fríggjadagur 2. februar 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 2. februar 2001
27
26
Nr. 23 - 2. februar 2001
Toyota
Prius
Heiðurslønirnar regna
oman yvir Toyota Prius,
heimsins fyrsta seriu-
framleidda
hybridbil.
Svenska blaðið “Trafik
Magasinet” valdi her-
fyri Prius til ársins bil.
Kelda: Motor Magasinet
Renault 12
ára garanti
Nú allir Renault bilarnir
fáa 100 prosent galvani-
serað karossarí, veita
teir 12 ára rustverju-
garanti frá 1.mars 2001.
Kelda: Volvo Personvogne DK
A/S
Oldsmobile
gevast
GM hava gjørt av, at
Oldsmobile, ið er elsta
bilmerkið í USA og
næstelsta í heiminum,
skal gevast, so hvørt nú-
verandi modell ganga
út. Hetta kemur sera
óvart á hjá bilhandlar-
unum og kundunum.
Kelda: Motor Magasinet
ÚT AT KOYRA
Ongar bilverksmiðjur
í heiminum kunnu
kenna seg tryggar, tá
týski spiónmynda-
takarin, Hans G.
Lehmann, við tele-
linsu síni avdúkar
teirra loyndardómar.
Arbeiði hansara um-
fatar øll heimsins
lond, og kann skifta
frá 40 kuldastigum til
40 hitastig
BILAR
Magnus Gunnarsson
Byrjaði í 1963
Alt byrjaði við, at Hans G.
Lehmann í 1963 var og
vitjaði foreldur síni í Wolfs-
burg. Har fekk hann eyga á
ein bil, hann ikki hevði sæð
áður. Hann tók myndir av
bilinum og seldi tær til
vikublaðið Stern. Tað vísti
seg, at bilurin var ein VW
type 97, sum eftir ætlan
skuldi avloysa VW Bobl-
una. Hendan ætlanin hjá
VW varð tó av ongum, men
hetta varð byrjanin til
yrkisleiðina hjá Hans G.
Lehmann, ið bleiv heimsins
mest kendi spiónmynda-
takari.
Altíð á staðnum
Áðrenn nýggir bilar koma
alment fram, verða teir
loyniliga
royndarkoyrdir
ymsastaðni í heiminum,
fyri at vita um alt nú riggar
sum tað skal undir teimum
ymisku umstøðunum, ein
bilur kann koma út fyri,
heilt frá einum 40 hitastig-
um niður til 40 kuldastig.
Bilarnir verða deilvís til-
dekkaðir, so ongin skal
vita, hvat slag teir eru.
Hans G. Lehmann hevur
bæði eygu og oyru opin alla
tíðina, fyri at vita hvat rørir
seg á teimum ymsu bil-
verksmiðjunum. Sjálvt um
alt verður hildið loyniligt,
er Hans G. Lehmann á
staðnum, tó uttan at nakar
veit tað, fyri at avdúka eitt
nýtt bilmerki við myndum
og tí hann annars veit um
bilin. Um tað so er í polar-
økinum ella í einari oyði-
mørk, ella bilarnir koyra
kamoufleraðir í einum býi
einastaðni á knøttinum.
Myndirnar verða síðan
seldar til bilbløð, hann
hevur avtalu við í fleiri
londum. Í Danmark hevur
FDM limablaðið, Motor,
fyrsta rætt til myndirnar.
Ikki uttan
trupulleikar
Hóast hetta tykist at vera
eitt spennandi arbeiði, er
tað ikki altíð ein dansur á
rósum. Fleiri ferðir hevur
Hans G. Lehmann verið av-
dúkaður og komin út í
stórar trupulleikar. Hann
hevur sitið í fangahúsi í
Algeria og Fraklandi fyri
njósning, eisini hevur verið
steinað eftir honum, og
bilur hansara noyddur útav
koyrivegnum. Politiið hev-
ur eisini gjørt húsarann-
sóknir í heimi hansara og
ákært hann fyri ídnaðar-
njósning.
VW til Grønlands
Tað er næstan ómøguligt
hjá bilverksmiðjunum at
halda nakað loyniligt fyri
spiónmyndatakarum, bæði
hvat viðvíkur myndum og
øðrum upplýsingum. VW
hevur tikið avgerð um at
flyta sínar kuldatestir til
Grønlands, har flogfør við
testbilunum lenda og fara á
flog á einum væl vardum
privatum øki. Bert tíðin
kemur at vísa, um tað fer at
hjálpa.
Kelda: FDM / Motor
Týskur spiónmyndatakari – allan
heimin sum sítt arbeiðspláss
Bilverksmiðjurnar gera alt fyri at snýta spiónmyndatakararnar. Í USA tók Hans G.Lehmann hesa myndina av einum bili við
Audi búmerkjum, og líktist einum A6. Í veruleikanum var hetta eitt topployndarmál hjá VW, tann nýggi stóri D2. Tað sum VW
fekk burturúr at snýta Hans G.Lehmann, var at hann aðrastaðni frá fekk myndir, og her avdúkar hann hvussu bilurin kemur at
síggja út
Her er Hans G.Lehmann í 40 hitastigum í eini holu í Death Vally í USA. Hann hevur fingið
eyga á bilin hann hevur bíða eftir, og kann selja myndirnar til tey bilbløð, hann hevur avtalu
við, sum til dømis FDM limablaðið Motor
Tildekkaðan framman og aftan, hevur Hans G.Lehmann
avmynda nýggjasta BMW-700, ið eftir ætlan verður á
Frankfurt Motorshow í heyst, og kemur á marknaðin í 2002
ÚT AT KOYRA
Við broyttari útsjónd,
størri sporvídd, 15”
hjólum og betri
trygd, er Xsara við
nýggja 1,6 bensin-
motorinum og 110 hk
ein sera kappingar-
førur bilur í sínum
klassa. Leygardagin
verður bilurin sýndur
fram á bilasøluni hjá
Ivan Johansen við
Hoyvíksvegin
BILAR
Magnus Gunnarsson
Tryggari enn áður
Í útsjónd er Xsara árgang
2001 mest broyttur framm-
an, við nýggjum og størri
forlyktum við klárum glasi
og innbygdum tokulyktum,
ið tilsamans geva 20 pro-
sent betri ljós. Kølaragittari
er vorðið ein partur av
motorhjálminum, sum eis-
ini er broyttur nakað. Til-
samans gevur hetta bilinum
eina heilt aðra útsjónd, tá
man møtir honum í ferðsl-
uni.
Fyri at økja um trygdina í
einum samanstoyti, hevur
Xsara fingið styrkt ka-
rossarí, eins og hurðar og
mittarstólpið eru stúttari.
ABS og elektronisk deiling
av bremsukraftini (EBD)
eru nú standard, eins og
skivubremsurnar aftan og
framman
eru
munandi
styrktar.
Vælvirkandi motorur
Ístaðin fyri teir fyrru 1,6 og
1,8 litur motorarnar, hevur
nýggi Xsara ein nýggjan
1,6 litur motor við 16
ventilum og 110 hestakreft-
um. Hetta er ein vælvirk-
andi motorur við góðari
kraft og trekkjur eins væl
við lágum og høgum mo-
torsnúningum. Motorurin
larmar lítið og lýkur øll
Euro IV krøvini til dálking.
Annars fæst Xsara við fleiri
motorstøddum, sum til
dømis tí umhvørvisvinar-
liga 2,0 litur HDI diesel-
motorinum.
Nógv standardútgerð
Xsara er sera væl útgjørdur
við nógvari standard út-
gerð, so sum ABS bremsur
við EBD, variabla servo-
stýring, tokulyktir aftan og
framman, el-síðuspegl við
varma, el-síðurútar, start-
sperru í lykilinum, ventila-
tiónskipan við pollenfiltur,
varma í framsetrunum,
sentrallás við fjarstýring og
RDS radio við fløguspæl-
ara og 6 hátalarum.
Framsýning
leygardagin
Í sambandi við at teir fyrstu
Xsara við nýggja motorin-
um komu til landið í vik-
uni, verður framsýning av
bilunum á bilasøluni hjá
Ivan Johansen leygardagin
3. februar frá kl. 10.00-
14.00 har eisini verða
møguleikar at royna aðrar
nýggjar og brúktar bilar.
Citroën Xsara – avgjørt kappingarførur
í sínum klassa
Citroën Xsara 1.6 16V
5/ hurðum
Motorurin
4 syl. 1.6 litur 16V 110 hk
0-100 km/t
9.7 sek
Bensinnýtsla
14.5 km/l
Dekkstødd
195/55-15
Stødd og vekt
Longd
419,0 cm
Breidd
170,0 cm
Hædd
141,0 cm
Eginvekt
150 kg
Totalvekt
1675kg
Viðførisrúm
408 litar
Prísur
frá kr.149.900,-
Søluumboð
Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tlf: 313666
Citroën Xsara árgang 2001 hevur nú størri lyktir framman við
klárum glasi og innbygdum tokulyktum
Ístaðin fyri teir fyrru 1,6 og 1,8 litur motorarnar, hevur nýggi Xsara ein nýggjan 1,6 litur motor við 16 ventilum og 110
hestakreftum