fríggjadagur 5. januar 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 5. januar 2007
15
Magni Hentze, Tvøroyri, andaðist sunnudagin, 35
ára gamal. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju
leygardagin kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast Magna, kunnu lata eina
peningagávu; konta í Eik.
Jákup Heinesen, búsitandi í Keypmannahavn,
andaðist 30. desember, 35 ára gamal.
Magdalena Weihe, ættað úr Mykinesi, búsitandi
á Bispebjerg í Keypmannahavn, andaðist jóladag,
91 ára gomul. Jarðarferðin verdur týsdagin 9.
januar kl. 13 úr Grundtvigskirkjuni á Bispebjerg.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
6. januar. Trettandi dagur jóla. Trettandi verður hildin
til minnis um vísmenninar úr Eysturlondum, sum komu
at tilbiðja nýfødda jødakongin. 6. januar var í fornkirkjuni
hildin sum føðingardagur Krists og var róptur Epifania
Domino (opinbering Harrans). Tá teir í 4. øld semjast
um 25. desember sum føðingardagin, verður 6. januar
trettandi dagur jóla.
7. januar. Knútur hertogi. Talan er um sonin hjá
danska konginum Erik Ejegod. Hann varð myrdur
av systkinabarni sínum Magnusi henda dag í 1131. Í
danskari søgu verður hann róptur Knútur Lávardur,
ið er sama orðið sum tað enska lord, ið merkir harri.
Knútur varð skírdur halgimenni í 1169. Navnið Knútur
er kanska upprunaliga norrønt og merkir júst knútur,
brúktur sum eyknevni. Ella kanska er tað gamalt týskt
navn: hin (hug)djarvi.
8. januar. Erhardus ella Erhardt. Írskur munkur, sum
doyði um ár 700. Ella kanska er talan um ein týskan
biskup, sum fyri undurgerðir sínar verður skírdur
halgimenni. Týskt navn, samansett av æra og harður.
Í morgin, leygardagin 6.
januar og trettanda dag jóla,
verður John Sigurd Joensen
í Klaksvík, 60 ár. Tilkomnir
føroyingar komast við navn
ið, tí John Sigurd var ein
av lyklaspælarunum á 66
liðnum hjá KÍ.
John Sigurd er av Inni
stovuslagnum í Vági í Klaks
vík. Mamman er Fía fødd
Østerø og ættað av Skipanesi.
Pápin er Jens Pauli Joensen,
nevndur Boy. Tey búsettust á
Lítlu Brekku og fingu fýra
synir: Olaf (1941), Johan
ella Hannibeiggi (1945),
John Sigurd (1947) og
Byrgir (1952). Teir búgva
allir í Klaksvík.
John Sigurd hevur av og
á verið skipsmaður, hann
gekk í nógv ár við posti,
og so hevur hann koyrt
hýruvogn.
Tað plagdi at verða sagt,
at vágsdreingir ofta vóru væl
umboðaðir á besta KÍ liðnum,
sum í fýrati, fimmti og
seksti árunum vann so nógv
meistaraheiti. Á 66 liðnum
var umleið helmingurin av
liðnum vágsdreingir, sum
spældu og mentust á túnum
og teigum og vóru væl brynj
aðir, tá ið teir leitaðu sær
niðan á plenuna, har teir
gjørdust partar av felagnum,
sum granni teirra, John Reid
Bjartalíð, sáli, hevði ábyrgd
ina av.
John Sigurd var á dreingja
liðnum, sum vann FM í
1961. Í 1964 royndi hann
seg fyrstu ferð á besta
liðnum, og har var hann ein
av høvuðsleikarunum, tá ið
KÍ var meistari í 1966, 1967,
1968, 1969, 1970 og 1972.
John Sigurd var miðvallar
spælari, og hann hevði
eyðsýndar dygdir bæði í
framrættaða og verjukenda
partinum. Hann skoraði ofta
mál, men leikluturin hjá hon
um var serliga at leggja upp
til málmøguleikar. Hann
hevði serligt hegni at fáast
við bóltin, hann hevði stóra
taktiska tilvitan, og framum
alt var tað gagnligt fyri liðið,
at hann hevði so gott eyga
fyri, nær hann skuldi sleppa
bóltinum til viðspælararnar,
tá ið hann hevði sneitt fram
við trimum ella fýra mót
støðumonnum.
Umstøðurnar vóru so
nógv øðrvísi, tá ið John
Sigurd spældi, enn tær
eru tað nú. Sambandið við
umheimin var lítið. Tí var
tað stór hending, tá ið KÍ á
Danmarkar ferðum vitjaði
Jyderup, Roskilde KFUM
og Knabstrup, og tað var
ikki minni stórhending, tá ið
hesi feløg og onnur vitjaðu
í Føroyum og í Klaksvík
– eitt nú AGF, B1909, Kold
ing, B93 og OB. Tað var í
sambandi við onkra av hes
um vitjanunum, at John Sig
urd fekk tilboð um at koma
til Danmarkar at royna seg.
John Sigurd var seks
ferðir á landsliðnum: Móti
Hetlandi og Íslandi B í 1967,
Hetlandi í 1969, Orknoyggj
unum og Hetlandi í 1970
og móti Orknoyggjunum í
1971. Ikki minst í Íslandi í
1967, tá ið Føroyar taptu 2-
1, var leikluturin hjá John
Sigurdi stórur.
Eftir at John Sigurd var
givin at spæla fótbólt var
hann dómari og venjari, og
eitt skifti var hann formaður
í KÍ.
John Sigurd hevur stóran
áhuga fyri samfelagsmálum.
Eftir kommunuvalið í
2000 var hann eykamaður
í Klaksvíkar býráði fyri
Javnaðarflokkin og møtti
fleiri ferðir í býráðnum.
Áhugin fyri ítrótti er
stórur. Serligan áhuga hevur
John Sigurd fyri tennis.
Hann hevur fleiri ferðir
verið uttanlands og fylgt við
í stórum tenniskappingum.
Hann er eisini ógvuliga áhug
aður í country tónleiki, og
fyri John Sigurd var tað
stór hending, tá ið hann
tvær ferðir hevur vitjað í
Nashwille.
John Sigurd var giftur
við Óluvu, sum er ættað av
Skipanesi. Tey eiga tveir
synir – Jan og Allan – sum
báðir búgva í Klaksvík, og
sum báðir hava verið stórir
stuðlar á KÍ liðnum. John
Sigurd eigur fýra abbabørn
– tríggjar gentur og ein
drong, sum er uppkallaður
eftir abbanum.
J
John Sigurd Joensen 60 ár
nøvn
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri maður mín,
góði pápi, verpápi og abbi okkara
Leivur Olsen
Hoyvík
doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri vitjanir, uppringingar og heilsanir.
Tøkk til tykkum, sum skipaðu fyri ervinum.
Tøkk fyri góð og troystarrík orð í kapellinum
og í kirkjuni.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur.
Tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað her á fold.
Eisini takka vit fyri alla umsorgan, ið verður víst
okkum í hesi sváru tíð.
Við ynski um eitt av Harranum signað nýggjár.
Familjunnar vegna
Marna, Dagfinn og Theodor
Tøkk
Hjartaliga takki eg fyri ta stóru samkenslu og
hjálpsemi, sum víst var mær tá kæri maður mín
Jógvan Erland Joensen
Miðvági
doyði og var jarðaður.
Tøkk øll tit, sum vóru um hann og hjálptu honum
tað tíðina, hann ikki fekk gingið.
Tøkk til heimahjálpina. Tit vóru ein stór hjálp, uttan
tykkum hevði hann ikki kunna búð heima.
Takk Lilly, Malla og Georg.
Tøkk til starvsfólkið á B6.
Takk Bergur Debes Joensen prestur fyri vælvald
orð á kapellinum. Takk Inga prestur fyri sera góð
og troystarík orð í kirkjuni. Takk berarar, sangarar,
gravarar og tit, sum skipaðu fyri jarðarferðini og
ervinum og øll tit, sum á einhvønn hátt hjálptu til,
tá hann doyði og varð jarðaður og ikki minst aftaná,
nú tómrúmið er vorið so stórt,
og lívið skal livast víðari.
Takk øll tit mongu, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað her á fold.
Takk fyri kransar, blómur og peningagávur til
kirkjuna.
Hjartans tøkk øll somul.
Herdis
Lesið Sosialin - so eru tit við