Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. januar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2007 17 tíðindi strategibólkurin upp, at frá 6. flokki skulu allir lærarar hava master-stig. Harafturat skal stig takast til eitt altjóða universitet í Føroyum við 5000 lesandi, har meginparturin skal verða útlendingar. Náðigávurnar neyðugar Einasta umboðið fyri vinnu- lívið var Djóni Dalsgarð frá Føroya Tele. Hann greiddi frá, at telefyritøkan hevur eini 35 fólk í starvi við sokallaðum longri útbúgvingum, og at eini 50 ymiskar útbúgvingar eru at síggja á lønarlistanum hjá Føroya Tele. Hann segði m.a., at í Danmark er tað bara umleið helvtin av fólkinum, sum arbeiðir við tí, tey eru útbúgvin til, og tí er vónleyst at siga, um tú sleppur at brúka tína útbúgving til júst tað, tú hevði ímyndað tær. Tá Føroya Tele setur fólk í starv verður hugt eftir fjølbroytni, tí tað er eingin orsøk at seta fólk í starv, ið eru líka sum tey, ið eru har frammanundan, segði Djóni Dalsgarð. T.d. hevur fyritøkan nýliga sett ein elektrikara í starv, sum hevði lært í Føroyum, men sum hevði starvast 10 ár í USA. Hann helt, at tað var týdningarmikið at røkta “náðigávurnar” hjá starvsfólkinum, tvs. hvat hesi kunnu “afturat” ella “umframt”. Hetta kann um ikki annað brúkast í kaffistovuni, helt Djóni Dalsgarð og sipaði til trivnað og dynamikk á arbeiðsplássinum. Tað er sostatt neyðugt at vera fjølbroyttur, tí sum Dóni Dalsgarð tók til, so eru spesialistarnir teir, sum eru kirurgar á Lands- sjúkrahúsinum. - Børnini skulu nokk klára tað Av konkretum tilboðum, Føroya Tele hevur givið fyri at fáa fólk til fyritøkuna, nevndi hann barnagarðin Kurlu, har Føroya Tele eigur fyrsta rætt á triðja hvørjum plássi. Enn hevur fyritøkan tó ikki brúkt hendan rætt, og kann hetta tulkast sum, at tann almenna barnaansingin nøktar núverandi tørv. Hann var samdur við, at skúlaverkið í Føroyum skal tora at taka fólk inn við øðrum kvalifikitiónum, enn teimum vanligu. Hann legði eisini afturat, at í vinnulívinum eigur tað ikki at vera ein kvalifikatión at vera føroyingur, og at føroyskar fyritøkur eiga at geva pláss fyri lesandi úr útlondum, hóast tað kann vera lættari at biðja føroyingar, sum duga málið og kunnu búgva hjá eini ommu tí ikki hava tørv áhjálp til býli. Djóni Dalsgarð heitti á fólk um at lesa tað, tey høvdu hug til, og ávaraði um at halda, at tá børnini fylla sjey, eiga tey at fara í skúla í Føroyum. Hann greiddi frá, at sjálvur gekk hann í skúla í Danmark frá hann var sjey ára gamal, og tað var gott fyri hann. Børnini skulu nokk klára tað, segði Djóni Dalsgarð. Heimspeki í fólkaskúlan Eftir at pallborðið hevði lagt síni sjónarmið fram fyri ta fjølmentu fundarfjøldina, var orðið frítt. Fitt av fólki nýtti møgu- leikan – ikki minst eftir at onkur av fyrireikarunum minti á, at tað er “týdn- ingarmikið, at okkara ættarlið luttekur í kjaki- num!” Nógvu spurningar vórðu reistir. M.a. vóru fólk skeptisk um, at ætlanin sambært Visjón 2015 er at seta nógv fokus á havtøkni á einum framtíðaruniversiteti í Føroyum, og at Fróð- skaparsetrið fær ov lítla játtan, og vit samstundis tosa um altjóða føroyskt universitet. Onkur fýltist á, at tað ikki ber so væl til at lesa føroyskt sum fjarlestur uttanlands. Fáir politikarar vóru at síggja á kjakfundinum. Tó taldust tjóðveldismenninir Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen millum fundar- fólkið. Formaður Tjóð- veldisfloksins nýtti høvi at gera viðmerking til kjakið, har hann m.a. segði, at Norðuratlantsbólkurin ger eina kvalitativa kanning, ið skal staðfesta, hvørji virði hava størstan týdning føroyingar í Danmark, og sum møguliga kunnu vera við til, at fáa hesar heimaftur. Hann helt, at neyðugt er at hugsa øðrvísi, tá talan er um útbúgvingarverkið. M.a. skeyt hann upp undirvísa næmingum í fólkaskúlanum í heimspeki, máli og søgu. Høgni Hoydal helt ikki, at nakar eigur at taka eina heila útbúgving í Før- oyum, tí hann metti tað vera neyðugt at leita sær uttanlands. - Eingin býr her av praktiskum orsøkum, endur- gav hann Heðin Brú. á slóðina? - Tað var týdningarmikið at røkta “náðigávurnar” hjá starvsfólkinum - Harafturat skal stig takast til eitt altjóða universitet í Føroyum við 5000 lesandi, har meginparturin skal verða útlendinga