mánadagur 8. januar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 5 - 8. januar 2007
tíðindi
Karen Marie Olesen
fúti metir ikki at
grundarlag er fyri at
kritisera, avgerðina
hjá vakthavandi
á Løgreglustøðini
um ikki sendi boð
eftir kavarum
frá sløkkiliðnum
nýggjársnátt.
Tíðindafundur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Løgreglan hevði í dag
boðið til tíðindafund, Fútin
vísti á, at tá man metur um
tílík mál, er týdningarmikið
at spola aftur, og royna
at seta seg í støðuna hjá
vakthavandi, og ikki hava
tað innlitið, og vitanina, ið
vit hava fingið síðan við í
metanina.
Hon viðgongur, at aftur
lítandi er sjálvandi ynskiligt
at kavarar vórðu sendir á
staðið beinanvegin, men
við tí vitan, ið vakthavandi
hevði í løtuni, tá avgerðin
varð tikin er eingin orsøk til
at kritisera avgerðina.
Tó fer løgreglan at eftir
meta hendingina saman við
havnarmyndugleikunum og
sløkkiliðnum. Í samrøðuni
sum vit prenta her á síð
uni, sæst at talan ikki er
um beinleiðis áheitan til
løgregluna um, at senda
boð eftir kavara.
Uni Vestureið politiinspek
tørur vísir á. At løgreglan
ikki visti av, at sløkkiliðið
hevði møguleika at kava
í myrkrið, og hetta var
orsøkin til, at løgreglan ikki
sendi boð eftir sløkkiliðnum
fyrr enn tað lýsti. Hesa
vitan hevur løgreglan nú,
og hon er send út til øll
vakthavandi hjá løgregluni.
– Einki grundar
lag til at kritisera
avgerðina
Avskrivt av telefonsamrøðu
Tvær ringingar til 351448 tann 1.
januar 07 á politistøðina í Tórshavn.
Vakthavandi er (navn ikki upplýst), í
samrøðuni niðanfyri nevndur sum: P.
Tann, ið ringir er: (navn er upplýst),
Havnarskrivstovan. Í samrøðuni
nevndur sum: H
Samrøða 1 kl 00:40
P: Politistøðin í Havn.
H: ja, gott kvøld, Tórshavnar Havn
P: Ja gott kvøld Tórshavnar Havn
H: gott nýggjár.
P: ja takk, somuleiðis.
H: tú eg havi eini ... keðiligan
fyrispurning altso
P: Nå
H: Vita tit, um tað saknast nakað
fólk?
P: tað kenna ogur einki til, nei.
H: einki til, nei,... nei so mugu
vit fáa kannað tað, kanska fáa
Brandstøðina ísoí... Blikur akkurát
komin, .. hann kom at her
P: Ja
H: Eg var so aftur tók ímóti
endanum tá kom upp, og so rópar
maðurin til mín ehhh. ... kom, kom
líka aftur her og hygg, tá sigur hann,
tað sá út sum ein ... ein kroppur
kom upp við skrúvuvatninu har, fór
líkasum inn ímóti ha?
P: OK
H: Vit hava so hugt har, tað flýtur so
ikki nakað
P: OK
H: Tað var tí, at teir spurdur
beinanvegin, um tað var nakar
saknaður, ella nakað sovorðið ... og
teir ganga framvið og lýsa eisini
niðurvið her, men ljósið er kanska
ikki so kraftugt akkurát, ... so,
P: Bíða, bíða mær eitt lítið sindur,
(hoyrist sera lágmælt)
H: so eg ætlaði at fara og fáa eina...
eina góða lykt at lýsa við eitt sindur,
hvat man sær,.... ella um man skuldi
fingið teir at hugt...
P: bíða eitt lítið sindur, eg skal líka
fra at vita.
H: Ja....
Friður á samørðuni í 22 sek so
P: bíða mær eitt sindur....
Friður á samrøðuni í 17 sek. so
P. einasta sum... sum er her, sum
kundi verið nakað um hatta, har ein í
Klaksvík,... men...
H: ja,
P: men hann hevur í hvussu so er
verið.... tað er morgun,... ella hvussu
so er eitt ella annað um tað,... og
seinnapartin eisini, tá hevur hann so
ikki verið í Havn.... tað hevur verið
í Klaksvík
H: ja,
P: so nei, ikki... ikki hetta her
døgnið í hvussu so er....
H: nei
P: ikki sum me... eg komi at hugsa
um...
H: nei,
P: nakað skal, ... nakar skal vera....
P: Hvussu eitur tú?
H: Tað er (navn upplýst), vakt,....
P: (endurtøka av fornavni)
H: Tað eru teir á Lómi, sum boðaðu
frá... teir løgdu merki til hetta kom
líka sum upp við skrúvuvatninum og
fór inn undir her... plattin her.
P: OK, ja
H: og tað er ... vis tað er, so er tað
sikkurt okkurt sum hevur... ligið
niðri veitst tú.... tað er so grunt ha...
P: Nettup, ja...
H: at skrúvuvatnið hevur tikið tað
upp, veitst tú, ... og kanska farið
niður við aftur..
P: jamen vissi eg,... eg skal hyggja
ígjøgnum døgnrapportirnar.
H: Ja,
P: ...nakrar dagar frameftir, ella
aftureftir eitur tað.
H: Ja
P: fínasta slag... eh... (navn á
fráboðaranevnt)
H. Ja, fínt
P: ok, bei...
Samlaða longd á upptøkuni er 2
minturrir og 53 sekund
Samrøða kl 06:45 sama morgun.
P: Politistøðin í Havn.
H: ja, góðan morgun aftur, og gott
nýggjár, eg veit ikki, um tað er sami
maðurin eg tosaði við
P: Nei tað er tað ikki.
H: nei,... tað er (navn upplýst),
Havnarskrivstovan.
P: oh, ja...
H: tú, tað var viðvíkjandi hasum har,
sum teir observeraðu á ... á... Lómi.
P: ja, tað minnist eg,... handan í nátt.
H: handan mannin har...., vit hava
havt ljós frá her og tjekkað av, men
vit hava so ikki sæð nakað, so hetta
er nokk sokkið aftur.
P: ja, .... og hvat fekk tú fatur á
nøkrum har uppi? komu kavarar
oman?
H: nei,
P: nei,
H: eg veit ikki, um ikki skulu fáa
teir oman í morgun at tjekka tað av?
senda tit boð eftir teimu, ella skulu
vit boða teimum tað frá?
P: Tú, tað er tað, at vit eru
heimagangandi, og eg havi... tann
vakthavandi sum... sum skal møta
nú, hon er ikki møtt enn,... øh.. vit
kunnu kunna hana um tað, so eg veit
ikki... hvussu leinki ertt ú á vakt?
H: nei, eg fari heim eisini nú
P: tú fer eisini heim nú
H: ja, eg kunni so hendan her um
tað, eg havi skrivað
P: ja, tú kundi so kunnað hann um
tað, og so kunnu tey kanska snakka
saman í loypi av degnum
H: ja veitst tú e... siga, man hevur
ikki viljað sett nakað í gongd í...
í hesum myrkrinum tað hevur
verið,... hvis tað hevur flotið nakað,
... flotnað uppaftur, so... so ... tí vit
hava havt gott ljós at lýst við veitst
tú, og hugt framvið skipinum eisini,
um ... tí tað er inni í krókinum altso.
P: men er man altso sikkur uppá, at
tað var ein kroppur ella...
H: ja, ja altso hann... hann.. segði
tað var í ljósum cowboybyksum og
einum myrkum... sovorðnum jakka
ella drakt... altso.... anorakk ella
sovorðnum, soleiðis beskrivaði hann
tað, og hann hevur verið vakt líka
til kl 4 í nátt, tá hesin stýrimaðurin
- tann maðurin sum, ella teir báðir,
sum vóru har aftur sóu tað, tað var í
tí, tá hann kom inn ímóti har? og fær
fast...tú veit, eg stóð inni á kaiini...
eg fór so út at hyggja, tá er tað nokk
farið innundir, tí eg sá tað ongantíð,
sjálvur, men hann sigur í einum
ljósum cowboybuksum og... og...
einari myrkari, myrk í erva – eg veit
ikki, anorakk ella sovorðið, altso ...
soleiðis tók hann til.
P: ok
H: ja, so tað ivaðist hann ikki í, og
hann.... hann... var her alla tíðina og
bleiv við at... at...
P: hvør var tað, sigur tú?
H: tað hevur nokk verið 2.
stýrimaðurin á Lómi, ... veitst tú, teir
standa so høgt, tá teir eru har aftur...
P: tað er Lómur?
H: Lómur, ja
P: OK, ja, eg tr´juði tað var Blikur.
H: ja, nei, Lómur...
P: tú,... ja.... ja, nær.. eg má altso
kunna, kunna vakthavandi sum
møtir, so.. og so mugu tey bara
snakkast við í loypi av degnum, hon
kemur nú inn í garðin síggi eg...
H: og hatta har e... nei, ... tað er tað,
at Norrøna,... her verður so eingin
trafikkur fyrr enn kl 9 haldi eg, 9
nei bíða nú, tað er kl 8, hon kemur
í morgun... eh ... Smyril haldi eg,
nei, bíða nú, tað er kl 8, hon kemur í
morgun... eh... Smyril haldi eg, nei,
bíða nú tvass, tað er... hann siglir
sum sunnudag ja, so hann verður her
útímóti 9, og so er Norrøna kl 11,
um 11-tíðina, um tað kann so órógva
nakað?
P: eg síggi ikki fráboðan um nakran,
sum skuldi verið saknaður, altso tað
havi eg gott nokk ikki fingið , men
hvis hann er so sikkur upp á tað,
so...
H: ja, ja, hann var so... tí,... var tað
so ikki tað, so var tað eitt ógvuliga....
var tað ikki eitt, sum fleyt, so var
tað eitt ógvguliga væl eftirgjørt eh...
eftir gjørd dukka – soleiðis tók hann
til, ... tað ivaðist teir ikki í, nei...
P:Tú e... og hvat. tú verður avloystur
nú klokkan 7 eisini?
H: eg verði avloystur klokkan 7,
ja...P: ok.. veitst tú hvat, eg kunnu
vakthavandi, sum nú møtir her, og
so kunnar tú hjá tær, og so mugu tit
bara snakkast við...
H: Ja,
P: ha?
H: Ja
P: bara gera upp á tann máta, so tey
koordinera okkurt.
H: ja, tað er í lagi tú.
P: fínasta slag, o.k. bei...
Samlaða longd á upptøkuni er: 3
min 57 sek.
Niels Uni Dam & Rólant Waag Dam
Nógv hevur verið tosað um leiklutin hjá løgregluni í
málinum um druknaða mannin, sum varð funnin á
Havnarvág nýggjársdag. Í dag hevði løgreglan tikið tað
óvanliga stig, at teir spældu samrøðuna millum vakthavandi
og fráboðaran av, á tíðindafundi fyrra partin í dag.
Vit hava fingið eitt avrit av telefonsamrøðuni, og prenta tað
niðanfyri.
Samrøða millum politiið og Havnarskrivstovuna
Talan var
ongantíð um
bjarging
Vakthavandi á Havn
arskrivstovuni í Havn
hevði verið rættiliga
leingi á økinum, tá frá
boðanin um líkið kom
frá manningini á Lómi.
Hann hevði verið á øki
num og gjørt klárt til
at skipið kom, og hevði
millum
annað
tikið
eina pressending upp
úr sjónum. Tí eri eingin
orsøk til at vænta at her
var talan um annað enn
bjarging av einum líki.
Maðurin í druknaði
varð síðst sæddur í Steina
túni 2 tímar, áðrenn líkið
var sætt í skrúvuvatninum
hjá Lómi. Men hann
var ikki dottin á sjógv
meðan vakthavandi á
havnarskrivstovuni var
á økinum, so hann var
ivaleyst longu deyður.
nud
Uni Vestureið, politiinspektørur, og Karen Marie Olesen, fúti