Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2007 7 tíðindi Við óvanligum dirvi forðaði Mortan Sørensen fyri, at stóri eldsbrunin á Tvøroyri fríggjakvøldið ikki endaði við eini enn størri vanlukku. Men hepnið var sanniliga eisini við honum Bragd Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið stóreldur tók seg upp í einum goymslubygningi hjá Shell á Tvøroyri frígg­ja­ kvøld­ið, kundi skaðin verið nógv­ar ferðir størri enn hann var. Men tað fekk ein djarvur bil­før­ari hjá Shell forðað fyri. Tá ið eldurin varð frá­boð­ að­ur og fólk so smátt fóru at savnast á staðnum, vóru tað mong, sum ornaði um skall­an, tá ið tey fingu at vita, at ein oljubilur við 2000 litrum av gassolju stóð inni í húsinum. Men Mortan Sørensen, sum sjálvur koyrir olju fyri Shell í Suðuroy, var knapp­ ur og fekk bjargað bilinum út, áðrenn eldurin festi í hann. Mortan sigur, at hann skul­di ikki koyra hetta kvøld­ið. Hann var kortini farin yv­ir á ferjuleguna at koyra ein tangabil í land, sum skul­di koma við Smyrli. Tá ið Mortan hevur frí, plagar hann at lata bæði lyklar til oljubilin og fjar­ stýr­ing­ina til ga­ra­sju­hurð­ ina liggja eftir við hús, tí tá hevur hann onki at brúka tey til. - Men av onkrari merk­ lig­a­ri orsøk, hevði eg bæði lykl­ar og fjarstýring uppi á mær. Eg veit ikki sjálvur, hvussu tað bar til, men so­leið­is var altso hetta eina kvøld­ið, sigur hann. Tað var eisini so heppið, at hann hevði fartelefonina uppi á sær. Men hon liggur eis­ini ofta eftir við hús, tá ið hann ikki koyrir. - Ímeðan eg standi á Kram­ba­tan­ga og bíði eftir, at Smyril skal leggja at, ring­ir fartelefonin. Tað er beig­gi mín, sum staðfestir í rørinum, at nú fór olju­ bil­ur­in. - Eg var eitt sindur ør­kym­ lað­ur, tí oljubilurin var jú ikki komin í land av Smyrli enn, so at hann longu skuldi ver­ið farin nakran veg, skilti eg púra onki av. Men so bað beiggi Mort­ an hann hyggja yvir á goym­ s­l­u bygningin. - Tað var ein skelkur, tí tá sá eg, at alt stóð í ljósum loga. Í allar evstu løtu Mortan sigur, at hann leyp inn í bilin og helt yvir til bygningin. - Eg trýsti á fjarstýringina og lukkutíð virkaði hurðin enn, so hon fór upp. Mort­an sigur, at hann tor­ di inn, hóast tað var so tjúkt í royki, at hann sá ikki eina hond fram fyri seg. Kortini tor­di hann inn, tí hann hevur havt sína dagligu gongd har lein­gi og kendi bygningin sum sín egna buksulumma. - Eg fekk trilvað meg inn í bilin og fekk starta hann. Men tá ið eg skuldi bakka út, var tað bara upp á gjøt, tí tað var so nógvur roykur. Eg sá ikki so frægt sum um at hurðin var opin ella ikki, sigur hann. Ìmeðan Mortan var in­ni, fór streymurin og við ongum streymi, virkar fjar­ stýr­da hurðin ikki. Tí var tað í allar evstu lø­tu, at hann var farin inn eft­ir bilinum. Tað eydnaðist honum so eisini at fáa bilin út og burt­ ur av vandaleið. Sjálvur er hann lítillátin og veit ikki endiliga um hann var so djarvur. Men hann er í øllum før­ um greiður yvir, at hann var ómetaliga heppin – fyrst tí at hann hevði bæði lyklar, fjarstýring og telefon uppi á sær, tí tað plagdi hann ong­an­tíð hava. Og so tí at hann lukkaðist at fáa hurð­ ina upp, í allar evstu løtu, áð­renn streymurin fór og læs­ti hurðina. - Hevði alt hetta ikki ging­ ið upp í eina hægri eind, var ong­in sum helst møguleiki at bjarga bilinum út, sigur Mort­an Sørensen. Spreinging ella ikki Spurningurin er so, hvat hev­ði hent, varð bilurin stand­an­di inni? Á Føroya Brandskúla við Áir meta tey ikki, at van­di skuldi verið fyri eini spreing­ing. - Nú á døgum eru allir slík­ir tangar úr lættmetalli og teir smelta og so brenna teir, sum øll onnur bál, utt­ an at spreingjast. - Fyrr vóru tangarnir úr stáli og tá kundi spreinging standast av slíkum og tað var ikki lukkuligt. Summi, ið hava við olju at gera, meta, at vandi kort­ ini altíð er fyri eini sprein­ ing, hóast tangarnir eru av lætt­metall. Ein teirra er Pauli Ein­ ar­s­son, sum hevur felag­ið OSR, hevur sum ar­beiðs­øki at taka upp eftir ol­ju­dálk­ in­gar. Hann sigur, at kemur ein oljutangi beinleiðis í sam­ ban­di við eld, er tað rætt, at hann smeltar. - Men verður nóg heitt rund­an­um tangan, uttan at hann kemur beinleiðis í sam­ban­di við eld, er avgjørt van­di fyri eini spreinging. - Undir øllum umstøðum hev­ði tað verið vónleyst hjá sløkkiliðsfólki at komið nær í námind av húsinum. - Og stóð oljubilurin inni í húsinum, við vanda fyri spreing­ing, er tað eisini ein spur­n­ing­ur um ikki fólkini í húsunum næst við, høvdu fingið boð um at farið úr húsunum av trygdarávum. ­Viðurkenna avrikið Á Føroya Shell sigur stjór­ in, Hák­un Djurhuus, at teir ha­va fing­ið at vita um av­rik­ ið hjá Mort­ani Sør­en­sen og slíkt við­ur­ken­na tey hjá Shell. - Um talan var um sprein­ gi­van­da ella ikki, kann í øll­um, førum staðfestast, at Mortan bjargaði einum mill­ión­a­vir­ði, tí ein slíkur tang­a­bil­ur kostar áleið hálv­ a­að­ru millión, sigur Hákun Djur­hu­us. Mortan bjargaði virðum fyri milliónir Mortan Sørensen var bæði djarvur og heppin, tá ið stóreldur herjaði í einum goymslubygningi á Tvøroyri fríggjakvøldið. Í allarevstu løtu bjagaði hann einum oljubili úr brennandi bygninginum. Ì minsta lagi bjargaði hann virðum fyri milliónaupphædd. Men vandi var eisini fyri eini spreinging, sum kundi gjørt stóran skaða Fløskudagar í Havn Miku- til leygardagin hevur TenSing kórið í KFUM og –K, Sound of Glory, fløskuinnsavnan í Tórshavn. Ungdómar fara hesar dagar in at ganga hús í hús millum klokkan 18 og 21.30. Leygardagin tó frá 14 til 19. Innsavnanin er til frama fyri konsertferð hjá Sound of Glory kring landið komandi summar. Um onkur ikki hevur fingið fløskurnar avheintaðar, ella um fólk sjálvi vilja koma við fløskum, ber til at ringja á tlf 258731. Jazz, latín og hip-hop í Yndi Yndi Fitness hevur gjørt eina tríggja mánaða avtalu við Iris, sum er yrkisdansari úr Danmark. Komandi tíðinda fer hon at undirvísa í Jazz/modern, Hip Hopp og Latino Hip Hop. Ætlanin er eisini, at hon skal undirvísa aðra staðni í Føroyum. Sum nakað nýtt fer Iris at undurvísa Hip Hop fyri dreingum. Hetta er ikki roynt fyrr, og í Yndi sigur Elsa Maria Bærentsen, stjóri, at hon er sera spent uppá, hvussu undirtøkan fyri hesum verður. Sum heild heldur Elsa Maria, at fólk nú ganga meira upp í kropsliga vælveru, enn tey áður hava gjørt, og at hetta endurspglast í áhuganum fyri teimum tiltøkunum, sum skipað verður fyri.