Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 5. januar 2007 15 Magni Hentze, Tvøroyri, andaðist sunnudagin, 35 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju leygardagin kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Magna, kunnu lata eina peningagávu; konta í Eik. Jákup Heinesen, búsitandi í Keypmannahavn, andaðist 30. desember, 35 ára gamal. Magdalena Weihe, ættað úr Mykinesi, búsitandi á Bispebjerg í Keypmannahavn, andaðist jóladag, 91 ára gomul. Jarðarferðin verdur týsdagin 9. januar kl. 13 úr Grundtvigskirkjuni á Bispebjerg. Andlát og jarðarferðir Dagurin 6. januar. Trettandi dagur jóla. Trettandi verður hildin til minnis um vísmenninar úr Eysturlondum, sum komu at tilbiðja nýfødda jødakongin. 6. januar var í fornkirkjuni hildin sum føðingardagur Krists og var róptur Epifania Domino (opinbering Harrans). Tá teir í 4. øld semjast um 25. desember sum føðingardagin, verður 6. januar trettandi dagur jóla. 7. januar. Knútur hertogi. Talan er um sonin hjá danska konginum Erik Ejegod. Hann varð myrdur av systkinabarni sínum Magnusi henda dag í 1131. Í danskari søgu verður hann róptur Knútur Lávardur, ið er sama orðið sum tað enska lord, ið merkir harri. Knútur varð skírdur halgimenni í 1169. Navnið Knútur er kanska upprunaliga norrønt og merkir júst knútur, brúktur sum eyknevni. Ella kanska er tað gamalt týskt navn: hin (hug)djarvi. 8. januar. Erhardus ella Erhardt. Írskur munkur, sum doyði um ár 700. Ella kanska er talan um ein týskan biskup, sum fyri undurgerðir sínar verður skírdur halgimenni. Týskt navn, samansett av æra og harður. Í morgin, leygardagin 6. januar og trettanda dag jóla, verður John Sigurd Joensen í Klaksvík, 60 ár. Tilkomnir føroyingar komast við navn­ ið, tí John Sigurd var ein av lyklaspælarunum á 66 liðnum hjá KÍ. John Sigurd er av Inni­ stovuslagnum í Vági í Klaks­ vík. Mamman er Fía fødd Østerø og ættað av Skipanesi. Pápin er Jens Pauli Joensen, nevndur Boy. Tey búsettust á Lítlu Brekku og fingu fýra synir: Olaf (1941), Johan ella Hannibeiggi (1945), John Sigurd (1947) og Byrgir (1952). Teir búgva allir í Klaksvík. John Sigurd hevur av og á verið skips­maður, hann gekk í nógv ár við posti, og so hevur hann koyrt hýruvogn. Tað plagdi at verða sagt, at vágs­dreingir ofta vóru væl umboðaðir á besta KÍ liðnum, sum í fýrati, fimmti og seksti árunum vann so nógv meist­ara­heiti. Á 66 liðnum var umleið helmingurin av liðn­um vágsdreingir, sum spældu og mentust á túnum og teigum og vóru væl brynj­ að­ir, tá ið teir leitaðu sær nið­an á plenuna, har teir gjørd­ust partar av felagnum, sum granni teirra, John Reid Bjartalíð, sáli, hevði ábyrgd­ ina av. John Sigurd var á dreingja­ liðnum, sum vann FM í 1961. Í 1964 royndi hann seg fyrstu ferð á besta liðnum, og har var hann ein av høvuðsleikarunum, tá ið KÍ var meistari í 1966, 1967, 1968, 1969, 1970 og 1972. John Sigurd var mið­vallar­ spælari, og hann hevði eyð­sýndar dygdir bæði í framrættaða og verjukenda partinum. Hann skoraði ofta mál, men leikluturin hjá hon­ um var serliga at leggja upp til málmøguleikar. Hann hevði serligt hegni at fáast við bóltin, hann hevði stóra taktiska tilvitan, og framum alt var tað gagnligt fyri liðið, at hann hevði so gott eyga fyri, nær hann skuldi sleppa bóltinum til viðspælararnar, tá ið hann hevði sneitt fram­ við trimum ella fýra mót­ støðumonnum. Umstøðurnar vóru so nógv øðrvísi, tá ið John Sig­­urd spældi, enn tær eru tað nú. Sambandið við umheimin var lítið. Tí var tað stór hending, tá ið KÍ á Danmarkar ferðum vitjaði Jyderup, Roskilde KFUM og Knabstrup, og tað var ikki minni stórhending, tá ið hesi feløg og onnur vitjaðu í Føroyum og í Klaksvík – eitt nú AGF, B1909, Kold­ ing, B93 og OB. Tað var í sambandi við onkra av hes­ um vitjanunum, at John Sig­ urd fekk tilboð um at koma til Danmarkar at royna seg. John Sigurd var seks ferðir á lands­liðnum: Móti Hetlandi og Ís­landi B í 1967, Hetlandi í 1969, Orkn­oyggj­ unum og Hetlandi í 1970 og móti Orkn­oyggjunum í 1971. Ikki minst í Íslandi í 1967, tá ið Føroyar taptu 2- 1, var leikluturin hjá John Sigurdi stórur. Eftir at John Sigurd var givin at spæla fótbólt var hann dómari og venjari, og eitt skifti var hann formaður í KÍ. John Sigurd hevur stóran áhuga fyri samfelagsmálum. Eftir kommunuvalið í 2000 var hann eykamaður í Klaksvíkar býráði fyri Javnaðarflokkin og møtti fleiri ferðir í býráðnum. Áhugin fyri ítrótti er stórur. Serligan áhuga hevur John Sigurd fyri tennis. Hann hevur fleiri ferðir verið uttanlands og fylgt við í stórum tenniskappingum. Hann er eisini ógvuliga áhug­ aður í country tónleiki, og fyri John Sigurd var tað stór hending, tá ið hann tvær ferðir hevur vitjað í Nashwille. John Sigurd var giftur við Óluvu, sum er ættað av Skipa­nesi. Tey eiga tveir synir – Jan og Allan – sum báðir búgva í Klaksvík, og sum báðir hava verið stórir stuðlar á KÍ liðnum. John Sigurd eigur fýra abbabørn – tríggjar gentur og ein drong, sum er uppkallaður eftir abbanum. J John Sigurd Joensen 60 ár nøvn Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri maður mín, góði pápi, verpápi og abbi okkara Leivur Olsen Hoyvík doyði og varð jarðaður. Tøkk fyri vitjanir, uppringingar og heilsanir. Tøkk til tykkum, sum skipaðu fyri ervinum. Tøkk fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur. Tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Eisini takka vit fyri alla umsorgan, ið verður víst okkum í hesi sváru tíð. Við ynski um eitt av Harranum signað nýggjár. Familjunnar vegna Marna, Dagfinn og Theodor Tøkk Hjartaliga takki eg fyri ta stóru samkenslu og hjálpsemi, sum víst var mær tá kæri maður mín Jógvan Erland Joensen Miðvági doyði og var jarðaður. Tøkk øll tit, sum vóru um hann og hjálptu honum tað tíðina, hann ikki fekk gingið. Tøkk til heimahjálpina. Tit vóru ein stór hjálp, uttan tykkum hevði hann ikki kunna búð heima. Takk Lilly, Malla og Georg. Tøkk til starvsfólkið á B6. Takk Bergur Debes Joensen prestur fyri vælvald orð á kapellinum. Takk Inga prestur fyri sera góð og troystarík orð í kirkjuni. Takk berarar, sangarar, gravarar og tit, sum skipaðu fyri jarðarferðini og ervinum og øll tit, sum á einhvønn hátt hjálptu til, tá hann doyði og varð jarðaður og ikki minst aftaná, nú tómrúmið er vorið so stórt, og lívið skal livast víðari. Takk øll tit mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Takk fyri kransar, blómur og peningagávur til kirkjuna. Hjartans tøkk øll somul. Herdis Lesið Sosialin - so eru tit við