Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2007 9 tíðindi WWF, sum er heimsins náttúru­ felags­skapur, stúrir fyri, at nýggja fiski­ veiði­­avtalan, sum ES-lond­ini samdust um fyri jól, kann elva til, at toskastovnurin í Norðsjónum, Skage­ rak og Kattegat brádd­liga hvørvur Fiskastovnar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Politikarar í ES halda fram við at seta hav­ið og framtíðina hjá fiska­stovn­ un­um í váða. Tað sigur Carol Phua, sum tekur sær av fiski­ vinnu­málum hjá WWF í Brússel. Felagsskapurin heldur, at toskurin á hesum leiðum skuldi verið friðaður burtur av, so stovnurin kann byggja seg uppaftur. – Men fyri at varðveita frið­ in í heimlandinum, at­­kvøða politikarar aftur og aftur fyri kvotum, sum fara langt yvir tað, ið fiski­frøðingar meta vera ráði­ligt. Onnur fiskasløg WWF spyr eisini, hvat bleiv av endurbyggingarætlanini hjá ES, tá ið ræður um reyð­ sprøku og tungu, sum fiski­ málaráðharrarnir ætlaðu at røða um í Brússel. Felagsskapurin sigur, at í dag verða 80% av hes­ um fiskasløgum tveitt í havið aftur, tí fiskurin er ov smá­ur. Í hesum sam­bandi er tað serliga veið­an hjá hálendingum við bummtroli, ið WWF finst at. Tað órógvar eisini fel­ ags­skapin, at Háland fram­ hald­andi sleppur at brúka ”elektro-sjokk” í hesum fiski­skapi, tí hesin háttur ger eisini av við onnur fiska­sløg og er negativur fyri havumhvørvið. 28 skip – Tað er eisini burtur við, at Frakland og Spania fáa loyvi til at fiska ansjósir í Biskayavíkini, heldur WWF, sum vísir á, at hes­ in fiska­stovnur neyvan megnar at byggja seg upp­aftur, tá ið 28 skip við stórari veiðiorku liggja á hesum leiðum. Toskurin fer at »kollapsa« WWF heldur, at útlitini hjá toskastovninum í Norðsjónum, Skagerak og Kattegat eru døpur Sadd am avrættaður á ein ræðuligan hátt Bretski fíggjarmálaráðharrin, Gordon Brown, heldur sambært BBC lítið um avrætt­ingina av Saddan Hussain, ið hann heldur líktist eini háðan Bretski fíggjarmálaráðharrin, Gordon Brown, heldur, at fyrrverandi írakski einaræðisharrin, Saddam Hussain, varð avrættaður á ein ”ræðuligan hátt”, sum hann rópar hendingina. Hinvegin hevur bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, enn ikki úttalað seg um avrættingina. - Tá ið vit vita um alt, sum hendi, vita vit eisini, at talan var um eina ræðuliga røð av hendingum í sambandi við avrættingina, sigur Brown í eini samrøðu við BBC. Væntandi er, at Gordon Brown verður komandi bretskur forsætis­ ráðharri, tá ið Tony Blair fer seinni í ár. Tað hevur vakt undran, at Tonu Blair einki hevur sagt um avrætt­ ing­ina av Saddam Hussain – serliga eftir, at amatørvideo hava víst, at avrættingin nærmast líktist eini háðan. - Sjálvt menniskju, sum eru fyri deyðarevsing, hava sæð, at tað, sum hendi undir avrættingini av Saddam Hussain, slett ikki kann góðtakast. Hetta hevur á ongan hátt verið við til at minkað um spenningin millum sjiamuslimar og sunnimuslimar, sigur Gordon Brown í samrøðuni við BBC. Bretski fíggjarmálaráðharrin er sjálvur ímóti deyðarevsing. (-vilmund) Partrolararnir Bakur og Stelkur eru longu á triðja túrinum, síðan teir fóru útaftur triðja jóladag. Teir landaðu fyrra túrin nýggjársaftan – og seinna túrin leygardagin. Báðar túrarnar høvdu skipini full kør – ella eini 160-170 tons hvønn túrin Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í farnu viku hoyrdu vit um sera góða túrin og góðu søluna, sum leirvíks­trolar­ ar­nir, Polarhav og Stjørnan, gjørdu nú um ársskiftið, tá teir landaðu og seldu umleið 210 tons av upsa og eitt sløð av øðrum fiski í Hanstholm fyri 2,4 miljónir krónur. Í nøgd, veiðivirði og soleiðis eisini í manningar­ parti var hetta ein óførur túr­ur. Bakur og Stelkur Men eins og Polarhav og Stjørnan gjørdu ein sera góðan túr, smæðast trol­ar­ arnir hjá P/F Beta, Bakur og Stelkur, sum Føroya Fiska­ virking nú eigur, so sanniliga heldur ikki burtur. Teir fóru eisini útaftur 3. jóladag og vóru longu inni aftur nýggjársaftan við fullum kørum. Manningin kundi halda nýggjárið heima, og síðan fóru teir útaftur týsdagin, 2. nýggjársdag. Longu um middagsleitið leygardagin komu bæði skipini innaftur – og aftur hesaferð við fullum kørum. Bakur og Stelkur hava umleið 160-170 tons í kør­ un­um, tá ið tey eru full, og soleiðis hava skipini hesar báðar fyrstu túrarnar síðan jól fiskað umleið 330 tons. Sosialurin var ein túr á bryggjuni í Saltangará leyg­ardagin, tá ið Bakur og Stelkur landaðu. Beint aftanfyri Beta-skip­ ini lógu Polarhav og Stjørn­ an, sum júst eru komin aftur úr Danmark. Leirvíkstrolararnir fingu ikki nóg mikið av kørum í Hanstholm og noyddust tí til lands eftir fleiri kørum, áðrenn tey kunnu fara á annan túrin í hesum árinum. Út á leygarkvøldið vóru øll fýra skipini longu farin nýggjan túr. Óførur fiskiskapur Sosialurin veit ikki ítøkiliga, hvussu nógv Bakur og Stelkur hava selt fyri hesar báðar túrarnar, men vit hava skilt, at miðalprísurin hev­ur verið góður – eftir føroyskum mátistokki, helst út við 6 krónur fyri kilo. Polarhav og Stjørnan leggja tær allar flestu lastirnar upp í Føroyum, men hesaferð gjørdu teir so eina roynd at selja veiðina á ”svanga” út­lendska marknaðinum. Hetta eydnaðist sera væl. Skipini fingu einar 10-11 krónur í miðal fyri kilo, og tá er hetta nettoprísur. Tá ið saman um kemur, er munurin á tíðini, hesi bæði pørini hava brúkt um veiði og sigling - og tí, sum fekst burtur úr - neyvan tann stóri. Ein munur er, at veiðan, sum Beta-skipini fingu hes­ar báðar túrarnar, kom til virkingar í Føroyum. Hin­vegin hava Polarhav og Stjørnan einki at skammast, tí skipini hava lagt manga gylta veiðina upp til virk­ ingar í Føroyum. Fýra full skip í 9 dagar Tvær ferðir hava Bakur og Stelkur verið inni við fullum kørum í tilsamans 9 dagar - og kortini vóru manningarnar heima á nýggjárinum. Nógv virksemi var á bryggjuni í Saltangará seinnapartin leygardagin, tá ið Beta-skipini landaðu, og Polarhav og Stjørnan tóku kør umborð til nýggjan túr Mynd: Vilmund Jacobsen