Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. februar 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 2. februar 2001 23 22 Nr. 23 - 2. februar 2001 Royndu menninir á føroyska liðnum vóru betri fyri, enn teir plaga at vera hesa ársins tíðina. Tað var ein av orsøkunum til, at landsliðið so at siga setti svensku stór- favorittarnar upp á pláss LANDSLIÐS- FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað fer kalt niður eftir rygginum, tá tað frættist, at fótbóltslandsliðið skal spæla tíðliga á árinum. Tíðliga á árinum er, áðrenn tað heima á landi verður farið undir fótbóltslands- kappingina. At tað ikki er nøkur orsøk at mála við so myrkum pensli sást, tá landsliðið um hesa tíðina í fjør niðri í Spania tapti tep- urt ímóti Finnlandi og Ís- landi. Og at føroyskir landsliðs- spælarar hesa ársins tíðina eru eins væl fyri, sum teir í brøðratjóðunum kring okkum eru, fekst aftur ein staðfesting av mikukvøld- ið. Føroyar megnaðu mál- leysan javnleik á svenskari grund. Tað var eitt fínt úr- slit, sum sjálvsagt ber við sær, at tað er grundarlag at rokna við meiri enn heiður- ligum tapi, tá Allan Simon- sen og hansara royndu menn um knappar tveir mánaðir skulu spæla HM undankappingardyst í Luksemburg. At rokna við øðrum enn heiðurligum tapi, tá Føroyar á somu Europa ferð skulu spæla í Moskva, er ivaleyst ov ólát- að. Men avrikið og úrslitið ímóti einari av størstu og ríkastu tjóðunum í Europa var framúr gott. Ikki hvør sum helst Svøríki hevur fostrað nógv- ar stórar ítróttarmenn. Vit kunnu úr rúgvuni nevna Ingemar Stenmark og Björn Borg. Og vit kunnu leggja afturat, at landsliðs- venjarin hjá Onglandi hev- ur spælt fótbólt og leitt IFK Göteborg fram til sigur í Europa Cup, og at nógvir stórir fótbóltsspælarar sum t.d. Torbjörn Nilsson, Ralf Edström og Björn Nord- quist hava umboðað bláa og gula litin. Mikukvøldið var tað fyri tað mesta eitt nýtt ættarlið av vaksnum spælarum, sum royndi seg. Allir hesir droyma um at gera somu brøgd sum omanfyri nevndu. Nú høvdu teir møguleikan at vísa lands- liðsvenjaranum, svensku og útlendsku fjølmiðlunum og ikki minst millummonn- unum til útlendsk feløg, sum vóru millum áskoðar- arnar, at tað skuldi roknast við teimum í framtíðini. Við øðrum orðum átti motivatiónin at verið í toppi. Sviar vóru nærlagdir og ágrýtnir, men teir megn- aðu ikki at vinna. Spælistíl- urin var ikki tann eyðkendi 4–4–2 hátturin. Ístaðin royndu teir seg við eini 4-2- 3-1 skipan, har ætlanin var, at skapa møguleikar við djúpum renningum av miðjuni. Antin beint niðan á vøllin ella við at senda stikkbóltar út í síðurnar. Mál fingu teir ikki burtur úr hesum, men sviar høvdu fleiri stórar møguleikar. Tann størsta fingu teir, eftir at Allan Mørkøre og Jó- hannis Joensen í felag høvdu felt Zlatan Ibra- himovic, sum var vanda- miklasti álopsmaðurin hjá svium. Markus Johannes- son royndi seg úr ellivu metrum, Jákup Mikkelsen, sum fleiri ferðir var sera sannførandi, tveitti seg til høgru og bjargaði. Allan Simonsen vildi heldur ikki hesa ferð taka annan mál- verjan fram um hin. Í 2. hálvleiki nýtti Jens Martin Knudsen allar sínar royndir millum stólparnar, og ikki minst tá Christian Vil- helmsson tíggju minuttir út í 2. hálvleik var púra blank- ur, stórbjargaði veteranurin. Í góðari venjing Føroyska liðið var ongantíð niðurspælt. – Tað var týðuligt, at okk- ara menn trivust betri enn mótstøðumenninir á gras- líkinum. Takið á bóltinum hjá teimum var í minsta lagi á sama støði sum hjá mótstøðumonnunum, og tað var sera hugaligt at staðfesta, at spælararnir vóru so væl fyri kropsliga. Hetta sigur Jógvan Mart- in Olsen, hjálparvenjarin hjá Allani Simonsen. Tað var kanska hugsandi, at stóru og tungu menninir á føroyska liðnum fóru at hava trupulleikar at fylgja við, men sambært hjálpar- venjaranum, so hava t. d. Uni Arge, Allan Mørkøre og Hans Fróði Hansen ongantíð verið so væl fyri so tíðliga á árinum, sum teir vóru mikukvøldið. Verjuspælið var sannfør- andi, miðvøllurin arbeiddi væl, og Todi Jónsson og Uni Arge vóru nakrar ferðir tætt við at fáa mál. T.d. tá Todi Jónsson í kapprenning við mótstøðumann fekk beint bóltinum ímóti málin- um. Akkurát áðrenn Uni Arge slapp framat, fekk ein mótstøðumaður tonna á. Tá vóru 33 minuttir farn- ir. Frammanundan hevði Øssur Hansen eftir horna sent langskot dygst fram- við. Føroyingar høvdu í 1. hálvleiki seks hornaspørk, meðan sviar einki høvdu. Nógvar skiftiingar Allan Mørkøre og Fróði Benjaminsen funnu væl saman í høgra borði, og Sámal Joensen og Øssur Hansen samanspældu væl í vinstru. John Petersen var bindiliðið mitt á miðvøll- inum. Tað stóð nógv á sentralu miðvallarunum. Í 2. hálv- leiki gjørdi venjarin av at skifta teir allar út í senn. Súni Olsen, Pól Thorsteins- son og Rógvi Jacobsen komu í ótakksomu ódn- irnar. Teir stóðu royndina við ein glans. Tað er sera hugaligt at staðfesta, at breiddin í hópinum er í lagi, og at ættarliðskluftin ikki nýtist gerast eyðsýndur trupulleiki. Síðstu løtuna komu An- drew av Fløtum, Kurt Mørkøre og Christian Høgni Jacobsen á vøllin. Tað vil við øðrum orðum siga, at allir átjan spælar- arnir fingu høvi at royna seg. Óli Johannesen, Hans Fróði Hansen, Jóhannis Joensen og Allan Mørkøre vóru teir einastu, sum spældu alla tíðina, og teir vóru fínur botnur í verju- spælinum. Ofta hevur tað víst seg, at tað hevur kostað nógv, at orkan hevur verið burtur síðstu løtuna. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. Sviar royndu at leggja trýst á fyri at fáa eitt mál og harvið sleppa undan eyðmýking- ini. Tað eydnaðist ikki at fáa mál. Føroysku spælar- arnir megnaðu at vera kaldir og oftast at spæla seg burtur úr fáu trongstøð- unum í staðin fyri at sparka høgt og langt. Fyrsta stigið í NM kapp- ingini lívgar, og tveir mán- aðir undan teimum báðu fyrstu HM undankapping- ardystinum í ár kennist tað sum ein sannur fløvi, at tað eydnaðist at spæla javnt á útivølli ímóti størstu og kendastu brøðratjóðini. Várvónir birtar í svenska vetrinum Føroyar eru í álopið, men Per Nilsson fær skallað bóltin burtur, meðan John Petersen, Óli Johannesen og Øssur Hansen fylgja við Mynd: Scanpix/Nordfoto Hagtøl 70. Svøríki–Føroyar 0–0 NM kapping Mikudagin 31. januar 2001 kl. 18.00 Í Tipshallen í Växjö í Svøríki 2.204 áskoðarar Dómarakvartett úr Noregi: Terge Hauge, Geir Åge Holen, Odd Arne Vangen og Roy Helge Olsen Svøríki: 1. Håkan Svensson Halmstads BK – 2. Jimmy Tamandy, Malmö FF, 3. Frederik Karlsson, IFK Göteborg, 4. Per Nilsson, GIF Sundsvall, 5. Erik Edman, AIK – 6. Markus Johannesson, Örgryte IS, 7. Mikael Dorsin, Djurgårdens IF, 8. Christian Vilhelmsson, Stabaek (17. Jonas Lunden, IFK Göteborg, 75.), 9. Stefan Ishizaki, AIK (18. Christian Hemberg, Örgryte IS, 65.) – 10. Tobias Grahn, Lyngby FC, (16. Kristian Bergstöm, IFK Norrköping, 86.), 11. Zlatan Ibrahimovic, Malmö FF Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Johan Viland, IF Elfsborg, 13. Benjamin Tibebe, AIK, 14. Markus Lindberg, Helsingborgs IF, 15. Tomas Magnusson, Trelleborgs FF Gult kort: Markus Johannesson Venjari: Tommy Söderberg og Lars Lagerbäck Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, 15/–26, Herfølge BK (16. Jens Martin Knudsen, 52/–139, Leiftur, 46.) – 9. Allan Mørkøre, 53/1, HB, 3. Jóhannis Joensen, 9/0, HB, 2. Óli Johannesen, 48/1, Hvidovre IF, 5. Hans Fróði Hansen, 15/1, B68, 6. Øssur Hansen, 42/2, B68 (13. Andrew av Fløtum, 1/0, HB, 77.) – 4. Fróði Benjaminsen, 7/0, B68 (18. Súni Olsen, 1/0, Zwolle Holland, 58.), 11. John Petersen, 29/3, Leiftur (14. Pól Thorssteinsson, 19/0, Valur, 58.), 7. Sámal Joensen, 20/0, Leiftur (15. Rógvi Jacobsen, 8/0, KÍ, 58.) – 8. Uni Arge, 33/7, ÍA (17. Christian Høgni Jacobsen, 1/0, NSÍ 77.), 10. Todi Jónsson, 42/9, liðformaður, FCK (12. Kurt Mørkøre, 32/2, Sogndal IL, 77.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: eingin Gult kort: Sámal Joensen, Rógvi Jacobsen, Kurt Mørkøre, Pól Thorsteinsson Venjari: Allan Simonsen Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen Liðleiðari: Heðin Askham Lækni: Jens Pauli Marstein Fystioterapeutur: Álvur Hansen Ferðaleiðari: Dánjal Andreasen Samlaða talið á lands- liðsspælarum er nú 73, og um alt gongur, sum roknast kann við, so fer Óli Johannesen at spæla 50. landsdystin, tá HM undankapp- ingardysturin í Moskva verður á skránni LANDSDYSTUR Jóannes Hansen Tað er ongantíð áður komið fyri, at átjan føroyskir spæl- arar hava verið við í einum og sama altjóða skrásetta landsdysti. Í fjør komu allir spælararnir inn í vinar- dystinum í Liktinstein, men tað vóru bara í ferðalagnum (Føroyar vunnu 26. apríl 1–0). Tá Føroyar 2. juli í 1995 taptu vinardyst í Íslandi 2–0, komu allir spælararnir á vøllin. Ta ferðina var tað merkisvert, at bara fjúrtan spælarar vóru í ferðalagnum. Av teimum átjan spælar- unum, sum í fyrrakvøldið vóru við til at greiða mál- leysa javnelikin í Svøríki, royndu tríggir seg fyri fyrstu ferð á a–landslið- num.Tann fyrsti teirra at koma á vøllin var Súni Olsen. Tá hann í 58. minutti avloysti Fróða Benjamin- sen, gjørdist hann 71. før- oyski landsliðsspælarin, síðani Føroyar í 1988 fóru at spæla FIFA skrásettar landsdystir. Í alt hava Før- oyar spælt 70 altjóða skrá- settar dystir. Súni Olsen er føddur 7. mars í 1981. Hann er tískil 19 ára gamal, og hann var yngsti maður í ferðalagnum, sum var í Svøríki. Hinir báðir nýggju menn- inir komu á vøllin í senn. Teir vóru Andrrew av Fløt- um úr HB og Christian Høgni Jacobsen úr NSÍ. Teir vóru á vøllinum síðstu trettan minuttirnar. Andrew av Fløtum er føddur 13. juni í 1979, og Christian Høgni Jacobsen er føddur 12. mai í 1980. Teir vóru báðir í ferðalagnum, sum var í Sveis í oktober, men hvørgin teirra kom á vøllin í 5–1 tapinum. NSÍ telist ikki millum feløgini, sum hava verið best umboðað á landslið- num. Christian Høgni Ja- cobsen er bara triði NSÍ maðurin á landsliðnum. Hinir báðir hava verið Djóni N. Joensen og so Jens Martin Knudsen. Spæliloyvið hjá málmans- veteraninum er framvegis í Leiftri, men hann venur í ár við NSÍ og fer tískil sjálv- sagt at umboða barndóms- felagið á landsliðnum seinni í ár (um hann verður úttikin!). Súni Olsen er næsti spæl- arin, sum umboðar eitt hollendskt felag á lands- liðnum. Hin spælarin, sum hevur umboðað eitt hollendskt felag á lands- liðnum, er Jan Allan Müll- er. Hann spældi í síni tíð 34 dystir og skoraði fýra mál. Tá Føroyar 1. mai í 1991 megnaðu 1–1 í Belfast, umboðaði Jan Allan Müller Go Ahead Eagels. Óli næsti maður Hvøjra ferð hann er á landsliðnum setur Allan Mørkørre nýtt met. Miku- kvøldið var hann á lands- liðnum fyri 53. ferð. Dygst í hølinum á vongverjanum er Jens Martin Knudsen, sum mikukvøldið var í málinum fyri 52. ferð. Teir báðir veteranarnir eru teir einastu, sum hava spælt fleiri enn hálvt hundrað landsdystir. Næsti maður á listanum er Óli Johannesen. Miku- kvøldið var hann fyri 48. ferð á landsliðnum. Um alt gongur, sum tað verður roknað við, so fer Óli Jo- hannesen at spæla fyri 50. ferð á landsliðnum í HM undankappingar-dystinum á olympiska stadion í Moskva. Tað verður 31. mars. Fýra dagar framman- undan verður HM undan- kappingardystur í Luksem- burg. Næstu menninir á listan- um eru Todi Jónsson og Øssur Hansen, sum miku- kvøldið spældu fyri 42. ferð á landsliðnum. Pól Thorsteinsson var mikukvøldið á landsliðnum fyri 20. ferð. Leikbannið eftir útvísingina í Prag í fyrraárið kostaði fyrrver- andi Vals manninum seks landsdystir, og leikbannið fer eisini at kosta dystin í Luksemburg. Pól Thor- steinsson verður tøkur aftur í HM undankappingini, tá Føroyar fara at spæla í Moskva. Millum teir gott 2.000 áskoðararnar, sum í høll- ini í Växjö sóu føroyska liðið spæla, vóru eisini fleiri kend andlit. Aftonposten skrivar, at millum áskoðararnar til dystin, taldust bæði fyrr- verandi svenski landsliðs- venjarin, Tommy Nilsson, og ikki minst núverandi FCK venjarin, Roy Hodg- son. Hodgson hevur eina stóra fortíð í svenskum fótbólti, har tað gjørdist til fleiri svensk meistaraheiti, og er hann tí sera høgt í metum millum fótbólts- hugaðar sviar. jm Tvey umfør eru telvað í árligu Vár Jákup kappingini hjá Talv- felagnum Føroyar í keypmannahavn. Hetta er minnis- kapping um tiltikna Jákup Henriksen sála, sum uframt stovnari hevði sera heitt hjartað fyri føroyska talvfelagið TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Í 1993 tá Jákup Henriksen hevði serligan rundan føð- ingardag, nevnliga 64 ár, avgjørdu limir felagsins at kapping skuldi bera hans- ara navn. Jákup var tá væl fyri, telvaði við og var sum vanligt lívssálin hjá felag- num. Hann stutt sagt savn- aði fólkið, og bar felagið. Tískil varð kapping gjørd til æru fyri honum tá hann enn var á lívið. Jákup and- aðist tíðliga í 1995. Nógvir luttakarar Vár Jákup er ein opin kapping og ikki bert fyri limir felgasins. 32 telvarar luttaka, átta í hvørjum bólki har øll telva ímóti øllum. Fyrsta umfar varð 22. januar, og telvað verður fram til 2. apríl tá sjeynda og seinasta umfar verður leikt. Í triðja bólki luttekur eitt nú unga hálvføroyska gent- an Miriam Olsen, sum hev- ur fult stigatal. Saman við henni í hesum bólki eru eis- ini føroyingarnir Dannie Nielsen og Jørgen Johanne- sen. Í øðrum bólki er Regin Reinert einsamallur føroy- ingur, eins og Finnbjørn Vang er í fyrsta bólki. Báðir hava teir eitt stig av tveim- um. Í meistarabólkinum lut- taka tríggir føroyingar, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Terji Petersen og formaður felagsins Arild Rimestad. Bólkurin er rímiliga sterk- ur, har Esben Lund er við sínum 2282 ratigstigum hægstrataður. Terji er trið- hægstur og Carl Eli fjór- hægstur. Arild, 1905, hevur lægstu ratingina. Bæði hjá Terja og Carl Eli hevur gingist væl. Báðir hava hálvtannað stig, og liggja saman við Esben Lund á odda. www.talv.dk er heimasíða felagsins. Í donsku liðkappingini skal 1. lið hjá felagnum aft- ur í eldin sunnudagin, har KS verður mótstøðuliðið í hesum týðandi dysti. Før- oyingarnir deila fyrsta pláss í triðju deild við Ballerup, og alt annað enn uppflyting er eitt vónbrot. Tríggir toppdystir Ómetaliga javnt er í fyrstu deild í føroysku liðkapp- ingini. Heili fimm lið liggja væl fyri. Bert trý stig skilja klaksvíkingar á fyrsta plássi niður til vestmenn- ingar á fimta plássi, og tískil er spenningurin sera stórur undan sjeynda um- fari. Ikki heilt long leið er niður til sandavágsmenn á aftasta plássi, sum tó mugu berjast sum leyvir undan niðurflyting. Dystirnir sunnudagin verða hesir: Klaksvík– Hvalvík, Havnin–Vest- manna og Kollafjørð- ur–Sandavágur. NM fyri ungdómar Í døgunum 15.–18. februar verður Norðurlandameist- araheitið fyri ungdómar í Íslandi. Føroyska manning- in er Hans Kristian Simon- sen úr Kollafirði, Martin Poulsen, Olaf Berg, Jákup D. Joensen úr Havnini og Miriam Olsen. Seinasta ár gekk tað fyrimyndarliga væl hjá før- oysku telvarunum, og vón- irnar eru eisini góðar til líknandi úrslit í Íslandi. Liðleiðari verður Martin Berg. Talvið hesa vikuna Lars K. Nilsson (1972)–Carl Eli N. Samuelsen (2053) Vár Jakup (2), 2001 1.e4 c5 2.Nc3 d6 3.Nf3 Nf6 4.d4 cxd4 5.Nxd4 a6 (Najdorf frábrigdi í sisilionsku byrjanini) 6.Be2 e6 7.Be3 Be7 8.f4 Qc7 9.Bf3 Nbd7 10.Qd2? Nb6 11.Nce2 d5! (Tá svartur fær d5 ígjøgnum í sisilionskum, fær hann nærum altíð betri støðu) 12.e5 Nc4 13.Qc1 (13.Qc3? Nd7 og frúgvin á c3 stendur illa) 13...Nd7 14.0-0 Qb6 15.Rb1 (15.b3?? Ba3 16.Qe1 Nxe3) 15...Qa5? 16.Nb3 Qc7 (hevði ikki sæð tað einfalda 16...Qxa2?? 17.Nc3 og frúgvin er fangað) 17.Bd4 b5 18.Qe1 a5 19.Nbc1 Ba6 20.Nd3 g6 21.g4 b4 22.Rd1 Ncb6 23.Qf2 (Áhugavert at offra c2 finnuna, og eg valdi at taka av tilboðnum) 23...Qxc2 24.f5? (Her er umráðandi at taka á b6 við tað sama, ella leika Rc1) 24...Bxd3 25.fxe6?? fxe6 26.Bxb6 0-0! (Betri seint enn ongantíð. Hendan borg í 26. leiki avgerð talvið, tískil var 25. fxe6 avgerandi feilur) 27.Rc1 Qa4 28.Rc7(?) (Her er hvítur í svárari tíðarneyð og seinastu leikir hansara eru allir nógv merktir av hesum) 28...Bd8 29.Bxd5 exd5 (Kundi tikið frúnna, men hetta er eins gott) 30.Qxf8+ Nxf8 31.Rcf7 Bxb6+ og svartur gavst samstundis sum tíðin fór. 0-1 Vár Jákup Tríggir nýggir komu á listan Óli Johannensen fer ætlandi at spæla sín 50. landsdyst, tá Føroyar í mars mánaði spæla í Moskva savnsmynd Roy hugdi