fríggjadagur 2. februar 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 2. februar 2001
25
24
Nr. 23 - 2. februar 2001
HEILSANIR
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Góðu mamma og babba
Hjartaliga tillukku við silvurbrúdleypsdegnum.
Ynskja børnini
Ford Sierra Cosworth
árgang 1992
Fartelefon 214865
Til sølu um hóskandi
boð fæst.
Tlf. 223 380, 373 680,
373 660
Til dømis reinsa vit:
klædningar, buksur og jakkar,
dýnujakkar, termodraktir
(og onnur oljudálkað pløgg)
Tygum kunnu lata toy inn á hesum støðum:
Í Havn: »Seytjan« á Áarvegnum
Í Eysturoy: »Josi« á Skála, »Jungmann« í Runavík,
»Rokoko« í Gøtu.
KLAKSVÍKAR DAMPVASKARÍ
Tlf. 455160 · 700 Klaksvík
Umframt vasking av vanligum klæðum
hava tygum nú møguleika fyri at fáa
klæði tygara kemisk reinsað í okkara
nýmótans reinsimaskinu.
www.bilar.fo
bilar.fo
bilar.fo
Fáast í tínum klædnahandli
Tel. 319591
Tann breiði elastikkanturin
forðar fyri merkjum á beinunum
og ger at sokkurin passar perfekt
Knæsokkar fra DIM
Fáast í tínum klædnahandli
Tel. 319591
Almenn móttøka
á Fróðskaparsetri Føroya
Í sambandi við, at Setursskrivstovan er flutt, og at Altjóða
Skrivstovan er latin upp, verður
ALMENN MÓTTØKA
fríggjadagin 2. februar 2001 kl. 14.00–17.00
í nýggju hølunum í Savnshúsunum,
J. C. Svabos gøtu 14 (gróthúsið á Debesartrøð).
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovan
J. C. Svabos gøtu 14
100 Tórshavn
Bogholder/revisor-
assistent – deltid
Jeg har brug for en erfaren bogholder til at hjælpe
med at bogføre hos en klient i Tórshavn 1-2 timer
om ugen.Det kan godt foregå om aftenen. Arbejdet
kan eventuelt senere omfatte flere klienter i Tórs-
havn.
Grannskoðaravirkið
Højmose,FRR
v/ Børge Christiansen,cand.merc.aud.
Skrásettur grannskoðari
í Heiðum • 370 Miðvágur
Tlf.333498 • telefax 333490
E-mail:hoejmose@post.olivant.fo
http.//www.rev-hoejmose.dk
www.sosialurin.fo
Mørkøre brøðurnir
og Jens Martin vóru
við, tá Føroyar í 1991
taptu 2-1 móti
svenska U-21 lands-
liðnum
LANDSDYSTUR
Jóannes Hansen
Í sambandi við landsdystin
mikukvøldið hevur tað
aftur og aftur verið at hoyrt,
at Føroyar og Svøríki ong-
antíð áður hava spælt fót-
bóltslandsdyst ímóti hvørj-
um øðrum.Tá talan er um
altjóða skrásettar a–lands-
dystir, so er hetta rætt, men
tað er ivaleyst upp á sítt
pláss at nevna, at føroying-
ar og sviar ofta hava spælt
U–16 landsdystir ímóti
hvørjum øðrum, og at talan
eina ferð so at siga næstan
var um a–landsdyst.
Tað var 11. juni í 1991, at
eitt svenskt landslið og
Føroyar spældu í Gunda-
dali. Tá varð tað undir-
strikað, at talan var ikki um
a–landsdyst, tí tað svenska
liðið var eitt sokallað
olympiskt landslið.
Sviar vunnu 2–1. Før-
oyska málið skoraði Jan
Allan Müller í 1. hálvleiki.
Støðan í steðginum var
1–1. Dómari ta ferðina var
Kurt Sørensen úr Danmark,
og Nemus N. Djurhuus og
Jóan
Carl
Dam
vóru
linjuverjar, sum tað tá kall-
aðist (nú rópast teir linju-
dómarar).
Av teimum átjan spælar-
unum, sum mikukvøldið
umboðaðu Føroyar í Växjö,
vóru tríggir við fyri knapt
tíggju árum síðani. Teir
vóru brøðurnir Kurt og
Allan Mørkøre og so Jens
Martin Knudsen.
Føroyska liðið 11. juni í
1991 sá soleiðis út: Jens
Martin Knudsen, NSÍ –
Allan Mørkøre, KÍ, Kurt
Mørkøre, KÍ, Jóannes Ja-
kobsen, liðformaður, VB,
Mikkjal Danielsen, MB,
Albert Ari Thomassen, SÍF
– Jan Allan Müller, VB,
Abraham Hansen, ÍF, Torkil
Nielsen, SÍF, Jens Erik
Rasmussen, MB – Gunnar
Mohr, HB.
Eftir steðgin kom Rúni
Nolsøe, VB, inn fyri Torkil
Nielsen, Magni Jarnskor,
GÍ, kom inn fyri Jens Erik
Rasmussen, og Jens Krist-
ian Hansen, B36, kom á
vøllin fyri Gunnar Mohr.
Í 1991 var Páll Guðlaugs-
son venjari hjá føroyska
liðnum.
Tríggir vóru við fyri 10 árum síðani
Um tað var sjam-
panjuhondbíoltur ella
bara cola-brús skal
ikki verða gitt um,
men VÍF setti Neistan
so ruddiliga upp á
pláss í seinnu
hálvfinaluni
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Hondbóltsfepurin er iva-
leyst væl oman fyri tey 37
stigum í Vestmanna fyri
tíðina. Bæði kvinnur og
menn hava kappingarárið á
tamb verið í oddinum í
landskappingini, og miku-
kvøldið gjørdist greitt, at
nú verða bæði liðini um-
boðað annan leygardag, tá
finalan í Coca-Cola kapp-
ingini skal spælast.
Løgdu hart út
Undan dystinum høvdu
neistakvinnurnar
helst
vóna, at tað skuldi bera til
at skala VÍF, og harvið
tryggja sær onkran málm í
einum kappingarári, sum
slt meira líkist fyrsta málm-
leysa árinum í eitt manna-
minni hjá teimum bláu.
Fyrru hálvfinaluna vann
VÍF við fýra málum, men
Neistin hevði í longum
løtum væl fatur á teimum í
tí dystinum, og fyrstu løt-
una av dystinum miku-
kvøldinum var eisini líkt til,
at Neistin ætlaði sær at
vinna hesi fýra mál inn-
aftur.
Leikferðina royndu tær at
seta so høgt upp sum gjør-
ligt. Møguliga í eini roynd
at kvala VÍF, sum ikki
hevur so breiðan bonk, og
tískil ikki fær skift so nógv
út undir dystinum. Fyrstu
løtuna sá eisini út til, at
hetta undir øllum umstøð-
um fór at borga fyri einum
spennandi dysti, har liðini
skiftust um at skjóta mál, í
royndini at skapa sær sjálv-
um ein avgerandi fyrimun.
Sóleyð stýrdi tí mesta
Tað gjørdist tó hampuliga
tíðliga greitt, at tað vóru
tær úr VÍF, sum betri vóru
førar fyri at spæla hendan
ferðmikla hondbóltin, sum
neistaliðið legði upp til.
Tað var sjónligt, at orku-
nýtslan hjá neistaliðnum
var heldur størri enn hjá
gestunum. Rennibanarnir
vóru ikki eins skipaðir, og
bóltførleikin tóktist heldur
ikki at verið eins góður, og
um hálvan hálvleikin fór
hetta eisini at síggjast aftur
á máltalvuni.
Ein av fremstu orsøkun-
um til hetta tóktist vera, at
VÍF nú aftur hevur Sóleyð
Mikkelsen á liðnum. Hon
hevur drigist við skaða í
knænum seinastu tíðina, og
hóast hon at kalla bert tók
lut í álopspartinum, so var
sjónligt,
hvussu
stóran
týdning hon hevur fyri
spælið hjá VÍF. Sum spæl-
skipari megnaði hon ferð
eftir ferð at leggja neista-
verjuna undir trýst, og tá
møguleikin beyðst, gjørdi
hon sjálv bart, og úrslitið
varð hitt sama. Enn eitt mál
til tær gulu.
Orkan var uppi
Vónin hjá neistaliðnum
mundi longu verið farin, tá
liðini bæði komu á vøllin í
seinna hálvleiki. Fimm mál
vóru tá á muni, og saman
við teimum fýra frá fyrra
dystinum,
tóktist
hetta
meira enn møtumikið at
vinna innaftur.
Tað gjørdist eisini alt
meira greitt, sum dysturin
leið, at ógvusliga byrjanin
hevði kostað teimum nógv-
ar kreftir, og serliga sein-
asta korterið kom styrkis-
munurin til sjóndar.
Ikki tí at VÍF setti so
nógv meira á nú. Tær
spældu framvegis sítt spæl.
Lótu væl vandu systemini
koyra í álopspartinum, og
høvdu gott tak í verjuni, har
serliga miðverjan stóð stinn
allan dystin. Munurin kom
fyrst og fremst av, at orkan
hjá neistakvinnunum nú var
um at vera uppi. Teknisku
mistøkini gjørdust fleiri í
tali, og tí vórðu fleiri bóltar
tveittir óneyðugt burtur. Í
verjupartinum høvdu tær
ikki longur neyðuga yvir-
skotið til at bróta renni-
banarnar hjá mótstøðuni,
og tí sá álopsspæli hjá VÍF
alt meira ómaksleyst út.
VÍF eru favorittar
Tá dysturin var lokin, var
als eingin ivi um, at betra
liðið hevði vunnið, og
soleiðis sum VÍF spælir í
løtuni, er ilt at síggja, hvør
skal kunna forða teimum í
at vinna finaludystin.
Stjørnan og VB skulu
stríðast um hetta í viku-
skiftinum, men líka mikið
hvør av hesum sleppur í
finaluna, so fer VÍF at
verða mett sum favorittur at
vinna. Í landskappingini
hava tær enn ikki roynt
smakkin av einum tapi, og
í roynd og veru gerst sann-
líki fyri einum slíkum
minni, so hvørt sum vikur-
nar líða.
So hvørt sum blandaði
flokkurin av leikarum hev-
ur lært hvønn annan betri at
kenna, eru avrikini á vøllin
styrknaði alsamt. Ioana
Rápa tykist endiliga at vera
komin heilt fyri seg eftir
álvarsliga skaðan í fjør,
Nicoleta Radu gerst betri,
sterkari og frekari fyri
hvønn dyst, Manuela Stan í
málinum man geva mót-
støðuliðum marruna av út-
køstum sínum, og Sóleyð
Mikkelsen man í løtuni
vera besti miðspælarin í
landinum. Randi og Alis
berjast um hvønn bólt á
strikuni, og ikki minst hava
tær heimligu vestmanna-
genturnar eisini ment seg
nógv í árinum. Nicolina er í
løtuni úti við skaða, men
bæði Fríða og Jacklin áttu
hesa ferð stóran lut í sigr-
inum.
Trupulleikin hjá VÍF
kann verða, at hópurin tyk-
ist vera ógvuliga smalur og
tískil viðbrekin, men slappa
tær nøkunlunda heilskap-
aðar undan skaðum, fara
tær uttan stórvegis fjas av
stað við FM-gullinum, og í
finaludystinum um góða
viku verða tær í øllum før-
um favorittar.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Annika Thomsen
6(3), Katrin á Neystabø 5,
Birita Wardum 4, Bjørg
Patursson 2, Mildrid Jacob-
sen 2, Súna Mørk 1
VÍF: Ioana Rapa 9(2), Fríð
Marjunardóttir 5, Nicoleta
Radu 5, Jacklin Durhuus
5m Sóleyð Mikkelsen 3(2),
Randi Kúrberg 2, Alis
Høghamar 1
Brotskøst: Neistin 3, VÍF 3
Útvísingar: Neistin 3, VÍF
1
Dómarar úr H71/Kyndli:
Petur S. Dahl og Ragnar
Simonsen. Tóktist onkuntíð
heldur ivingarsamir, men
sluppu sum heild hampu-
liga væl frá uppgávuni.
Neistin-VÍF 20-30 (11-16)
VÍF skúmandi til finaluna
Høga leikferðin í byrjanini av dystinum kostaði nógv hjá Neistanum. M.a. tí VÍF hevði gott tak
á verjupartinum
Mynd: Álvur Haraldsen