Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 4 - 5. januar 2007 tíðindi Samhaldsfasti hækkar við helvt Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur á fundi 04. januar 2007 samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við umleið 52% frá 1. feb 2007 sammett við januar 2007, soleiðis at eftirlønin verður 1.860 kr um mánaðin. Ásetingin er galdandi fyri restina av 2007 og alt árið verður eftirlønin samanlagt 21.685 kr. Øll, sum hava fylt 67 ár, fáa eftirløn úr grunninum. Upprunaliga hevði stýrið ásett útgjaldið til 1.225 kr. um mánaðin, men eftir løgtingssamtyktina um økt inngjald, er útgjaldið ásett av nýggjum. Lønmóttakarar og arbeiðsgevarar hava síðan 1. januar 1992 goldið í grunnin. Lønmóttakarar og arbeiðsgevarar rinda ein prosentpart av ávikavist a-inntøkuni og útgoldnu lønini, so hvørt lønin verður útgoldin. Frá 1. januar 2007 rinda lønmóttakarar og arbeiðsgevarar hvør 1,5% av lønini og frá 1. januar 2008 hvør 1,75% av lønini. Annfinn V. Hansen, advokatur metir ikki, at limirnir í nýggja stýrinum fyri Kringvarpið eru ógegnigir. Innlendismálaráðið ivast eisini í, um limirnir eru inhabilur. Men um so er, er talan um eitt sera prinsipielt mál, sum kann taka vikur ella mánaðir at avgera, sigur Rúni Joensen , aðalstjóri KRINGVARP Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo - Tann nýggja kringvarps- lógin sigur greitt hvørji kunnu veljast, og hvørji ikki eru valbær, sigur Annfinn V. Hansen, advokatur, nú kjak hevur verið, um fleiri av limunum í nýggja kringvarpsstýrinum eru gegnigir. Hann metir, at fyri- sitingarlógin snýr seg um ítøkiligan habilitet í ítøkiligum málum, og tí metir hann, at fyrisitingarlógin forðar fyri, at tey fólkini, sum ivi eru sáddur um í kringvarpssýrinum, kunnu halda fram í sínum sessum. - Fyrisitingarlógin snýr seg um konkreta málsvið- gerð, sigur Annfinn V. Hansen og leggur afturat, at um tað skuldi komið fyri, at mál verða viðgjørd, har stýrislimir eru beinleiðis ógegnigir, so ber til at biðja varalimirnar taka sætið á fundinum. Spurnartekn er eisini sett við, um nýggi formaðurin í stýrinum, Símun Absa- lonsen, er gegnigur, av tí at hann er at hoyra á útvarpsrásini Lindin av og á. Men í stuttari samrøðu við Sosialin í gjár segði formaðurin, at hesar send- ingar eru gjørdar fyri eini 2-3 árum síðani. Sostatt er talan um endursendingar, sum enn javnan eru at hoyra, hóast Símun Absalonsen ikki sigur seg hava havt nakað tilknýti til Lindina síðani. Prinsipielt mál Mentamálaráðið hevur nú beint málið víðari til Innlendismálaráðið at taka støðu til. Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum sigur við Sosialin, at bíðað verður til mánadagin at taka støðu til, um málið yvirhøvure skal viðgerast, tí spurningurin er, um tað yvirhøvur er eitt ma´l, sum hann málber seg. Rúni Joensen sigur tó, at um tað verður tikið upp, so er talan um eitt sera prinsipielt mál, nenviliga um fólk yvirhøvur kunnu sita í starvi, um tey hava tætt tilknýti til ávíasr per- sónar, og so kann málið taka drúgva tíð at viðgera. - So kann talan verða um vikur ella mánaðar, greiðir Rúni Joensen frá. Hann er tó samdur við Annfinni V. Hansen í tí, at í hesum førinum er neyvan talan um konkreta málsviðgerð, og tí er talan helst ikki um, at stýrismimirnir verða mettir ógegnigir. Hóast formaður Sambandsfloksins fyrr í vikuni sló fast, at hann var ímóti deyðarevsing, hóast hann metti rættvísi hava sigrað, tá Saddam Hussein varð hongdur, so eru røddirnar í flokkinum ikki tagnaður um hetta evnið. Formaðurin í Norðoya Sambandsfelag kallar dómin hjá Saddam Hussein eina ”neyðuga avleiðing”, og heimasíðan hjá flokkinum himprast ikki við at skemta við teimum, sum finnast at deyðadóminum POLITKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo ”Tórbjørn Jacobsen sigur seg vera ímóti deyða- revsing, tí tey dripnu blíva martýrar, og størsti trupulleikin við teimum er, at ”hvørki riflukúlur, øks ella gálgi bíta á teim- um”. - Ella sagt við øðrum orðum: Tórbjørn Jacobsen er ímóti deyðarevsing, tí tá tú fyrst hevur dripið ein brotsmann einaferð, fært tú ikki dripið hann einaferð afturat”. Stuttligt? Tað er upp til lesararnar at døma. Í øllum er omanfyri standandi brot funnið á skemtiteiginum á heimasíðu Sambands- floksins. Eftir at formaður flok- sins, Kaj Leo Johannesen, um nýggjársleitið kom at siga, at tað var ótrúliga positivt”, at Saddam Hus- sein fekk tann dómin, hann fekk, valdi hann tó seinni at taka orðini í seg aftur. Men hann stóð fast við, at ”rættvísi hevði sigrað” í Irak. Hóast Kaj Leo Johannesen eisini á tingsins røðarapalli hevur kallað dómin hjá Saddam Hussein ”ótrú- liga positivan”, sló hann tó í vikuni fast, at Sam- bandsflokkurin er ímóti deyðarevsing. Men enn eru ikki allar súðir syftar í Sambands- flokkinum í málinum um deyðarevsing. Formaðurin í Norðoya Sambandsfelag, John William Joensen, skrivar í lesarabrævi í dag m.a., at ” Tað man vera ein løgin kensla sum IRAKiskir fólkavaldir politikarar sita við, tá teir hoyra vesturlendingar verja gomlu ilmennini í løgdu landi í oyði við at føra long og kostnaðarmikil kríggj við grannalondini. Vit hava tíbetur avtikið deyðarevsing á okkara leiðum, tí vit hava í hálva øld liva eina friðarliga tilveru og eru signaði við friði. Veruleikin í Irak er ein heilt annar og tí eiga vit ikki við okkara sjálvsrættvísi at siga irakiska fólkinum hvussu tey skulu skipað sína rættvísi uppgerð við fortíðina”. 9 Deyðarevsing livir enn í Sam­ bandsflokkinum ­ Stýrislimirnir eru gegnigir Andreas Petersen, formaður í Løgting­ sins mentanarnevnd, hevur einki ímóti, at landsstýrismaðurin hevur sett ein for­ mann, sum hevur funnist at, at løg­ maður hevur hildið røðu fyri samkyndum ella, at at formaðurin hevur róst menta­ málaráðharranum KRINGVARP Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Sosialurin prentaði í gjár nøkur brot úr lesara- brøvum hjá Símuni Absa- lonsen, formanni í kring- varpsstýrininum, har hann m.a. fanst at løgmanni fyri at halda røðu fyri samkyndum, og rósti Jógvani á Lakjuni, mentamálaráðharra, sum nú hevur sett hann sum formann í stýrinum fyri Kringvarpið. Eisini fanst hann at tí sosialdemokratiska samfelagnum, sum hann metti føra til eina bíbliu- ótrugva humanismu. Sjálvur hevði Símun Absalonsen ongar viðmerkingar til hetta í blaðnum í gjár Andreas Petersen úr Javnaðarflokkinum er for- maður í mentanarnevnd Løgtingsins, heldur tó ikki, at hetta fer at ávirka Kring- varpið. - Vit í mentanarnevndini settu eina nevnd, sum vit í nevndini hildu umboða ymiskar meiningar, sigur Andreas Petersen. Danskt og íslendskt modell - Tankin var, at gera filtur millum politiska myndug- leikan og Kringvarpið. Hetta var breið politisk semja um. Allir flokkar vóru við uttan Miðflokkurin. Andreas Petersen metir ikki, at tann eini nevnd- arlimurin kann ávirka stýris- arbeiðið nakað nevnivert, av tí at 7 limir síta í stýrinum. - Tað er møguligt, at eg ikki eri samdur við hansara holdningum, men tað er man ikki altíð. Stýrið er breitt samansett, sigur Andreas Petersen, ið leggur afturat, at kringvarpsstýrið er samansett eftir danskarai og íslendskari fyrimynd. ­ Stýrið er breitt samansett KRINGVARPSLÓGIN §4. Stk. 5. Løgtingslimur ella fólkatingslimur kann ikki verða limur í stýrinum fyri Kringvarp Føroya. Starvsfólk, nevndarlimur ella leiðsla fyri øðrum føroyskum fjølmiðli kunnu ikki verða limir í stýrinum fyri Kringvarp Føroya. FAKTA Andreas Petersen, formaður í Løg­ting­sins mentanarnevnd Annfinn V. Hansen, advokatur