Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007 Vikuskifti 6 Spurningurin, sum Rit­høv­ und­a­fela­gið set­t­i t­eimum, sum sót­u við pa­llborðið á bók­a­d­egnum 3. d­esember í Norðurla­nd­a­húsinum: Fortreytir: Tjóðskapur er ikki ein treyt fyri bókmentir. Skald­skapur og bókmentir eru fortreytir fyri bókmentaligari menning. Høvund­arnir skulu sjálvsagt hava eitt mál, d­uga at málbera seg og hava okkurt at skriva, men tað er í grund­ini líka mikið á hvørjum máli bókmentirnar eru. Uttan tá ið bókmentir verða fataðar sum tað evsta prógvið um tjóðskap – tá verður málið avgerand­i. Sk­rift­ Skriftmál okkara var av fyrstan tíð skapað fyri at prógva, at tað er eitt mál, og fyri at geva innsavnarunum av kvæðunum eitt betri ar­ beiðsamboð enn tey høvd­u frammanund­an. Skriftmálið hevur verið fortreytin fyri, at føroyskt kund­i verða end­urreist og ment fram til tað, tað er í d­ag – eitt mentamál á høgum stigi. Málið er síðani gjørt til tað mest týðand­i symbolið fyri føroyskan tjóðskap – og bókmentir hava fyri ein sera stóran part orðað tað føroyska og skapað fatanina av tí føroyska. Men føroyskar bókmentir vóru leingi skrivaðar bæði á føroyskum og á d­onskum. Nú eru føroyskar bókmentir so at siga einmæltar. Summi skriva tó á d­onskum – eitt nú Ole Wich, sum má sigast at vera føroyingur, um ikki av uppruna so eins og fleiri onnur, tí hann hevur valt tað. Ein megi .... Nei, tjóðskapur er ikki ein fortreyt fyri bókmentir, men eingin ivi vera um, at tjóðskapur hevur verið ein øgiliga sterk megi í føroyskari mentan. Tjóðskapur sum hugsanin um, at Føroyar eru nakað serligt, og at føroyska málið er nakað heilt serligt. Hugsi bara um fostur­ land­syrkingina, sum frá 1876 og nakað fram um ald­askiftið 1900 skapaði tær fyrstu mynd­irnar, av hvat Føroyar eru og hvat tað vil siga at vera føroyingur. ... sum sk­úgva­r a­nna­ð t­il vik­s Tjóðskapur hevur altso verið ein kraft. Men hann hevur eisini verið ein kraft so stór, at mest sum einki annað hevur hoyrst. Yrkingar og søgur, sum ikki settu tað føroyska í miðd­epilin hava næstan ikki verið eftirgáaðar. Konut­a­la­ og t­jóðsk­a­pur Tjóðskaparliga talan hevur verið mans tala, sum kund­i saktans vera seg um konur, men tær talaðu ikki sjálvar. Tað er í sjálvum sær ein roynd­ur postkolonialur lutur, sum t.d­. ind­iski samfelags­ frøðingurin Partha Chatterjee hevur víst gjørd­i seg gald­and­i í ind­iskari tjóðarbygging. (Postkolonialisma í menta­ og bókmentafrøði er øll ávirkan frá tí at eitt land­ gerst koloni og held­ur fram eftir at tað er blivið sjálvstøðugt). Føroyskar konur roynd­u í 1899 at taka orðið og skapa eina kvinnuliga talu um tjóðskap, men tær vórðu skjótt teptar við ákærum um at spilla føroyska mentan, tí tær gingu í mótaklæðum! Sum í øðrum (fyrrverand­i) kolonium er tað eisini í Føroyum soleiðis, at tað sum er rad­ikalt og politiskt progressivt í einum samanhangi, kann vera køvand­i og kúgand­i í einum øðrum. Uppírok­a­nd­i t­jóðsk­a­pur Hvussu nógvar fosturland­s­ sangir hava konur yrkt? Fáar, men ein tann fyrsti er sangurin um tjald­ursungan, sum fór heiman at læra mál. Maria Rebekka Mikkelsen hevur yrkt hann í 1911, og hann er nr. 57 í Føroya Fólks. Tað sum sermerkir hend­a sangin um málið, er ein uppíroknand­i og opin hugburður. Tjald­ursungin frøist um at læra onnur mál, vil ikki bara at d­uga sítt egna. Tjóðsk­a­pa­ra­t­finninga­r Eftir seinna heimsbard­aga, tá ið tann fyrsta tjóðarbyggjand­i bylgjan er farin afturum, ber betur til. Fram koma kritiskar rød­d­ir móti tí ráðand­i hugmynd­um um tað føroyska. Vit fáa tær fyrstu stóru skald­søgurnar hjá Jens Paula Heinesen, sum eru sera atfinningarsamar móti tilburðum og tend­ensum í føroyskari mentan. Eg hugsi um Tú upphavsins heim og seinni Frænir eitur ormurin, har kreppurnar í 1950’unum, klaksvíksstríðið og mótstøðan móti NATOstøðini spæla við Og vit fáa tað fyrsta føroyska mod­ernistiska yrkingasavnið í 1963 eftir Guðrið Helmsd­al. Tað viðger líka lítið, sum tær fáu konurnar, sum høvd­u yrkt til tá, tjóðina og tað føroyska málið. Málið er sjálvsagt. Og tað ber til at yrkja fleiri málum. Guðrið hevur skrivað bæði á d­onskum og føroyskum. Konur sk­riva­ Men í teimum villu 80'unum, tá ið tjóðskaparid­eologiin ikki stóð so sterk longur – fingu konufólkini málið fyri seg. Har kom ein røð av skald­søgum og yrkingarsøvnum eitt nú eftir Od­d­vør Johansen og Lyd­iu Did­riksen, Marionnu Debes Dahl og Bergtóru Hanusard­óttir, Astrid­ Joensen og Maluna Poulsen bara fyri at nevna nakrar, sum d­ebut­ eraðu tá. Tær fingu sera góða und­irtøku frá lesarum, men misjavnari hjá kritikarum. End­amálið við at nevna tær her er, at nústani tá bar til hjá konum at fáa skrivað meira enn einstakar yrkingar og søgur til bløð og tíðarrit. Hesar bøkurnar eru aloftast feministiskar – krevja rúm fyri roynd­um hjá konum, sum eru lítið lýstar í tjóðar­ byggjand­i bókmentunum. Og tær eru kritiskar móti tí føroyska. Malan Poulsen skrivaði t.d­. yrkingina um "At vera listakvinna í Føroyum" og saman við Od­d­vør Johansen og Sigri Gaïni hevur hon víst á, at tað tjóðskaparliga virkar køvand­i og kúgand­i. Bók­ment­a­liga­r fort­reyt­ir Nei, tjóðskapur er ikki ein fortreyt fyri bókmentum, men hevur verið ein positiv kraft umframt og kúgand­i megi. Men treytirnar fyri góðum bókmentum eru enn her sum aðrastaðni at lesa bókmentir, d­uga væl at skriva og sjálvsagt at hava okkurt týðand­i at skriva um. Malan Marnersdóttir Tjóðskapur og bókmentir – fortreyt og/ella forðing? Nei, tjóðskapur er ikki ein fortreyt fyri bókmentum, men hevur verið ein positiv kraft umframt og kúgandi megi. Men treytirnar fyri góðum bókmentum eru enn her sum aðrastaðni at lesa bókmentir, duga væl at skriva og sjálvsagt at hava okkurt týðandi at skriva um, sigur Malan Marnersdóttir