Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007 Vikuskifti 12 Vit eru eingin dis Brøðurnir Peter og Jan Otto Holm, ið eru ættaðir úr Fuglafirði, hava gingið hond í hond, líka síðani teir skrivaðu høvuðs­ uppgávu saman á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Í dag starvast teir báðir hjá Kaupthing Bank – annar stjóri og hin íløgustjóri – sum júst er vorðin vinnulívs­ banki í Føroyum Teir eru fryntligir á at líta, báð­ir tveir, brøð­urnir Jan Otto Holm og Peter Holm, og tað­ er ikki sørt, at tað­ er rørandi, so væl teir hava sitið­ um sátt við­ hvønn annan líka síð­ani tey heilt ungu lestrarárini í Keyp­ mannahavn. Tað­ var nevniliga eisini í hesum árum, at teir báð­ir trað­kað­u sínar vinnuligu barnaskógvar við­ síð­una av lesnað­inum. Með­an teir báð­ir lósu somu lærugrein á Handils­ háskúlanum í Keypmannahavn, og vóru saman um at skriva høvuð­suppgávu, so komu báð­ir eisini at arbeið­a innan somu greinar í danska peningastovn­ inum Bikuben Bank (seinni kallað­ur BG­Bank). Men nú standa að­rar av­ bjóð­ingar fyri framman hjá 38 ára gamla Peter og 36 ára gamla Jan Otto, sum í dag eru ávikavist stjóri og íløgustjóri í Kaupthing Bank. Bankin hevur nevniliga tikið­ enn eitt stig longur fram á leið­ini til at gerast ein veruligur peningastovnur í Føroyum. Tó avmarkar Kaupthing seg framvegis til vinnukundar, tað­ veri seg innlán og útlán, og ikki privatar kundar. Men er talan um íløgur, so vendir bankin sær bæð­i til vinnukundar og privatar persónar. Vit hittu brøð­urnar Holm í stásiligu hølunum hjá Kaup­ thing í Bókbindaragøtu í Havn til eitt prát, nú bankin hevur lagt seg enn meiri út í kapping­ ina við­ hinar føroysku peninga­ stovnarnar. Bankamarknaðurin er broyttur Peter: fer føroyska vinnulívið at fáa fyrimunir av øktu kapp­ ingini millum føroysku lánveit­ ararnar? ­ Bankamarknað­urin er broyttur nógv seinastu tíð­ina til fyrimuns fyri kundarnar. Eg hugsi ikki, at tað­ ber til at afturvísa, at samanhangur er ímillum hesa broyting, og tað­ at vit komu á marknað­in í 2000, heldur Peter Holm fyri. So tilboðini til vinnulívið eru vorðin betur, síðani tit komu á marknaðin? ­ Tú sært í øllum førum nakr­ ar meiri dynamiskar bankar. Eg skal ikki siga, at vit hava ær­ una av øllum, men at vit hava við­virkað­ til tað­, ivist eg onga løtu í, leggur hann afturat. Hann torir tó ikki at spáa um, hvussu tingini fara at menna seg í framtíð­ini. Eru útlit fyri, at vinnan fer at fáa bíligari lán? ­ Ætlanin er ikki, at vit skulu fara at kappast um prís. Kappingin um at læna pengar í Føroyum hevur verið­, og er framvegis, rættiliga hørð­. Bara at kappast um prís heldur ikki í Samrøða Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo 38 ára gamal, lærdi fyrst í Sjóvinnubankanum, og tá hann varð­ lið­ugur í 1989 fór hann at lesa datalogi og búskap á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Eftir 3 ár fór hann und­ ir cand. merc. innan finansiering og roknskap, har hann kom at skriva høvuð­suppgávu saman við­ Jan Otto. Með­an Peter las, arbeiddi hann í Bikuben Børs, fyrst sum edv­mað­ur og síð­ani sum lánsbrævagreinari. Í 1995 flutti hann aftur til Føroyar og fór at starvast í Føroya Banka, til hann í 2000 gjørdist stjóri í Kaupthing, sum júst tá byrjað­i virð­isbrævameklara­virksemi í Føroyum. Tá Jan Otto kom til Føroya í seinnu helvt av 90­unum gjørd­ ist hann fíggjarleið­ari hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Hann byrjað­i eisini hjá Kaupthing í 2000, har hann nú er íløgustjóri. Fakta um Petur Brøðurnir Peter og Jan Otto Holm eru hálvir fuglfirðingar og hálvir danir og uppvaksnir í Gøtu. Lívsleiðir teirra hava verið líkar, og hava teir báðir cand. merc. prógv frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, har teir faktiskt skrivaðu høvuðsuppgávu saman. Mynd: Jens Kristian Vang