Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2007 7 tíðindi Við óvanligum dirvi forðaði Mortan Sørensen fyri, at stóri eldsbrunin á Tvøroyri fríggjakvøldið ikki endaði við eini enn størri vanlukku. Men hepnið var sanniliga eisini við honum Bragd Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið stóreldur tók seg upp í einum goymslubygningi hjá Shell á Tvøroyri fríggja­ kvøldið, kundi skaðin verið nógvar ferðir størri enn hann var. Men tað fekk ein djarvur bilførari hjá Shell forðað fyri. Tá ið eldurin varð fráboð­ aður og fólk so smátt fóru at savnast á staðnum, vóru tað mong, sum ornaði um skallan, tá ið tey fingu at vita, at ein oljubilur við 2000 litrum av gassolju stóð inni í húsinum. Men Mortan Sørensen, sum sjálvur koyrir olju fyri Shell í Suðuroy, var knapp­ ur og fekk bjargað bilinum út, áðrenn eldurin festi í hann. Mortan sigur, at hann skuldi ikki koyra hetta kvøldið. Hann var kortini farin yvir á ferjuleguna at koyra ein tangabil í land, sum skuldi koma við Smyrli. Tá ið Mortan hevur frí, plagar hann at lata bæði lyklar til oljubilin og fjar­ stýringina til garasjuhurð­ ina liggja eftir við hús, tí tá hevur hann onki at brúka tey til. ­ Men av onkrari merk­ ligari orsøk, hevði eg bæði lyklar og fjarstýring uppi á mær. Eg veit ikki sjálvur, hvussu tað bar til, men soleiðis var altso hetta eina kvøldið, sigur hann. Tað var eisini so heppið, at hann hevði fartelefonina uppi á sær. Men hon liggur eisini ofta eftir við hús, tá ið hann ikki koyrir. ­ Ímeðan eg standi á Krambatanga og bíði eftir, at Smyril skal leggja at, ringir fartelefonin. Tað er beiggi mín, sum staðfestir í rørinum, at nú fór olju­ bilurin. ­ Eg var eitt sindur ørkym­ laður, tí oljubilurin var jú ikki komin í land av Smyrli enn, so at hann longu skuldi verið farin nakran veg, skilti eg púra onki av. Men so bað beiggi Mort­ an hann hyggja yvir á goym­ slu bygningin. ­ Tað var ein skelkur, tí tá sá eg, at alt stóð í ljósum loga. Í allar evstu løtu Mortan sigur, at hann leyp inn í bilin og helt yvir til bygningin. ­ Eg trýsti á fjarstýringina og lukkutíð virkaði hurðin enn, so hon fór upp. Mortan sigur, at hann tor­ di inn, hóast tað var so tjúkt í royki, at hann sá ikki eina hond fram fyri seg. Kortini tordi hann inn, tí hann hevur havt sína dagligu gongd har leingi og kendi bygningin sum sín egna buksulumma. ­ Eg fekk trilvað meg inn í bilin og fekk starta hann. Men tá ið eg skuldi bakka út, var tað bara upp á gjøt, tí tað var so nógvur roykur. Eg sá ikki so frægt sum um at hurðin var opin ella ikki, sigur hann. Ìmeðan Mortan var inni, fór streymurin og við ongum streymi, virkar fjar­ stýrda hurðin ikki. Tí var tað í allar evstu løtu, at hann var farin inn eftir bilinum. Tað eydnaðist honum so eisini at fáa bilin út og burt­ ur av vandaleið. Sjálvur er hann lítillátin og veit ikki endiliga um hann var so djarvur. Men hann er í øllum før­ um greiður yvir, at hann var ómetaliga heppin – fyrst tí at hann hevði bæði lyklar, fjarstýring og telefon uppi á sær, tí tað plagdi hann ongantíð hava. Og so tí at hann lukkaðist at fáa hurð­ ina upp, í allar evstu løtu, áðrenn streymurin fór og læsti hurðina. ­ Hevði alt hetta ikki ging­ ið upp í eina hægri eind, var ongin sum helst møguleiki at bjarga bilinum út, sigur Mortan Sørensen. Spreinging ella ikki Spurningurin er so, hvat hevði hent, varð bilurin standandi inni? Á Føroya Brandskúla við Áir meta tey ikki, at vandi skuldi verið fyri eini spreinging. ­ Nú á døgum eru allir slíkir tangar úr lættmetalli og teir smelta og so brenna teir, sum øll onnur bál, utt­ an at spreingjast. ­ Fyrr vóru tangarnir úr stáli og tá kundi spreinging standast av slíkum og tað var ikki lukkuligt. Summi, ið hava við olju at gera, meta, at vandi kort­ ini altíð er fyri eini sprein­ ing, hóast tangarnir eru av lættmetall. Ein teirra er Pauli Ein­ arsson, sum hevur felagið OSR, hevur sum arbeiðsøki at taka upp eftir oljudálk­ ingar. Hann sigur, at kemur ein oljutangi beinleiðis í sam­ bandi við eld, er tað rætt, at hann smeltar. ­ Men verður nóg heitt rundanum tangan, uttan at hann kemur beinleiðis í sambandi við eld, er avgjørt vandi fyri eini spreinging. ­ Undir øllum umstøðum hevði tað verið vónleyst hjá sløkkiliðsfólki at komið nær í námind av húsinum. ­ Og stóð oljubilurin inni í húsinum, við vanda fyri spreinging, er tað eisini ein spurningur um ikki fólkini í húsunum næst við, høvdu fingið boð um at farið úr húsunum av trygdarávum. Viðurkenna avrikið Á Føroya Shell sigur stjór­ in, Hákun Djurhuus, at teir hava fingið at vita um avrik­ ið hjá Mortani Sørensen og slíkt viðurkenna tey hjá Shell. ­ Um talan var um sprein­ givanda ella ikki, kann í øllum, førum staðfestast, at Mortan bjargaði einum milliónavirði, tí ein slíkur tangabilur kostar áleið hálv­ aaðru millión, sigur Hákun Djurhuus. Mortan bjargaði virðum fyri milliónir Mortan Sørensen var bæði djarvur og heppin, tá ið stóreldur herjaði í einum goymslubygningi á Tvøroyri fríggjakvøldið. Í allarevstu løtu bjagaði hann einum oljubili úr brennandi bygninginum. Ì minsta lagi bjargaði hann virðum fyri milliónaupphædd. Men vandi var eisini fyri eini spreinging, sum kundi gjørt stóran skaða Fløskudagar í Havn Miku­ til leygardagin hevur TenSing kórið í KFUM og –K, Sound of Glory, fløskuinnsavnan í Tórshavn. Ungdómar fara hesar dagar in at ganga hús í hús millum klokkan 18 og 21.30. Leygardagin tó frá 14 til 19. Innsavnanin er til frama fyri konsertferð hjá Sound of Glory kring landið komandi summar. Um onkur ikki hevur fingið fløskurnar avheintaðar, ella um fólk sjálvi vilja koma við fløskum, ber til at ringja á tlf 258731. Jazz, latín og hip-hop í Yndi Yndi Fitness hevur gjørt eina tríggja mánaða avtalu við Iris, sum er yrkisdansari úr Danmark. Komandi tíðinda fer hon at undirvísa í Jazz/modern, Hip Hopp og Latino Hip Hop. Ætlanin er eisini, at hon skal undirvísa aðra staðni í Føroyum. Sum nakað nýtt fer Iris at undurvísa Hip Hop fyri dreingum. Hetta er ikki roynt fyrr, og í Yndi sigur Elsa Maria Bærentsen, stjóri, at hon er sera spent uppá, hvussu undirtøkan fyri hesum verður. Sum heild heldur Elsa Maria, at fólk nú ganga meira upp í kropsliga vælveru, enn tey áður hava gjørt, og at hetta endurspglast í áhuganum fyri teimum tiltøkunum, sum skipað verður fyri.