fríggjadagur 5. januar 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 5. januar 2007
tíðindi
– Var tað tað allar
minsta, sum týddi
uppá, at her var talan
um eina bjarging,
so høvdu vit heilt
víst handlað øðrvísi,
sigur Uni Vestureið.
Løgreglan eftirmetir
nú málið, men hóast
politiinspektørurin
sigur, at tað helst
hevði verið betri
fyri øll, um teir vóru
á staðnum eftir
fráboðanin kom, vil
hann ikki siga, at løg
reglan gjørdi ein feil
DRUKNIVANLUKKA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Talan var ongantíð um
eina fráboðan, um ein
mann í neyð á sjónum ella
sum var við at drukna.
Fráboðanin til løgregluna
frá
Havnarskrivstovuni
kom heldur ikki umvegis
alarmsentralin.
– Boðini komu ikki
inn via alarmsentralin.
Heldur ikki vóru boðini,
vit fingu, um ein persón
sum var við at drukna.
Hevði tað verið støðan,
so høvdu vit handlað heilt
øðrvísi, slær Uni Vestureið,
politiinspektørur fast.
– Tað sum vit skuldu
gera, var at fara út og
staðfesta, hvat tað var, ið
teir á Lómi høvdu sæð.
Var tað tað allar minsta,
sum týddi uppá, at her var
talan um eina bjarging,
so høvdu vit heilt víst
handlað øðrvísi, staðfestir
politiinspektørurin.
Upp við
skrúvuvatninum
Tá Lómur kemur inn og
skal leggja seg við kei
nýggjársnátt, skolar tað,
sum teir báðir yvirstýrimað
urin og fyrsti stýrimaðurin
umborð halda líkist einum
menniskjakroppi, upp við
skrúvuvatninum.
Teir báðir, Niels Olsen
og Sólbjørn Hansen, rópa
á Jóhan Christiansen frá
Havnarskrivstovuni, sum
stendur á landi og tekur
ímóti skipinum.
– Fyri mær sá tað út sum
ein deyður maður, og um
ikki tað var tað, so mátti
tað vera ein ónatúrliga
væl eftirgjørd dukka. Tað
vóru eisini boðini, sum eg
gav
Havnaskrivstovuni,
greiddi Niels Olsen frá fyri
Sosialinum mikudagin.
Hesir tríggir fara síðani
í felag og hyggja, men
teir síggja ikki menniskja
kroppin aftur. Men Jóhan
Christiansen fer tó inn og
boðar løgregluni frá, hvat
teir umborð á Lómi hava
sagt honum, at teir sóu
skola upp, tá farmaskipið
legði at.
Sambært Una Vestureið
avtala løgreglan avtalar við
Havnarskrivstovuna, at teir
á Havnarskrivstovuni skulu
lýsa við lykt og kanna, um
teir sóu nakað. Klokkan
06.45 tosa partarnir saman
aftur, og tá hava teir fram
vegis onki sæð aftur.
Við Sosialin 2. januar
segði Jón Klein Olsen,
at løgreglan tó ikki vildi
hava
boðini
liggjandi
á sær, og tí avráddi man
eftir at hava prátað við
Havnarskrivstovuna
fyri
aðru ferð, at ein leiting
skuldi setast í verk.
Men leitingin byrjaði ikki
fyrr enn níggju tímar eftir,
at fráboðanin kom.
– Tað kann fyrikoma sum
long tíð, viðgongur Uni
Vestureið.
Ikki bandað
Øll boð, sum koma inn
umvegis
alarmsentralin
verða bandaði, so tað ber
til at fara aftur og lurta
eftir, júst hvat er sagt nær
og við hvønn. Men boðini
frá
Havnarskrivstovuni
komu ikki inn umvegis
alarmsentralin, og tí ber
ikki til at lurta tey ígjøgnum
aftur, greiðir Uni Vestureið
okkum frá, tá vit spyrja
hann, um tey hava lurtað
eftir boðunum aftur.
– Vakthavandi hjá okkum
hevði eitt gott samskifti
við fráboðaran. Tað havi
eg skilt eftir at hava prátað
við vakthavandi, og tað er
eisini tað, sum framgongur
í døgnfrágreiðingini, sigur
Uni Vestureið.
Eftirmeta málið
Politiinspektørurin greiðir
frá, at vakthavandi til eina
og hvørja tíð ger sínar
metingar um fráboðanir,
sum koma inn. Og sam
bært Una Vestureið, so
var fráboðanin frá Havn
arskrivstovuni nýggjársnátt
klokkan 00.40, viðgjørd
í eins stórum álvara sum
allar aðrar fráboðanir vera.
– Men løgreglan ger altíð
innanhýsis eftirmetingar av
málum, vit hava arbeitt við.
Tað gera vit í løtuni við
hesum málinum. Verður
staðfest, at her hava verið
ting, vit høvdu kunnað
gjørt øðrvísi, so leggja vit
okkum tað í geyma og virka
fyri, at tað verður broytt til
eina aðru ferð, sigur Uni
Vestureið.
Politiinspektørurin fær
tó í verandi løtu onki sagt
um,
hvørt
vakthavandi
handlaði skeivt ella ikki í
mun til fráboðanina, men í
sjónvarpinum í gjár viðgekk
Uni Vestureið, at tað helst
hevði verið betur fyri øll,
um løgreglan kundi verið á
staðnum og mett betur um
umstøðurnar beinanvegin.
– Men tað lá ikki í teimum
metingunum tá, sigur Uni
Vestureið, sum kortini ikki
vil siga, at løgreglan gjørdi
ein feil hetta kvøldið.
Løgreglan gjørdi ikki nakran feil
Ikki fyrr enn níggju tímar eftir fráboðanin kom til løgregluni, byrjaði leitingin eftir druknaða manninum. Á myndini síggja vit ein
froskmann og tveir løgreglumenn framman fyri Lóm nýggjársdag
Mynd: Eirikur Lindenskov
Staðfest at maðurin
druknaði
Í gjár, hósdagin, vóru kanningar gjørdar av manninum,
sum varð funnin deyður á Eystaruvág nýggjársdag. Tær
hava staðfest, at maðurin druknaði.
Annars er ikki nógv nýtt at koma eftir í málinum.
Maðurin er seinast sæddur á lívið nakað fyrr um
kvøldið í býnum í Havn, og løgreglan veit enn ikki,
hvussu tað bar til, at maðurin endaði á sjónum og
druknaði.
-rwd