fríggjadagur 5. januar 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 5. januar 2007
13
Johan Dahl er nú farin at
sóknast eftir:
“Hvør og hvat er tað, sum
yvirupphitar búskapin?”
Øll onnur vita, at meðan
bankarnir hava hildið opið
hús og eftir einum ári
hava slúsað 2,4 mia.kr. út
til nýtslu í samfelagnum,
hevur Johan Dahl sitið á
speedaranum og oyst skatta
lættar út til teirra, sum hava
ráð til at rinda skatt.
Tað tímalønta fólki er
kortini hvørki orna, hitna
og so slettis ikki ovurupp
hita av hesum fossandi
stoytibaðnum.
Allur tann almenni pen
ingurin, meira enn ein kvart
mia.kr., er í høvuðsheitum
farin til tær hægru inn
tøkurnar í teimum bíligu
kommununum.
Tað er so eisini har, ið
ferðin er mest, og tað tykist
Johan Dahl hava skilt,
nú hann í skjótt fýra ár
hevur sett fult bluss undir
búskapin.
Hann hevur skilt boð
skapin um miseyðnaða
búskaparpolitikkin, men
tíverri hevur hann skilt lítið
og einki í aðrari grein, sum
er eitt aftursvar til mín um
Suðuroyar Sjúkrahús.
Í fyrru greinini sigur hann
ma., at trýstið kann verða
tikið av miðstaðarøkinum,
og:
“tað kann og eigur at
verða gjørt við at flyta
nýggj arbeiðspláss út um
miðstaðarøkið til útjað
aran,”
Her hevur hann rætt í
hvørjum orði, hann skrivar.
Hinvegin
haltar
í
ólukkumát í tí praktiska
politikkinum hjá honum.
Tá vit fyri fjúrtan døgum
síðan á tingi skutu upp at
játta Suðuroyar Sjúkrahúsi
ein narkosulækna, eftir
kravi frá mø. Johan Dahl,
hvørki kundi ella vildi
sami maður atkvøða fyri
hesum nýggja arbeiðsplássi
í útjaðaranum.
Hetta nervar kortini ikki
Johan Dahl, sum heldur
fram:
“Hetta krevur, at politikk
arin hevur rygg til at taka
neyðugu stigini, og tað at
hava sokallaðan “politiskan
rygg” er kanska ikki júst
tað, sum politikarar eru
mest kendir fyri, tíverri -
og so serliga ikki tá val
nærkast.”
Púra samdur, enn eina
ferð, siga vit sum lesa
Johan Dahl.
“Vit fara við hesum
at krevja, at landsstýris
maðurin beinanvegin tekur
stig til at útvega Suðuroyar
Sjúkrahúsi
frammanfyri
nevndu lívsneyðugu játt
anir.”
- skrivaðu Suðuroyarting
menn til Hans Paula Strøm,
landsstýrismann í august
mánaða í fjør.
Har vit í Tjóðveldis
flokkinum sótu fattir við
knøttarnar og atkvøddu fyri
kravinum frá Johan Dahl og
teimum, var meiri italienskt
spaghetti enn føroyskur
mergur í rygginum á Johan
Dahl og hansara monnum.
Hví Johan Dahl og
Javnaðarflokkurin í Suðuroy
lupu frá egnum kravi um
beinanvegin at játta pening
til lívsneyðugar uppgávur
við Suðuroyar Sjúkrahús,
er okkum øllum ein gáta
Og Johan Dahl heldur
fram:
-
“Tað eigur at verða
ein politisk treyt, at skulu
størv umrokerast ella nýggj
setast, so SKAL tað gerast
aðrastaðni enn í Tórshavnar
økinum.”
Vit sum lesa Johan Dahl
eru framvegis samd í hansara
frálíku sjónarmiðum, men
tíverri fyri hendan íðnað
politiska skribentin, so er
hann sjálvur seinast í farna
árinum hopaður undan øll
um teimum frálíku sjónar
miðum, sum hann vartar
upp við fyrst í hesum ári
num.
Tann feldi narkosulæknin
við Suðuroyar Sjúkrahús,
er bara eitt av mongum lýs
andi dømum um, hvussu
aktivt Johan Dahl og hans
ara samgonga virkar ímóti
skilagóðari menning av
útjaðaranum, har ferðin er
munandi minni enn í mið
staðarøkinum.
Eitt týðandi nýtt starv, sum
hevði skapt sjúkrahúsinum
munandi størri tryggleika
og munandi størri virksemi
og samstundis tikið nak
að av dampinum av mið
staðarøkinum, var í heint
an, men Johan Dahl og
hansara javnaðar- og fólka
floksmenn sleptu, tá tøk
skuldu takast.
Triði nýggi skurðlæknin,
sum er serfrøðingur í æðra
sjúkum, sleppur nú ikki
saman við hinum báðum
skurðlæknunum, at virka í
fullan mun.
Vit minnast torurøddina
frá løgmanni um meinings
full nýggj størv í útjaðara
num.
Her var so ein møguleiki,
enntá á einum nýggjum
sjúkrahúsi í útjaðaranum,
men teir vrakaðu hann fyri
nakrar grótrúgvur norðan
fyri.
Av tí, at ein narkosulækni
varð noktaður Suðuroyar
Sjúkrahúsi, sleppa hesir
skurðlæknar nú ikki at
minka um bíðilistarnar og
annars gera nakað skilagott
í teirra meiningsfyltu størv
um fyri føroyska heilsu
verkið.
Johan Dahl sóknast eftir
statistiskum upplýsingum
frá mínum samgonguskeiði,
og hvat eg havi játtað Suð
uroyar Sjúkrahúsi til neyð
ugar íløgur.
Nú hann biður um tað,
so lat meg stutt nevna, at
størsta íløgan til Suðuroyar
Sjúkrahús, sum eg havi
verið við til, var alt sjúkra
húsið, sum tað var.
Vit í Tjóðveldisflokkinum
umsótu heilsuverkið, tá vit
í samgonguni í seinnu helvt
av áttatiárunum umsótu
og tóku stig til at byggja
Suðuroyar Sjúkrahús.
Og mær vitandi eru als
ongar almennar íløgur av
týdningi komnar hendan
vegin seinasta mansald
urin, har vit í Tjóðveldis
flokkinum ikki hava slóðað
fyri.
Øðrum
stastistiskum
upplýsingum kann Johan
Dahl sjálvur sóknast eftir
í løgtingstíðindum, og hev
ur hann spurningar viðvíkj
andi einstøkum atkvøðu
greiðslum, er hann vælkomin
at spyrja eftir teimum.
Dagsins mál snýr seg um
tann felda narkosulæknan,
og Johan Dahl sigur nú,
at leiðslan við Suðuroyar
Sjúkrahús er himmalfegin
um at hava fingið ein
medisinara í staðin fyri.
Álvaratos, Johan Dahl.
Royn nú at taka ábyrgd av
tínum egnu gerðum og lat
vera við at draga leiðsluna
á sjúkrahúsinum inn í hetta
tjakið.
Fundurin okkara mill
um 14. august 2006, sum
eg tók stig til, og skriv
aði niðurstøðu til lands
stýrismannin frá, segði jú
púra greitt, at vit suður
oyartingmenn kravdu bæði
størvini sett, og tað beinan
vegin, antin á eykafíggjarlóg
ella á komandi fíggjarlóg.
Eisini veitst tú fullvæl, at
bæði leiðsla og læknar við
Suðuroyar Sjúkrahús vildu
hava bæði hesi størvini
sett, so lat vera við at turka
politiska máttloysið títt upp
í leiðsluna á Suðuroyar
Sjúkrahúsi.
Tá tú saman við grann
vaksnum
samgongu
monnum hopar eftir hæli
undan egnum krøvum, og
samstundis fyllir bløðini
við krøvum um størv í
útjaðaranum, so hongur
ikki saman hjá tær, harra
Johan Dahl.
Mær vitandi hava hini
sjúkrahúsini ikki fingið
tvinnar kostir í at velja.
Hví vit suðuroyingar
so skulu liva við eini
avlagaðari skipan, sum
aðrir ikki kunna liva við,
tað er okkum ein gáta.
Vit liggja hóast alt ringast
fyri.
Meðan ein tími er at
koyra millum hini bæði
sjúkrahúsini, sum bæði
hava fulla vaktarskipan á
hesum somu økjum, er opið
hav okkara millum.
So álvaratos Johan Dahl.
Tak teg nú saman, og rek
tann politikk, sum tú sigur
teg vera talsmann fyri, sum
tú skrivliga hevur kravt av
tíni samgongu, men sum tú
so ússaliga hopar undan, tá
á stendur.
Tak teg nú saman, Johan Dahl
løgtingsmaður
Hergeir
Nielsen
Skeiðlærari til
Trygdarmiðstøðina
Trygdarmiðstøðin í Klaksvík søkir eftir fólki at undirvísa í trygd á
sjónum at byrja skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir tí rætta.
Starvsinnihald:
• Undirvísa í trygd á sjónum. Undirvísingin fevnir um bæði
ástøðiliga frálæru og venjingar í at nýta bjargingar - og
eldsløkkiútgerð v.m.
• Vera við til at menna og gera frálærutilfar í samsvar við
altjóða krøv og tørvin hjá vinnuni.
• Vera við til vanligt víðlíkahaldsarbeiði á venjingarstøðini og
aðrar fyrifallandi uppgávur.
Førleikakrøv:
Umsøkjari skal hava
• lokið prógv sum navigatørur ella sum maskinmeistari við 3
ára útbúgving, ella hava drúgvar starvsroyndir við neyðugari
eftirútbúgving innan trygd umborð á skipum, boripallum ella
fl ogferðslu, ið kunnu javnsetast við tað
• fyrimunur er, um tann, ið søkir starvið, hevur
undirvísingarroyndir frá t.d. sjóvinnu – ella frálandavinnuni
• kavaraprógv ella aldur og heilsu til at taka prógv sum kavari
• góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og
enskum máli
• góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt og góð
samstarvsevni.
Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at taka ymiskar útbúgvingar
og eftirútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri starvið.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt
hini stjórnarráðini.
Tænastustaðurin er í løtuni Trygdarmiðstøðin í Klaksvík.
Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í virkisøkinum,
og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur
í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknarfreistin er 19. januar 2007 kl 16.00.
Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig
viðmæli skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Postsmoga 347
110 Tórshavn
att: Trygdarmiðstøðin/skeiðlærari
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marius
Magnusson, leiðara á Trygdarmiðstøðini, á telefon 455882 ella
umvegis teldupost; marius@seasafe.fo.
Lýsingin sæst eisini á www.fi sk.fo
Fiskimálaráðið
viðmerkingar