leygardagur 3. februar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tó, einki fullveldi
uttan danska hjálp.
Heildarveitanin úr
Danmark skal mink-
ast eftir eini skipaðari
ætlan, til hon er
burtur í ár 2012
FÓLKAATKVØÐAN
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Spenningur var í luftini
hóskvøldið, tá landsstýrið
hevði boðið til tíðindafund
í Tinganesi um uppskot til
løgtingslóg, har Føroya
fólk, á eini fólkaatkvøðu,
verður spurt um framtíðar-
støðu Føroya fram móti
fullveldi eftir einum leisti,
sum landsstýrið hevur sett
út í kortið. Dramatikkurin
var til steðar longu uttan-
fyri. Landsynningurin lá
vátur, regnmikil og myrkur
yvir Tinganesi, sum kliptur
úr eini skaldsøgu hjá Willi-
am Heinesen. Tað var vant-
aði bert okkurt snarljósið
og buldrið frá Tórði úr erva,
so var pallmyndin fullkom-
in á hesum søguliga stað,
har stórar avgerðir eru tikn-
ar seinastu 1200 árini.
Tíðindafundurin
vísti
sjónliga fyri hvønn partin á
politiska víðvøllinum í Før-
oyum
fullveldi
hevur
størsta týdning. Meðan løg-
maður, Anfinnur Kallsberg
og landsstýriskvinnan Hel-
ena Dam á Neystabø vóru
einsamøll til tíðindafundin
uttan nakran flokksstuðul,
so so var øll tingmanning
Tjóðveldisflokksins
og
flokksskrivari við møtt upp
í gomlu hølunum hjá
danska kongaliga eina-
handlinum, fyri at fylgja
við um landsstýrið og
landsstýrismaðurin í sjálv-
stýrismálum, Høgni Hoydal
bóru seg rætt at. Tey skip-
aðu eisini fyri undirhaldi,
við
millum
annað
at
klappa, tá framløgurnar
vóru lidnar.
Greið ætlan
Anfinnur Kallsberg, løg-
maður legði eina full-
komiliga greiða ætlan fram
á tíðindafundinum.
-Vit staðfestu á seinasta
samráðingarfundi
við
donsku stjórnina, at vit
koma ikki víðari eftir tí
leisti, sum landstýrið legði
út við, tá vit løgdu ætlanina
um framtíðarstøðu Føroya,
also suverenitet fyrst og
síðan eina skiftistíð. Tí
leggja vit nú eina ætlan
fram, har Føroya fólk skal
taka støðu til, um vit fyrst
tøma heimastýrislógina, tað
vil siga yvirtaka tað sum er
eftir, og síðan við einari
nýggjari fólkaatkvøðu í
2012 taka støðu til um at
skipa Føroyar sum eitt full-
veldisríki, segði Anfinnur
Kallsberg, løgmaður.
– Vit halda við hesum
uppskotinum at vit í hvussu
er kunnu fáa javnaðarflokk-
in við, tí uppskotið inni-
heldur júst tað sum javnað-
arflokkurin hevur skotið
upp í sjálvstýrisuppskoti
sínum. Vit halda, at okkara
uppskot er ein tryggur yvir-
gangur fram móti fullveldi,
segði Anfinnur Kallsberg,
løgmaður.
Uppskot landsstýrisins
sær soleiðis út:
Tann 26. mai 2001 verður
Føroya fólk á eini fólka-
atkvøðu spurt, um tað tekur
undir við eini løgtingslóg
við hesum ásetingum.:
1. Øll málsøki verða eftir
eini skipaðari ætlan løgd
undir føroyskt málsræði í
seinasta lagi 2012.
2. Ein búskapargrunnug
verður settur á stovn, ið
skal tryggja Føroyum eina
trygga skiftisskipan frá
studningsbúskapi til sjálv-
berandi búskap.
3. Heildarveitingin
úr
Danmark verður minkað
eftir eini skipaðari ætlan til
hon er burtur.
4. Fólkaatkvøða
verður
um at skipa Føroyar sum
eitt fullveldisríki í seinasta
lagi í 2012.
Vónbrotnir veljarar
Sosialurin:
Landsstýrið
legði hart út við at leggja
ein leist, sum skuldi enda
við fullveldi í hesum val-
skeiði. Nú er fullveldið
skotið ein hálvan manns-
aldur fram í tíðina. Hava
teir veljarar, sum hava
stuðlað tykkum í fullveldis-
ætlanini, serliga tjóðveld-
isveljararnir, nakra orsøk til
at vera nøgdir í dag?
– Vit hava staðfest, at vit
koma ikki longur við døn-
um, taka vit fullveldi fyrst
og síðan rigga av. Nú gera
vit tað øvugt. Vit rigga fyrst
heimastýrislógina av og
síðan verður Føroya fólk
enn einaferð spurt, um tað
er sinnað at taka fult ræði í
egnum landi, sigur Høgni
Hoydal.
Og
Helena
Dam
á
Neystabø heldur ikki, at
veljarin hevur nakra orsøk
til at vera vónbrotin.
– Okkara uppskot er ein
sera trygg yvirgangsskipan,
sum ikki kemur at ganga út
yvir vælferðina í Føroyum.
Við hesi skipan loypa vit
ikki út í nakað, sum vit ikki
kunnu stýra, sigur Helena
Dam á Neystabø.
Ótryggur
búskapargrunnur
Løgmaður greiddi frá, at
inntøkurnar eru ótryggar til
Búskapargrunnin, sum skal
trygga neyva búskaparliga
stýring, meðan Føroyar fara
frá studningsbúskapi til
sjálvberandi búskap.
–
Búskapargrunnurin
skal fíggjast við inntøkum
frá oljuvinnu, inntøkum frá
sølu av fyritøkum hjá land-
inum,
yvirskotsgjaldføri
landsbankans, heildarveit-
ingini úr Danmark og øðr-
um inntøkum., segði Anf-
innur Kallsberg løgmaður.
Men landsstýrið er ikki
sinnað, at siga blokkin upp
beinanvegin, hóast at hesin
ikki beinleiðis er neyðugur
fyri at føroyingar sjálvir
skulu klára sínar skyldur.
– Heildarveitingin næsta
ár verður eftir uppskotinum
700 milliónir krónur og hon
minkar við 50 milliónum
næstu árini fram til 2012, tá
veitingin er burtur.
Klára okkum sjálvi
Føroyingar
nýtast
ikki
pengar úr Danmark fyri at
klára seg sjálvar. Høgni
Hoydal, landsstýrismaður
segði, at tey málsøki, sum
enn ikki eru yvirtikin, kosta
umleið 200 milliónir árliga.
Løgmaður boðaði frá, at
heildarveitingin úr Dan-
mark í verandi fíggjarlóg er
beint undir eina milliárd.
Tað vil siga, at 800 milli-
ónir er ein beinleiðis gáva
úr Danmark, sum fer inn á
bók hjá føroyingur, til at
tryggja framtíðina í einum
komandi fullveldi. Tað er
júst
hendan
upphædd
danskir politikkarar eru í
øðini um.
Riggar av heimastýrið
við danskari hjálp
FÓLKAATKVØÐAN
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Vit fara at gera alt fyri at
mæla okkara veljarum frá
at atkvøða fyri uppskoti
landsstyrisins, sigur for-
maður Sambandsflokksins,
Edmund Joensen.
– Uppskotið hjá sam-
gonguni er ósømiligt. Tað
er einki annað uttan loysing
við
øvugtum
fortekni.
Hetta er ein einsíðug er-
klering frá landsstýrinum.
Útspælið er ósømiligt á
tann hátt, at viðurskiftini
millum Føroyar og Dan-
mark snýr sum um viður-
skiftir millum tveir partar
við felags grundlóg. Og tá
landsstýrið á hendan hátt
meldar út við einum upp-
skoti, sum miðjar móti full-
veldi, uttan at taka danir
við, so havi eg ilt við at
taka uppskotið fyri fult,
sigur Edmund Joensen.
– Sambandsflokkurin fer
ongantíð at taka undir við
einum uppskoti, sum bygg-
ir á eina loysn uttanfyri rík-
isfelagsskapin, segði Edm-
und Joensen í stuttari við-
merking úr tinghúsinum í
gjár.
Poul Nyrup
Rasmussen heldur, at
støðan er álvarslig, nú
landsstýrið hevur lagt
fram eina ætlan, sum
førir Føroyar út úr
ríkisfelagsskapinum,
verður hon framd í
verki. Men stjórnin
fer at virða avgerðina
hjá føroyingum.
FULLVELDISÆTLANIN
Magnus Dam,
Keypmannahavn
Politikkarar á Christians-
borg halda, at landsstýrið
hevur tikið eitt rættiliga
víðgongt stig, nú tað hevur
tikið avgerð um at leggja
nýggju fólkaatkvøðuna út
til fólkaatkvøðu.
Poul Nyrup Rasmussen,
forsætisráðharri, heldur, at
landsstýrið hevur lagt fram
eina prinsipiella og víð-
gongda ætlan, sum elvir til,
at Føroyar fara út úr Ríkis-
felagsskapinum.
– Danska stjórnin stendur
við hesum fyri einari rætti-
ligari álvarsligari støðu,
sum setur eina røð av
grundleggjandi stýrisskip-
anarligum og búskaparlig-
um
spurningum,
sigur
danski forsætisráðharrin.
Men samstundis sigur
forsætisráðharrin, at hann
fer at virða avgerðina, sum
fólkið tekur á fólkaatkvøð-
uni í mai.
– Støðan hjá dønum er
framvegis hon, at tað er
Føroya fólk, sum avgerð
framtíðar
viðurskiftini
millum Danmark og Føroy-
ar, sigur hann.
Nærlesa uppskotið
Í Forsætisráðnum fara løg-
frøðingar nú í vikuskiftin-
um at nærlesa føroyska
uppskotið, og týsdagin fer
Poul Nyrup Rasmussen at
leggja fram eina greinan av
føroysku ætlanini saman
við sínum sjónarmiðum um
ætlanina.
Poul Nyrup Rasmussen
kennir ikki uppskotið í
øllum sínum smálutum
enn, og tí vil hann ikki gera
beinleiðis viðmerkingar til
sjálvt innihaldið í tí enn.
Týsdagin skal forsætis-
ráðharrin á fund við Før-
oya-nevndina hjá Fólka-
tinginum, og har fer hann at
leggja síni sjónarmið fram
um ætlanina hjá landsstýr-
inum.
Støðan er álvarslig
Edmund sigur kortanei
Nr. 24 - 3. februar 2001
5
4
Nr. 24 - 3. februar 2001
gult cyan magenta svart
29
29
ØLL VØRA
ENN MEIRA
NIÐURSETT
UTSØLU-
ENDASPURTUR
Svimjihøllin í Klaks-
vík fær nýggjan
skreiðibreyt ístaðin
fyri kavihyl og vippur
SVIMJING
Eyðun Klakstein
Tá umfatandi umbygging-
arnar og umvælingarnar av
svimjihøllini í Klaksvík
fara rættiliga í gongd, verð-
ur tað samstundis liðugt
við at kava av vippunum í
høllini.
Ein av broytingunum í
høllini er, at kavihylurin í
høllini og vippurnar skulu
burturbeinast, og ístaðin
verður ein hylur við langari
skreiðibreyt gjørdur í sunn-
ara enda.
– Tað er ein so lítil partur
av teimum, sum svimja,
sum brúka kavihylin, at
gestirnir fara uttan iva at
fáa størri gleði av nýggja
hylinum, sigur Kári Kjæl-
nes, leiðari í svimjihøllini.
Umvælingarnar í svimji-
høllini fara at kosta Klaks-
víkar kommunu, sum eigur
høllina, einar 25 milliónir
krónur, og hetta er ein sera
stór íløga fyri kommununa,
sum verður gjørd yvir
nøkur ár.
Men svimjihøllin er so
slitin, at neyðugt er við
hesum ábøtum, um hon
ikki skal lata hana aftur.
Um nakrar vikur fer
Rás 2 at røkka eini
90% av føroysku út-
varpslurtarunum
RÁS 2
Eyðun Klakstein
Rás 2 er um at verða klárt
at seta nýggjan sendara
upp, sum skal gera, at rásin
fer at hoyrast av eini 90%
av fólkinum.
Nýggi
sendarin
skal
standa í Hesti, og hann fer
at gera, at suðuroyingar
fara rættiliga at hoyra rás-
ina.
Sum nú er hoyra summir
suðuroyingar Rás 2 umveg-
is sendaran á Sornfelli,
men tá nýggi sendarin
verður settur upp, er ætl-
anin, at so at siga allir suð-
uroyingar skulu hoyra Rás
2.
Onkur smærri støð í
Suðuroynni eru trupul at
røkka, men meginparturin
av oynni fer at hoyra Rás 2
Alt um at verða klárt
Sendarin, sum Rás 2 fer at
seta í Hesti, er klárur. Suð-
uroyar Sparikassi hevur
goldið fyri hendan sendar-
an.
Tað einasta sum nú
manglar, er eitt av teimum
mongu loyvunum, sum
skulu til, áðrenn ein rás
kann senda. Men hetta
loyvi er av formligum slag
og verður klárt fyrsta dag-
in.
Tá ætlar Rás 2 sær undir
at seta sendaran upp, og tað
tekur nakrar vikur, áðrenn
sendarin kann senda.
Fyrsta stigið í ætlanini
hjá Rás 2 er at røkka Suð-
uroynni, men seinni verða
helst onkrar sendingar eis-
ini gjørdar úr Suðuroynni.
Liðugt við
at kava
Stórar broytingar verða gjørdar í svimjihøllini í Klaksvík, tá hon verður umvæld fyri einar 25 milliónir krónur
Rás 2
nærkast
Suðuroynni
Rás 2 fær alsamt størri lurtaraskaða, og tá sendarin í Hesti fer
at senda um nakrar vikur, hoyra eini 90% av føroyingum Rás 2