góðum
bókmentum eru enn her sum
aðrastaðni at lesa bókmentir,
duga væl at skriva og sjálvsagt
at hava okkurt týðandi at
skriva um.
Malan
Marnersdóttir
Tjóðskapur og bókmentir –
fortreyt og/ella forðing?
Nei, tjóðskapur er ikki ein fortreyt fyri bókmentum, men hevur verið ein positiv kraft umframt og kúgandi megi. Men
treytirnar fyri góðum bókmentum eru enn her sum aðrastaðni at lesa bókmentir, duga væl at skriva og sjálvsagt at
hava okkurt týðandi at skriva um, sigur Malan Marnersdóttir