mánadagur 8. januar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 5 - 8. januar 2007
tíðindi
– Tá ein fer undir
eina so stóra ætlan
sum at byggja ein
handilsdepil, er
neyðugt at vit fáa so
nógv burturúr sum
tilber, bæði tá talan
er um handlar og
bátaeigarar.
– Nógvir bátaeigarar
kundu nevniliga
hugsað sær fleiri
bátapláss, og her
áttu at verið stórir
møguleikar fyri at
útvegað teimum tað,
sigur klaksvíkingurin,
Kári Poulsen
Býarmenning
Orð og mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Kári hevur fylgt
dúgliga við orðaskiftinum
um ætlaða handilsdepilin í
Klaksvík.
Ætlanin, sum varð løgd
fram í fjør, miðar eftir at
gera ein stóran handils
bygning og eina ítróttarhøll
á sandinum, innast í sjálvari
víkini.
Hesin handilsdepilin er
eisini við í býarætlanini fyri
Klaksvík tey komandi árini,
og varð sjálvandi umrøddur
á borgarafundi í Klaksvík
um sama mál í heyst.
Fyri Kára hevur tað
stóran týdning, at Klaksvík
framvegis
verður
ein
vakur og hugnaligur býur,
har ein samstundis kann
veita bátaeigarunum bestu
sømdir.
Hann hevur tí sjálvur
gjørt sær nakrar hugsanir
og nakrar tekningar um
hetta, og sum hann hevur
fest á eitt ark. Eftir hesum
uppskotinum kann økið
kring víkina gerast eitt
hugnaligt
og
attraktivt
øki fyri býarfólkið og tey
vitjandi.
– Her eru góðir møgu
leikar til tað, sigur Kári.
Festival og stevnur
Í stuttum fevnir uppskot
hansara um at gera einar
45 bátabrúgvar aftrat á
vestursíðuni, soleiðis at
Klaksvík kann verða væl
fyri at taka ímóti bátum
sum vitja her á hvørjum
ári.
Á eystursíðuni eru eisini
góðir møguleikar fyri at
fylla meiri út og útvega
fleiri bátapláss eftir sama
leisti, til gleði og gagns fyri
bátaeigararnar.
–
Eg
hugsi
serliga
um
Norðoyastevnu,
Summarfestivalin
og
Sjómannadagin. Tá liggja
nógvir bátar her. Ja, hví
kundu vit ikki gingið á
odda og veruliga givið
teimum
tær
allarbestu
umstøðurnar?
– Sohvørt sum Føroyar
gerast meiri kendar úti í
heimi sum ferðamannaland,
fara
helst
enn
fleiri
stuttleikabátar at koma
hendavegin. Her kundi
Klaksvík gingið á odda
við veruliga at havt eitt øki
sum bátapláss, sigur Kári
Poulsen.
Fjøruvegur
Tað snilda við uppskotinum
hjá Kára er, at ein í veru
leikanum fær tvey fyri eitt:
Samstundis, sum ein fær
fleiri bátapláss, kann ein
gera ein veg runt um alla
buktina, teir kalla.
Sum er finnast longu
fleiri omankoyringar móti
sjóvarmálanum, og varð
ein sokallaður fjøruvegur
við gongubreyt, sjálvandi!
gjørdur allanvegin runt
um víkina, so hevði hetta
verið til mikið gagn, bæði
fyri tey koyrandi og tey
gangandi.
– Eg havi tosað við nógv
fólk um útfyllingina inn í
víkini. Tey eru samd um, at
í løtuni er hon bara gjørd til
eitt einstakt endamál til
handilsdepilin.
– Men her kundi ein
fingið nógv burtur úr
aftrat, tí her er nógvur
bryggjukantur. Hesin kundi
eisini verið vælegnaður til
smábátar at ligið við, sigur
Kári.
Besta stað
Tá Kári hyggur runt um
víkina kann hann fegnast
um fleiri vakrar bygningar.
Samstundis má hann við
sorg ásanna, at nógvir av
bygninginum og neystunum
eru so illa farin, at tey eru
beinleiðis ein skomm fyri
býin. Fyri hesar er helst
bert eitt at gera: At ríva teir
niður.
Á fleiri av hesum støðum
eru haraftrat góðar umstøð
ur at byggja uppaftur
snøggar bygningar, sum
kundu prýtt almikið um
víkina.
Kári hevur sjálvur tosað
við menn sum hava skil
fyri
havnabygging
og
havnarløgum.
– Teir eru allir samdir um,
at tað finst neyvan betri og
meiri hóskandi stað at gera
eina frálíka bátahavn, enn
júst her í Klaksvík.
– Nú er so bara spurn
ingurin, hvat politikarnir
siga. Her er so í øllum
førum eitt uppskot at taka
støðu til, endar Kári.
Meiri pláss til smábátarnar í Klaksvík
Eg hugsi serliga um Norðoyastevnu,
Summarfestivalin og Sjómannadagin.
Tá liggja nógvir bátar her. Ja, hví
kundu vit ikki gingið á odda og
veruliga givið teimum tær allarbestu
umstøðurnar?
”
Tekningin vísir eitt uppskot hjá Kára um, hvussu víkin kundi verið »innrættað« – við bátaplássum, fjøruvegi og øðrum sum skal til
fyri at gera Klaksvík til eina góða smábátahavn
– Klaksvík kundi gingið á odda við veruliga at havt eitt øki sum bátapláss, sigur Kári Poulsen
Færri ljósmøður
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur tikið uppsagnirnar
hjá ljósmøðrunum til eftirtektar, og tí er greitt, at føðideildin
verður mannað við donskum ljósmøðrum, um tær verandi
gera av at fara úr starvi 1. februar, sum tær ætla. Men tað ber
samstundis í sær, at ljósmøðurnar verða færri í framtíðini
enn nú, sigur sjúkrahússtjórin, Allan Skaalum. Hann dugir
tó ikki at siga, hvussu fáar ljósmøður verða til arbeiðis aftan
á 1. februar.
Løgreglan eftirmetir
Á løgreglustøðini í Havn eru tey nú farin at kanna, um
løgreglan gjørdi naka skeivt í sambandi við tilburðin, tá
ein maður varð sæddur flótandi og seinni funnin druknaður
á Eystaru vág. Funnist verður at løgregluni, tí tað gingu
nógvir tímar frá fráboðanini, til froskmenn fóru at leita.
Løgreglan hevur sagt, at boðini vóru ógreið, men tað hevur
havnarskrivstovan avsannað. Nú skal løgreglan eftirmeta,
um arbeiði hennara var nóg gott.