leygardagur 3. februar 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í dag leygardagin
klokkan 14 verður
nýggi sendarin hjá
Lindini á Brúnaskarði
tendraður. Fólk í
Norðoyggjum kunnu
nú eisini hoyra
Lindina. Í sambandi
við at Lindin víðkar
sendinetið fer kristi-
liga útvarpsstøðin
undir nýggjar
sendingar og sendi-
tímarnir verða eisini
fleiri
ÚTVARP
Stefan í Skorini
Nú er tað eitt ár síðani, at
Lindin fór undir at senda
kristiligar sendingar, og eitt
ára dagurin verður marker-
aður við, at sendinetið
verður víðkað. Nýggi send-
arin á Brúnaskarði fer at
varpa sendingarnar hjá
Lindini út til størsta partin
av Norðoyggjum.
Menn frá telefonverkin-
um hava verið og sett ein
sendara upp á skarðinum,
og hann stendur nú klárur.
– Málið hjá okkum er, at
Lindin skal røkka út til allar
føroyingar, og hetta er eitt
stig á leiðini, sigur Preben
Hansen, nevndarformaður í
Lindini.
Næsta málið hjá Lindini
er at víðka sendinetið til
Vágarnar, Sandoynna og
síðani Suðuroynna. Arbeitt
verður í løtnuni við at fáa
fígging til vega til hesar
ætlanirnar.
Senditíðin longd
Í sambandi við at sendarin
á Brúnaskarði verður tendr-
aður verður ein fýra tíma
long sending úr Studio
Pegasus í Klaksvík, sum
norðoyingar skipa fyri.
Eisini verður opið hús í
Lindini í havn, har fólk
kunnu støkka inn á gólvið.
Lindin sendir vanliga frá
kl. 13 til kl. 23, men nú
verður senditíðin longd, so
at byrjað verður nú klokkan
9 hvønn morgun.
Teir í nevndini í Lindini
dylja heldur ikki fyri, at
teirra endaliga mál er at
senda alt samdøgrið, so teir
sleppa undan at sløkkja
sendaran yvirhøvur.
– Málið er at senda alt
samdøgrið, men vit mugu
fyrst fáa eina avtalu við
KODA og Gramex um tón-
leikin, sigur Preben Han-
sen.
Nevndin í Lindini boðar
eisini frá, at nýggjar send-
ingar verða á skránni, nú
sendinetið verður víðkað.
Ein av nýggju sending-
unum hjá Lindini verður
“Spyr Harran fyrst”. Har
fara fýra samkomuleiðarar
at svara ymsum spurning-
um frá lurtarum. Hon verð-
ur skipað sum Spyr Bara
hjá Útvarpi Føroya.
Flaggskipið hjá Lindini
hevur
verið
sendingin
bønarlindin, har fólk hava
kunnað ringt inn við bønar-
evnum, sum vertirnir so
hava biðið fyri í útvarps-
stovuni.
Henda sendingin verður
framhaldandi á skránni
hvønn dag, og tey í Lindini
eru ógvuliga fegin um ta
stóru undirtøku, henda
sendingin hevur fingið.
Higartil hava tey fingið eini
5000 bønarevni frá lurtar-
um, sum hava ringt inn.
Enn er ikki heilt greitt,
hvussu væl Lindin fer at
hoyrast í teimum fjarskotn-
astu bygdunum í Norð-
oyggjum. Símin Hansen,
nevndarlimur, sigur tó, at
útvarpsbylgjurnar frá send-
aranum
á
Brúnaskarði
víðka eisini um sendinetið
á Sandoynni, so onkrar
bygdir á Sandoynni fara
eisini at hoyra Lindina við
hesum nýggja sendaranum.
Kaffistovan í svimji-
høllini í Havn hevur
ikki verið opin í ár, tí
hon ber seg ikki.
Stórur saknur er í
henni, og stjórin
hevur tí ætlanir um at
lata hana uppaftur,
men fyrst skal hon til
viðgerða í býráðnum.
Mentanarnevndin í
býráðnum fer at taka
hetta upp á fundi
mikukvøldið
SVIMJIHØLLIN
Stefan í Skorini
Síðan 11. desember hava
gestirnir í svimjihøllini í
Havn ikki havt møguleika
at vitja kaffistovuna eftir
ein túr í hylinum. Tá lat
kaffistovan aftur, tí hon bar
seg ikki.
Kaffistovan hevur tey
seinastu fimm árini verið
leigað út til privatpersónar,
sum hava rikið hana. Tey,
sum hava leigað hana
seinastu tvey árini, hava nú
valt at snara lykilin um.
Enn er eingin funnin, ið vil
fara undir at reka kaffi-
stovuna.
Heri á Lava Olsen, stjóri
í svimjihøllini, heldur, at
stórur saknur er í kaffi-
stovuni, tí at hon var ein
týdningarmikil partur av
svimjihøllini.
– Vit hava ætlarnir um at
lata uppaftur, tí saknur er í
henni, men fyrst mugu vit
bíða eftir at vita, hvat
býráðið sigur til hetta, sigur
Heri.
Bæði mentanarnevndin
og fíggjarnevndin skulu
viðgera málið um kaffi-
stovuna, men enn er ógreitt,
hvat fer at koma burturúr.
– Eg bæði vænti og vóni,
at hon skjótt kann lata
uppaftur, sigur Heri.
Heri heldur, at tað kann
vera sera torført, at fáa
kaffistovuna at bera seg, tí
tey, sum hava roynt seg,
hava veruliga gjørt nakað
fyri at fáa tað at bera til.
Tað hevur tó ikki eydnast.
Enn er ikki greitt, um bý-
ráðið fer at lata svimji-
høllini fleiri pengar at reka
kaffistovuna fyri, ella um
stjórin sjálvur skal finna
eina loysn.
Kaffistovan í svimjihøll-
ini hevur verið opin síðan
1987, men fólk koma
kanska ikki niðan í svimji-
høllina fyri at eta seg mett,
og tí er torført at fáa hana at
mala runt peningaliga.
Svangir svimjarar
Kaffistovan í svimjihøllini í
Havn hevur verið stongd
síðan 11. desember, men
stjórin sigur seg vóna og
vænta, at hon skjótt letur
uppaftur
Lindin leggur
landið undir seg
Preben Hansen, Símin Hansen og Jenis av Rana, nevndarlimir, fegnast um at sendinetið hjá
Lindini nú verður víðkað. Endaliga málið er at røkka út til alt landið
Mynd: Jens K. Vang
Nr. 24 - 3. februar 2001
7
6
Nr. 24 - 3. februar 2001
Javnaðarflokkurin mælir frá:
– Stóri munurin á
uppskotinum hjá
samgonguni og upp-
skotinum hjá Javnað-
arflokkinum er, at vit
alla tíðina vilja hyggja
eftir, um tað búskap-
arliga ber til at fremja
yvirtøkur ella ikki,
sigur Jóannes Eides-
gaard, formaður
Javnaðarfloksins
Eirikur Lindenskov
– Millum manna hevur
Javnaðarflokkurin kanska
staðið sum ein flokkur, sum
ikki hevur verið so av-
gjørdur í málinum um
framtíðarstøðu Føroya hesi
seinastu trý árini. Onkur
hevur enntá skotið okkum í
skógvarnar, at vit ta einu
løtuna hava verið nær full-
veldisætlanini hjá lands-
stýrinum, meðan vit næstu
løtuna hava verið í sam-
bandsleypinum. Men hetta
er tí, at vit hava lagt okkum
eftir at verið við í kjakinum
fyri at fáa eina breiða
semju.
Hetta sigur Jóannes Eid-
esgaard, formaður Javnað-
arfloksins, eftir at flokkurin
hóskvøldið greitt boðaði
frá, at hann var í móti
nýggju fullveldistilgongd-
ini hjá landsstýrinum, og at
hann fór at mæla veljarum
sínum til at atkvøða nei á
fólkaatkvøðuni 26. mai.
Jóannes Eidesgaard sigur
seg hava hildið, at løgmað-
ur meinti tað, tá hann tosaði
um týdningin av, at málið
varð loyst við einum breið-
um meiriluta. Kortini held-
ur hann seg nú kunna stað-
festa, at løgmaður einki
hevur meint við hetta, og
vísir á, at Fólkaflokkurin
nú liggur skerflatur fyri
Tjóðveldisflokkinum. Jó-
annes Eidesgaard vísir á, at
allir tingmenninir hjá Tjóð-
veldisflokkinum vóru til
staðar á tíðindafundinum í
Tinganesi
hóskvøldið,
meðan Anfinn Kallsberg og
Helena Dam á Neystabø
einsamøll umboðaðu sínar
flokkar. Hetta tulkar Jó-
annes Eidesgaard so, at
Tjóðveldisflokkurin hevur
vunnið hetta slagið.
– Ikki minst, tá vit sama-
nbera við tað, sum formað-
urin í tingbólkinum hjá
Fólkaflokkinum, Óli Breck-
mann, í sjónvarpinum týs-
kvøldið segði um, at tað
ikki verður talan um nakra
fólkaatkvøðu,
fyrr
enn
semja
varð
gjørd
við
stjórnina.
– Men Javnaðarflokkurin
hevur staðið á odda fyri
nógvum yvirtøkum, hví
kann flokkurin so ikki taka
undir við tí partinum av
uppskotinum, sum snýr seg
um yvirtøkurnar?
– Fyri tað fyrsta, so ber
tað als ikki til at taka undir
við einum parti av hesi ætl-
an, sigur Jóannes Eides-
gaard. Fyri tað næsta, so er
tað ein himmalvíður munur
á hesi ætlan, og so teirri,
sum
Javnaðarflokkurin
hevur skotið upp í sjálv-
stýrislógaruppskotinum.
Í uppskotinum hjá Javnað-
arflokkinum skal løgtingið
gera av, nær ávísu økini
skulu yvirtakast, men tað
skal ikki yvirtakast, fyrr
enn fíggjarligar og umsit-
ingarligar fyritreytir eru til
staðar. Jóannes Eidesgaard
vísir á, at landsstýrið hin-
vegin hevur gjørt eina yvir-
tøkuætlan, sum sigur, nær
ávísu økini skulu yvirtak-
ast,
samstundis
sum
ríkisstuðulin
eftir
eini
tíðarætlan skal minkast.
– Vit sum hava verið við í
politikki vita, at føroyski
búskapurin
so
ótrúliga
skjótt kann koma fyri bak-
køstum. Í 1992 høvdu vit
ein toskafiskiskap upp á
5.000 tons, meðan hann í
dag er omanfyri 40.000
tons – og hesi seinastu árini
er prísurin fleirfaldaður,
sigur Jóannes Eidesgaard,
við hesum vísir á, at vit
hava havt ein búskaparligan
viðvind av ókendum di-
mensiónum nú í nøkur ár.
Hann vísir á, at vit koma
fyri bakkøstum aftur, og tí
heldur hann tað vera skila-
gott við einum búskapar-
grunni at standa ímóti við.
Men hann vísir kortini á, at
tað er ikki hetta, sum er
endamálið við búskapar-
grunninum, sum landsstýr-
ið skjýtur upp.
– Høgni Hoydal segði á
fundinum hóskvøldið, at
pengarnir verða settir av
fyri at fíggja fullveldisætl-
anina. Vit kunnu jú bara
ímynda okkum, um vit
koma fyri einum búskapar-
ligum bakkasti og kanska
hava hall á fíggjarlógini t.
d. í 2004 – og at vit sam-
stundis skulu yvirtaka t. d.
løgregluna fyri 35 mió
krónur – tá brennir saman
hjá landsstýrinum, sigur Jó-
annes Eidesgaard, sum vísir
á, at stóri munurin á upp-
skotinum hjá samgonguni
og uppskotinum hjá Javn-
aðarflokkinum er, at Javn-
aðarflokkurin alla tíðina vil
hyggja eftir, um tað ber til
at gjøgnumføra ætlanina
ella ikki.
– Eru vit føru fyri at
gjøgnumføra hana, so gera
vit tað, eru vit ikki tað, ja so
mugu vit bíða til tíðirnar
verða betur, sigur Jóannes
Eidesgaard, sum leggur aft-
urat, at man ikki kann
binda seg til eina ætlan fyri
eina framtíð, sum vit ikki
kenna. Hetta heldur hann
vera ábyrgdarleyst og skila-
leyst.
Javnaðarflokkurin kann
heldur ikki undir nøkrum
umstøðum taka undir við,
at eitt løgting skal kunna
leggja arbeiðsætlanina til
rættis fyri fleiri komandi
løgting.
– Hetta er í stríð við alla
okkara demokratisku upp-
fata, og vit meta tað eisini
vera í stríð við stýrisskipan-
arlógina, at vit samtykkja
eina lóg, sum brádliga tek-
ur stýrisskipanarlógina av
ræði – stýrisskipanarlógina,
sum skuldi verið tann mest
týðandi lógin í føroyskum
politikki.
Jóannes Eidesgaard held-
ur tað eisini vera løgið, at
hendan samgongan, sum
ikki hevur megnað at
minka blokkstuðulin úr
Danmark við einari krónu,
nú skal siga Føroya fólki,
hvussu vit niðurlaga blokk-
in, og at somu fólk, sum
onga yvirtøku hava framt,
nú skulu fortelja Føroya
fólki, hvussu allar yvirtøk-
ur í framtíðini skulu fremj-
ast.
Jóannes Eidesgaard ann-
ars størsta dentin á, at
hendan ætlanin, sum nú er
løgd fram, er startskotið til
fullveldið – startskotið til at
loysa frá Danmark, og hann
vísir á, at tað serliga er her,
at Javnaðarflokkurin er
ósamdur við samgonguna.
– Vit taka ikki undir við
ætlanini at loysa frá Dan-
mark. Hóast vit vilja fara
langt á sjálvstýrisleið, so er
tað hasin grundleggjandi
munurin, at vit vilja út-
byggja sjálvstýrið innan
fyri ríkisfelagsskapin, með-
an samgongan við taka
stigið fult út.
Vil ikki loysa frá Danmark
– Vit taka ikki undir við ætl-
anini at loysa frá Danmark.
Hóast vit vilja fara langt á
sjálvstýrisleið, so er tað hasin
grundleggjandi munurin,
sigur Jóannes Eidesgaard
Fólkaatkvøðan í stríð við fólkaræði:
Uppskotið hjá lands-
stýrinum til fólkaat-
kvøðuna í mai er í
stríð við vanliga
fólkaræðisliga sið-
venju. Tað ber nevni-
lga ikki til at binda
komandi løgting til
ein ávísan politiskan
leist komandi 12 ár-
ini. Hetta eru før-
oyskir løgfrøðingar á
einum máli um
FÓLKAATKVØÐAN
John Johannessen
Bindandi fólkaatkvøðan,
sum landsstýrið ætlar at
halda 26. mai, er púra
óbindandi.
Hetta eru løgfrøðingar,
Sosialurin hevur tosað við,
púra samdir um.
– Uppskotið hjá lands-
stýrinum gevur sitandi løg-
tingi størri heimildir enn
øðrum komandi. Hetta er
beinleiðis í stríð við vanlig-
ar fólkarættarligar siðvenj-
ur bæði í Føroyum og í
okkara grannalondum, sig-
ur Bjørn á Heygum, sum
var ein av teimum fýra løg-
frøðingunum, ið gjørdu
føroysku stýrisskipanarlóg-
ina.
Royndi løgfrøðingurin,
Halgir Winther Poulsen,
hevur somu fatan, sum
Bjørn á Heygum. Hann sig-
ur, at tað ikki ber til at lóg-
geva fyri meira enn eitt
komandi løgting. Tí ber
heldur ikki til at lóggeva 12
ár fram í tíðina.
Hans Trúgvi Teirin, løg-
frøðingur var eins og Bjørn
á Heygum við til at orða
galdandi stýrisskipanarlóg
Føroya. Hann segði við Út-
varpið fyrrakvøldið, at
hann ikki metti ætlanina hjá
landsstýrinum vera í stríð
við stýrisskipanarlógina.
Men samstundis gjørdi
hann greitt, at talan ikki
kann vera um eina bindandi
fólkaatkvøðu. Hann segði,
at fólkaatkvøðan má fatast
sum ein vegleiðandi fólka-
atkvøða, sum bara er mo-
ralskt bindandi fyri kom-
andi landsstýri.
Hans Trúgvi Teirin vísti
á, at sjálvt um føroyski
veljarin tekur undir við lóg-
ini á eini fólkaatkvøðu, so
er hendan lógin ikki ørðvísi
enn aðrar lógir. Tí ein
fólkaatkvøða er ikki oman
fyri aðra lóggávu. Hetta
sama sigur Bjørn á Heyg-
um.
Sostatt kann eitt komandi
løgting, ið ikki tekur undir
við koyriætlanini fram móti
fullveldinum, taka av lóg-
ina ella broyta hana við
vanligari atkvøðgreiðslu.
Skulu hava úrslit
Sambandsflokkurin skjeyt í
1999 upp, at haldast skuldi
ein vegleiðandi fólkaat-
kvøða í Føroyum um full-
veldisspurningin. Á fólka-
atkvøðuni skuldi spyrjast,
um veljarin vildi, at lands-
stýrið tók upp samráðingar
við danir um fullveldi, ella
um hann vildi hava, at
landsstýrið tók upp sam-
ráðingar um eina nýggja
stjórnarskipan innan fyri
ríkisfelagsskapin.
Í sambandi við viðgerina av
hesum
uppskoti
gjørdi
grundlógarnevnin eitt upp-
rit til uttanlandsnevndina
um fólkaatkvøður.
Niðurstøðan hjá Kára á
Rógvi og Jóan Paula Jo-
ensen var millum annað, at
ein vegleiðandi fólkaat-
kvøða – sum allar fólkaat-
kvøður í Føroyum eru –
bindur ikki løgfrøðiliga,
men at tað neyvan er hugs-
andi, at tingið gongur ímóti
eini fólkaatkvøðu.
Uttanlandsnevndin við-
gjørdi uppritið hjá grund-
lógarnevndini. Niðurstøðan
hjá uttanlandsnevndini var,
at fólkaatkvøða ikki eigur
at verða hildin fyrr enn ein
sáttmáli fyriliggur millum
Føroya
Landsstýri
og
donsku stjórnina. Í meiri-
lutanum í uttanlandsnevnd-
ini, sum kom til hesa niður-
støðu, vóru Hergeir Niel-
sen, Jógvan við Keldu, Ják-
up Sverri Kass og Jenis av
Rana.
Skal vera bindandi
Hóast løgfrøðingar vísa á,
at fólkaatkvøðan 26. mai
ikki kann vera bindandi,
heldur Høgni Hoydal fast
um, at talan verður um eina
bindandi fólkaatkvøðu.
Høgni Hoydal sigur seg
ikki vilja koma inn á løg-
frøðisligar smálutir í upp-
skotinum, men leggur dent
á, at talan verður um eina
bindandi fólkaatkvøðu.
– Hetta er ikki ein
spurningur um løgfrøði.
Fyri meg er hetta ein spurn-
ingur, um føroyska polit-
iska skipanin virðir eina
fólkaatkvøðu. Vit hava ong-
ar ásetingar í stýrisskipan-
arlógini um fólkaatkvøðu,
men vit skjóta upp, at vit
halda eina fólkaatkvøðu, so
Føroya fólk kann hava sein-
asta orðið at siga, sigur
Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal stendur
fast við, at hóast veljarin
møguliga um nøkur ár vel-
ur Sambandsflokkin sum
størsta flokk, skal løgtingið
framhaldandi halda seg til
fullveldiskoyriætlanina hjá
landsstýrinum.
– Politiskt snýr hetta seg
um, at vit vilja hava eina
fólkaatkvøðu fyri at spyra
fólkið, um tey taka undir
við, at vit nú ganga full-
veldisleið. So kunnu løg-
frøðingar og politikarar
kjakast um hetta langt fram
í tíðina.
Høgni Hoydal heldur tað
vera púra náttúrligt fólka-
ræði,
at
fólkaatkvøðan
bindur komandi løgting 12
ár fram í tíðina. Hann held-
ur, at um lógaruppskotið er
góðtikið á fólkaatkvøðu,
má eisini fólkaatkvøða til,
fyri at taka tað av aftur.
Kunnu ikki binda løgtingið
Løgfrøðingar meta
fólkaatkvøðuna at verða
ivasama fólkaræðisliga sæð
Mynd: Jens Kristian V.