Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 5. januar 2007  tíðindi – Var tað tað allar minsta, sum týddi uppá, at her var talan um eina bjarging, so høvdu vit heilt víst handlað øðrvísi, sigur Uni Vestureið. Løgreglan eftirmetir nú málið, men hóast politiinspektørurin sigur, at tað helst hevði verið betri fyri øll, um teir vóru á staðnum eftir fráboðanin kom, vil hann ikki siga, at løg­ reglan gjørdi ein feil DRUKNIVANLUKKA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Talan var ongantíð um eina fráboðan, um ein mann í neyð á sjónum ella sum var við at drukna. Fráboðanin til løgregluna frá Havnarskrivstovuni kom heldur ikki umvegis alarmsentralin. – Boðini komu ikki inn via alarmsentralin. Heldur ikki vóru boðini, vit fingu, um ein persón sum var við at drukna. Hevði tað verið støðan, so høvdu vit handlað heilt øðrvísi, slær Uni Vestureið, politiinspektørur fast. – Tað sum vit skuldu gera, var at fara út og stað­festa, hvat tað var, ið teir á Lómi høvdu sæð. Var tað tað allar minsta, sum týddi uppá, at her var talan um eina bjarging, so høvdu vit heilt víst handlað øðrvísi, staðfestir politiinspektørurin. Upp við skrúvuvatninum Tá Lómur kemur inn og skal leggja seg við kei nýggjársnátt, skolar tað, sum teir báðir yvir­stýri­­mað­ urin og fyrsti stýri­maðurin umborð halda líkist einum menniskjakroppi, upp við skrúvuvatninum. Teir báðir, Niels Olsen og Sólbjørn Hansen, rópa á Jóhan Christiansen frá Havnarskrivstovuni, sum stendur á landi og tekur ímóti skipinum. – Fyri mær sá tað út sum ein deyður maður, og um ikki tað var tað, so mátti tað vera ein ónatúrliga væl eftirgjørd dukka. Tað vóru eisini boðini, sum eg gav Havnaskrivstovuni, greiddi Niels Olsen frá fyri Sosialinum mikudagin. Hesir tríggir fara síð­ani í felag og hyggja, men teir síggja ikki menn­iskja­ kroppin aftur. Men Jóhan Christiansen fer tó inn og boðar løgregluni frá, hvat teir umborð á Lómi hava sagt honum, at teir sóu skola upp, tá farmaskipið legði at. Sambært Una Vestureið avtala løgreglan avtalar við Havnarskrivstovuna, at teir á Havnarskrivstovuni skulu lýsa við lykt og kanna, um teir sóu nakað. Klokkan 06.45 tosa partarnir saman aftur, og tá hava teir fram­ vegis onki sæð aftur. Við Sosialin 2. januar segði Jón Klein Olsen, at løgreglan tó ikki vildi hava boðini liggjandi á sær, og tí avráddi man eftir at hava prátað við Havnarskrivstovuna fyri aðru ferð, at ein leiting skuldi setast í verk. Men leitingin byrjaði ikki fyrr enn níggju tímar eftir, at fráboðanin kom. – Tað kann fyrikoma sum long tíð, viðgongur Uni Vestureið. Ikki bandað Øll boð, sum koma inn umvegis alarmsentralin verða bandaði, so tað ber til at fara aftur og lurta eftir, júst hvat er sagt nær og við hvønn. Men boðini frá Havnarskrivstovuni komu ikki inn umvegis alarmsentralin, og tí ber ikki til at lurta tey ígjøgnum aftur, greiðir Uni Vestureið okkum frá, tá vit spyrja hann, um tey hava lurtað eftir boðunum aftur. – Vakthavandi hjá okkum hevði eitt gott samskifti við fráboðaran. Tað havi eg skilt eftir at hava prátað við vakthavandi, og tað er eisini tað, sum framgongur í døgnfrágreiðingini, sigur Uni Vestureið. Eftirmeta málið Politiinspektørurin greiðir frá, at vakthavandi til eina og hvørja tíð ger sínar metingar um fráboðanir, sum koma inn. Og sam­ bært Una Vestureið, so var fráboðanin frá Havn­ arskrivstovuni nýggjársnátt klokkan 00.40, viðgjørd í eins stórum álvara sum allar aðrar fráboðanir vera. – Men løgreglan ger altíð innanhýsis eftirmetingar av málum, vit hava arbeitt við. Tað gera vit í løtuni við hesum málinum. Verður staðfest, at her hava verið ting, vit høvdu kunnað gjørt øðrvísi, so leggja vit okkum tað í geyma og virka fyri, at tað verður broytt til eina aðru ferð, sigur Uni Vestureið. Politiinspektørurin fær tó í verandi løtu onki sagt um, hvørt vakthavandi handlaði skeivt ella ikki í mun til fráboðanina, men í sjónvarpinum í gjár viðgekk Uni Vestureið, at tað helst hevði verið betur fyri øll, um løgreglan kundi verið á staðnum og mett betur um umstøðurnar beinanvegin. – Men tað lá ikki í teimum metingunum tá, sigur Uni Vestureið, sum kortini ikki vil siga, at løgreglan gjørdi ein feil hetta kvøldið. Løgreglan gjørdi ikki nakran feil Ikki fyrr enn níggju tímar eftir fráboðanin kom til løgregluni, byrjaði leitingin eftir druknaða manninum. Á myndini síggja vit ein froskmann og tveir løgreglumenn framman fyri Lóm nýggjársdag Mynd: Eirikur Lindenskov Staðfest at maðurin druknaði Í gjár, hósdagin, vóru kanningar gjørdar av manninum, sum varð funnin deyður á Eystaruvág nýggjársdag. Tær hava staðfest, at maðurin druknaði. Annars er ikki nógv nýtt at koma eftir í málinum. Maðurin er seinast sæddur á lívið nakað fyrr um kvøldið í býnum í Havn, og løgreglan veit enn ikki, hvussu tað bar til, at maðurin endaði á sjónum og druknaði. -rwd