Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 2. februar 2001 29 gult cyan magenta svart 28 Nr. 23 - 2. februar 2001 PhD námsstyrkir á Náttúruvísinda- deildini Søkt verður eftir fólki til tvær PhD-verkætlanir á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Verk- ætlanirnar eru fíggjaðar av oljufeløgunum Statoil- bólkinum, ið er samansettur av Statoil, Phillips, Enterprise og Veba. Ein lýsing av verkætlanum er at finna niðanfyri. Umsøkjarar til phd námsstyrkirnar skulu hava prógv sum cand. scient. (t.d. jarðalisfrøði, støddfrøði) ella sivilverkfrøðingur (t.d. ravmagn, kolvetni). Tó eru tey, ið eru ávegis at gera kandidatuppgávu, eisini vælkomin at søkja. –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Seismisk signalviðgerðar hættir og modellering av multiblum afturkastingum í basalti og legugrýti Føroyska jarðfrøðin er merkt av, at tjúkk basaltløg eru oman á jarðløgunum,ið kunnu innihalda olju og gass. Phd-verkætlanin skal geva betur fatan av seismiskum mátingum og av viðgerðini av seismiskum signalum, serliga við atliti at føroyska økinum. Ein týðandi partur av verkætlanini er at kanna útbreiðsluna av seismiskum aldum í lagdeild- um basalti og at kanna trupulleikarnar um at fáa vitan um legugrýti undir basaltløgunum út frá seismiskum mátingum. Serligt atlit verður til »mul- tiblar« afturkastingar av seismiskum aldum í lagdeildum basalti, og til at trýstaldur verða gjørdar um til »shear«-aldur. Meir fæst at vita um verkætlanina við at venda sær til Magnus Danielsen, professara, á teldupost- adressu magnusd@nvd.fo ella á tel. 315306 hjá Náttúruvísindadeildini. –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Mekaniskir eginleikar hjá basalti Tjúkku basaltløgini oman á legugrýtinum í føroyska økinum eru ein serlig avbjóðing, ikki bert tá tulkingar av seismiskum royndum skulu gerast,men eisini í samband við sjálva boringina eftir olju og gassi í undirgrundini. Í hesi verkætlanini verða gjørdar kanningar av viðurskiftum, ið hava týdning fyri hvussu skjót boringin kann vera, og av týdninginum av, at rivur eru í basaltinum. Dentur verður lagdur á at analysera mekaniskar spenningar og elastiskar eginleikar við atliti at basalti í føroyska økinum, m.a. við starvstovukanningum og modellum. Kanningar verða eisini gjørdar av anisotropi, heterogeniteti og av viðurskiftum, ið hava týdning fyri at fáa seismisk signal gjøgnum basaltið. Meir fæst at vita um verkætlanina við at venda sær til Bernt S. Aadnøy, professara, á teldupostadressu bernt.aadnoy@tn.his.no ella á tel. + 51831700 á Høgskolen i Stavanger í Noregi. –––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Umsóknarfreistin fyri báðar verkætlanirnar er til 1. mars 2001. Umsóknir við prógvum, ævisøgu (curri- culum vitae) og møguligum greinum skulu sendast til Fróðskaparsetur Føroya, J.C.Svabosgøta 14, Bókhald Føroya Shell søkir starvsfólk til bókhaldið á høvuðsskrivstovuni í Tórshavn. Arbeiðið fevnir um: • ábyrgd av ognara- og skuldarabókhaldinum • vera við til at gera mánaðarroknskapir v.m. • avgreiðslu av viðskiftafólki • annað fyrisitingararbeiði Vit vænta at tú: • hevur HA,HH ella líknandi útbúgving • hevur royndir innan bókhald og skrivstovuyrkið • er hollur teldubrúkari • hevur innlit í roknskaparlig viðurskifti Vit kunnu bjóða: • eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við avbjóðingum • møguleikar fyri útbúgving og persónligari menning • góða løn við eftirlønarskipan í samsvar við útbúgving og royndir. Hevur tú hug at vita meira um starvið, ert tú væl- komin at ringja á telefon 34 74 00 lokal 213. Fyri- spurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði. Umsókn við prógvum og viðmælum, merkt »bókhald« skal sendast til P/F Føroya Shell,Postboks 188, 110 Tórshavn, og má vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19.februar 2001. Verkfrøðingur Starvið sum leiðari av maskindeildini hjá stovninum er leyst at søkja. Maskindeildin hevur um hendi maskinamboð, skerv- og asfaltútbúnað,akfør o.a.hjá stovninum, umframt viðlíkahald av asfaltgoymsluni í Hósvík. Amboðini eru í nýtslu kring landið - mest í sambandi við gerð og hald av landsvegum. Maskinmiðstøð er í Kollafirði og annars smiðja á Lambareiði,í Øravík og Hvannasundi.Eini 25 fólk tilsamans eru knýtt til hetta virksemið. Smiðju- meistarar hava dagliga raksturin um hendi. Arbeiðsuppgávur Verkfrøðingurin hevur samskipanina av smiðjun- um um hendi og hevur ábyrgdina av hesum virksemi. Í høvuðsheitum er uppgávan hjá deildini rakstur av smiðjunum, viðlíkahald av maskinamboðum og útbúnaði, eykalutagoymsla, innkeyp av am- boðum,eykalutum o.øðr. Fasta tilhaldið verður maskinmiðstøðin í Kolla- firði. Førleikakrøv Sóknast verður eftir maskinverkfrøðingi og helst við royndum innan nevnda virkisøkið. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars vera sambært sátt- málanum millum Fíggjarmálastýrið og Verkfrøð- ingafelagið. Umsóknir Umsóknir við prógvum og møguligum um- mælum verða at senda Landsverkfrøðinginum, Postboks 78, 110 Tórshavn og skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 15. februar 2001. Merkið brævbjálvan »Maskinverkfrøðingur«. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Óla Barnasjónleikarfelagið Dramaverkstaðið Hallarheygur 2, FO 100 Tórshavn Fremmanda gentan Sýningar verða: Leygardagin 3. februar kl. 18.00 Sunnudagin 4. februar kl. 16.00 Sunnudagin 4. februar kl. 18.00 Atgongumerkir: Atgongumerkir á 25 kr. kunnu keypast í forsølu í Kunningarstovuni og á Dramaverkstaðnum hálvan tíma undan sýning. Børn undir 5 ár skulu vera saman við vaksnum. Urtagarðsarbeiði Vit gera alt urtagarðsarbeiði. Fa. Urtagarðsrøkt v/Mass Jensen, Nólsoy Tlf. 32 71 31 – 28 39 53 Málaraarbeiði Eg átaki mær alt innandura málaraarbeiði. Uni Nielsen,málari Tlf.222103 · 318274 Bátur til sølu Føroyskt bygt 7 mannafar í góðum standi,bygdur í 1986,29 hestakreftir,Ruggini 29 Diesel. Tlf.444846 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in Ekspeditrisa søkist til skiftandi vaktir. Postboks 3352 ·110 Tórshavn ·Tlf. 312161 Hendir okkurt, sum er ‡hugvert hj‡ ¿Ýrum at vita, eru vit til reiÝar at bera t’Ýindini v’Ýari. Sosialurin leggur seg eftir at bera t’Ýindi œr ¿llum landinum. Vit koyra runt ’ t’ kenda, gr‡a Toyota bilinum viÝ eyÝkendu fr‡merkjunum. FerÝandi blaÝstj—rnin er dagliga œti kring landiÝ. Vit eru at hitta ‡ telefon nr. 31 18 20. Telefax nr. 31 47 20. Edvard Joensen mannar ’ l¿tuni ferÝandi blaÝstj—rnina. Hann er at hitta ‡ telefon nr. 42 36 17 ella ‡ fartelefon nr. 22 05 07. Eisini ber til at senda teldupost til: edvard@sosialurin.fo ella post@sosialurin.fo Rætti bilurin til mong endamál. Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri. 2.9 Dohc Turbo-Diesel 16 V, 126 HK, 5 hurðar CARNIVAL Sosialurin - 311820 Tel. 310 600 i Sosialurin www.reproz.com