Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 5. januar 2007 13 Johan Dahl er nú farin at sóknast eftir: “Hvør og hvat er tað, sum yvirupphitar búskapin?” Øll onnur vita, at meðan bankarnir hava hildið opið hús og eftir einum ári hava slúsað 2,4 mia.kr. út til nýtslu í samfelagnum, hevur Johan Dahl sitið á speedaranum og oyst skatta­ lættar út til teirra, sum hava ráð til at rinda skatt. Tað tímalønta fólki er kort­ini hvørki orna, hitna og so slettis ikki ovur­upp­ hita av hesum fossandi stoyti­baðnum. Allur tann almenni pen­ ing­urin, meira enn ein kvart mia.kr., er í høvuðsheitum farin til tær hægru inn­ tøkurnar í teimum bíligu kommununum. Tað er so eisini har, ið ferðin er mest, og tað tykist Johan Dahl hava skilt, nú hann í skjótt fýra ár hevur sett fult bluss undir búskapin. Hann hevur skilt boð­ skap­in um miseyðnaða bú­skaparpolitikkin, men tíverri hevur hann skilt lítið og einki í aðrari grein, sum er eitt aftursvar til mín um Suðuroyar Sjúkrahús. Í fyrru greinini sigur hann ma., at trýstið kann verða tikið av miðstaðarøkinum, og: “tað kann og eigur at verða gjørt við at flyta nýggj arbeiðspláss út um miðstaðarøkið til útjað­ aran,” Her hevur hann rætt í hvørjum orði, hann skrivar. Hinvegin haltar í ólukku­mát í tí praktiska politikkinum hjá honum. Tá vit fyri fjúrtan døgum síðan á tingi skutu upp at játta Suðuroyar Sjúkrahúsi ein narkosulækna, eftir kravi frá mø. Johan Dahl, hvørki kundi ella vildi sami maður atkvøða fyri hesum nýggja arbeiðsplássi í útjaðaranum. Hetta nervar kortini ikki Johan Dahl, sum heldur fram: “Hetta krevur, at politikk­ arin hevur rygg til at taka neyðugu stigini, og tað at hava sokallaðan “politiskan rygg” er kanska ikki júst tað, sum politikarar eru mest kendir fyri, tíverri - og so serliga ikki tá val nærkast.” Púra samdur, enn eina ferð, siga vit sum lesa Johan Dahl. “Vit fara við hes­um at krevja, at lands­stýris­ maðurin beinanvegin tekur stig til at útvega Suðuroyar Sjúkrahúsi frammanfyri nevndu lívsneyðugu játt­ anir.” - skrivaðu Suðuroyar­ting­ menn til Hans Paula Strøm, landsstýrismann í august mánaða í fjør. Har vit í Tjóðveldis­ flokk­inum sótu fattir við knøttarnar og atkvøddu fyri kravinum frá Johan Dahl og teimum, var meiri italienskt spaghetti enn føroyskur mergur í rygginum á Johan Dahl og hansara monnum. Hví Johan Dahl og Javnaðarflokkurin í Suðuroy lupu frá egnum kravi um beinanvegin at játta pening til lívsneyðugar uppgávur við Suðuroyar Sjúkrahús, er okkum øllum ein gáta Og Johan Dahl heldur fram: - “Tað eigur at verða ein polit­isk treyt, at skulu størv umroker­ast ella nýggj setast, so SKAL tað gerast aðra­staðni enn í Tórshavnar økinum.” Vit sum lesa Johan Dahl eru framvegis samd í hansara frálíku sjónarmiðum, men tíverri fyri hendan íðnað politiska skribentin, so er hann sjálvur seinast í farna árinum hopaður undan øll­ um teimum frálíku sjónar­ miðum, sum hann vartar upp við fyrst í hesum ári­ num. Tann feldi narkosulæknin við Suðuroyar Sjúkrahús, er bara eitt av mongum lýs­ andi dømum um, hvussu aktivt Johan Dahl og hans­ ara samgonga virkar ímóti skilagóðari menning av útjaðaranum, har ferðin er munandi minni enn í mið­ staðarøkinum. Eitt týðandi nýtt starv, sum hevði skapt sjúkrahúsinum munandi størri tryggleika og munandi størri virksemi og samstundis tikið nak­ að av dampinum av mið­ staðarøkinum, var í heint­ an, men Johan Dahl og hans­ara javnaðar- og fólka­ floksmenn sleptu, tá tøk skuldu takast. Triði nýggi skurðlæknin, sum er serfrøðingur í æðra­ sjúkum, sleppur nú ikki saman við hinum báðum skurðlæknunum, at virka í fullan mun. Vit minnast torurøddina frá løgmanni um meinings­ full nýggj størv í útjaðara­ num. Her var so ein møguleiki, enntá á einum nýggjum sjúkrahúsi í útjaðaranum, men teir vrakaðu hann fyri nakrar grótrúgvur norðan­ fyri. Av tí, at ein narkosulækni varð noktaður Suðuroyar Sjúkrahúsi, sleppa hesir skurð­læknar nú ikki at minka um bíðilistarnar og annars gera nakað skilagott í teirra meiningsfyltu størv­ um fyri føroyska heilsu­ verkið. Johan Dahl sóknast eftir statistiskum upplýsingum frá mínum samgonguskeiði, og hvat eg havi játtað Suð­ uroyar Sjúkrahúsi til neyð­ ugar íløgur. Nú hann biður um tað, so lat meg stutt nevna, at størsta íløgan til Suður­oyar Sjúkrahús, sum eg havi verið við til, var alt sjúkra­ húsið, sum tað var. Vit í Tjóðveldisflokkinum umsótu heilsuverkið, tá vit í samgonguni í seinnu helvt av áttatiárunum umsótu og tóku stig til at byggja Suðuroyar Sjúkrahús. Og mær vitandi eru als ongar almennar íløgur av týdningi komnar hend­an vegin seinasta mans­ald­ urin, har vit í Tjóðveldis­ flokkinum ikki hava slóðað fyri. Øðrum stastistiskum upp­lýsingum kann Johan Dahl sjálvur sóknast eftir í løgtingstíðindum, og hev­ ur hann spurningar við­víkj­ andi einstøkum atkvøðu­ greiðslum, er hann væl­komin at spyrja eftir teim­um. Dagsins mál snýr seg um tann felda narkosulæknan, og Johan Dahl sigur nú, at leiðslan við Suðuroyar Sjúkrahús er himmalfegin um at hava fingið ein medisinara í staðin fyri. Álvaratos, Johan Dahl. Royn nú at taka ábyrgd av tínum egnu gerðum og lat vera við at draga leiðsluna á sjúkrahúsinum inn í hetta tjakið. Fundurin okkara mill­ um 14. august 2006, sum eg tók stig til, og skriv­ aði niðurstøðu til lands­ stýrismannin frá, segði jú púra greitt, at vit suður­ oyar­ting­menn kravdu bæði størvini sett, og tað beinan­ vegin, antin á eykafíggjarlóg ella á komandi fíggjarlóg. Eisini veitst tú fullvæl, at bæði leiðsla og læknar við Suðuroyar Sjúkrahús vildu hava bæði hesi størvini sett, so lat vera við at turka politiska máttloysið títt upp í leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tá tú saman við grann­ vaksnum samgongu­ monn­um hopar eftir hæli undan egnum krøvum, og samstundis fyllir bløðini við krøvum um størv í útjað­aranum, so hongur ikki saman hjá tær, harra Johan Dahl. Mær vitandi hava hini sjúkrahúsini ikki fingið tvinnar kostir í at velja. Hví vit suðuroyingar so skulu liva við eini av­lagaðari skipan, sum aðrir ikki kunna liva við, tað er okkum ein gáta. Vit liggja hóast alt ringast fyri. Meðan ein tími er at koyra millum hini bæði sjúkra­húsini, sum bæði hava fulla vaktarskipan á hesum somu økjum, er opið hav okkara millum. So álvaratos Johan Dahl. Tak teg nú saman, og rek tann politikk, sum tú sigur teg vera talsmann fyri, sum tú skrivliga hevur kravt av tíni samgongu, men sum tú so ússaliga hopar undan, tá á stendur. Tak teg nú saman, Johan Dahl løgtingsmaður Hergeir Nielsen Skeiðlærari til Trygdarmiðstøðina Trygdarmiðstøðin í Klaksvík søkir eftir fólki at undirvísa í trygd á sjónum at byrja skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir tí rætta. Starvsinnihald: • Undirvísa í trygd á sjónum. Undirvísingin fevnir um bæði ástøðiliga frálæru og venjingar í at nýta bjargingar - og eldsløkkiútgerð v.m. • Vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvar við altjóða krøv og tørvin hjá vinnuni. • Vera við til vanligt víðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og aðrar fyrifallandi uppgávur. Førleikakrøv: Umsøkjari skal hava • lokið prógv sum navigatørur ella sum maskinmeistari við 3 ára útbúgving, ella hava drúgvar starvsroyndir við neyðugari eftirútbúgving innan trygd umborð á skipum, boripallum ella fl ogferðslu, ið kunnu javnsetast við tað • fyrimunur er, um tann, ið søkir starvið, hevur undirvísingarroyndir frá t.d. sjóvinnu – ella frálandavinnuni • kavaraprógv ella aldur og heilsu til at taka prógv sum kavari • góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt og góð samstarvsevni. Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at taka ymiskar útbúgvingar og eftirútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri starvið. Setanarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini stjórnarráðini. Tænastustaðurin er í løtuni Trygdarmiðstøðin í Klaksvík. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í virkisøkinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknarfreistin er 19. januar 2007 kl 16.00. Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli skulu sendast til: Fiskimálaráðið Postsmoga 347 110 Tórshavn att: Trygdarmiðstøðin/skeiðlærari Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marius Magnusson, leiðara á Trygdarmiðstøðini, á telefon 455882 ella umvegis teldupost; marius@seasafe.fo. Lýsingin sæst eisini á www.fi sk.fo Fiskimálaráðið viðmerkingar