Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 6 - 9. januar 2007 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk -Djórini missa skilið á árstíðunum orsakað av tí lýggja vetrinum, og tí síggjast tindasvín á vegunum nú (danskur lívfrøðingur) Stutt sagt Bretar vitja Noreg Umleið tríggjar milliónir útlendsk ferðafólk vóru í fjør í Noregi og vitjaðu, og tað var trý prosent fleiri enn árið fyri. Eins og onnur ár vóru sviar, týsk­arar og danir best um­boðaðir millum fremm­ andu ferða­fólkini. Kort­ini minkaði talið á døn­um fýra prosent, meðan týskar­ arnir vóru átta prosent færri í tali. Harafturímóti hava bretar eftir øllum at døma fingið sær Noreg sum ferðamál. Í fjør vóru 240.000 bretsk ferðafólk í Noregi, og tað var heili 19 prosent fleiri enn í 2005. Meðan danir og týskarar sviku Noreg, sviku norð­ menn ikki Danmark og Týskland. Norsku gist­ ingarnar í Týsklandi vóru heili 10 prosent fleiri í fjør enn í 2005, og í Dan­ mark var vøksturin fýra prosent, skrivar Trans­ portøkonomisk Instutut. Heldur flatskerm Danir hava ongantíð keypt so nógvar elektroniskar vør­ur sum í fjør, og sam­ bært Politiken brúktu teir 8,2 mia. krónur til hetta slagið av brúksvørum. Tað svarar til, at hvør ein­asti dani, nýføðingur sum oldingi, brúkti 1500 krónur til elektroniskar vørur í fjør. Sjónvørp við flatskíggja vóru serliga nógv avhildin. 365.000 sjónvørp við flatskíggja fóru um skivuna í fjør, og í dag eru meiri enn 650.000 sjónvørp av tí slag­num í Danmark. Djórini snýtt Tann lýggi veturin snýtir djórini, so tey missa skil­ ið á árstíðunum. Í Dan­ mark hevur tað verið óvanliga lýtt teir sein­astu mánaðarnar, og úr­slitið sæst nú, siga lívfrøð­ing­ arnir. Eitt nú er tað ikki sjáldsamt at síggja tinda­ svín, hóast tey av røttum áttu at ligið í dvala nú. Lívfrøðingarnir vænta eisini, at fleiri sløg av summarfuglum hava mist skilið á árstíðundum, og at tað fer at síggjast aftur. útlond Í gjárkvøldið stoyttu amerikanski kavbáturin USS Newport News og eitt japanskt farmaskip saman í Arabiska Havinum Japanska reiðaríið, sum eigur farmaskipið, váttaði í nátt tilburðin, og tað sama gjørdi ein talsmaður fyri 5. amerikanska herflotan, sum hevur støð í Bahrein. - Vit hava havt ein til­ burð í nátt við einum av okkara kavbátum og einum japonskum skipi, segði kom­ mandørurin Kevin Aan­dahl. Talsmaðurin hjá Penta­ gon, Todd Vician, segði við CNN í morgun, at eingin mansskaði var, og at hvørki kavbáturin ella farmaskipið fingu stórvegis skaða. Sambært talsmanninum hjá Pentagon var saman­ stoyturin sunnan fyri Hor­ muz-sundið, sum er ímill­um Arabiska Havið og Persa­ flógvan. Hormuz-sundið hev­ur sera stóran týdning, tí umleið 20 prosent av allari olju í heiminum verður flutt ígjøgnum sundið. Hetta er ikki tann fyrsti samanstoyturin millum ein amerikanskan kavbát og eitt japanskt skip. Fyri fimm árum síðani sigldi ein amerikanskur kavbátur á eitt japanskt fiskiskip. Allir níggju umborð á japanska skipinum doyðu, og amerikanarar vóru fyri hvøssum atfinningum, tí herflotin drálaði leingi við at biðja tey avvarðandi um umbering fyri vanlukkuna. Julia Lynn Turner kann vænta sær deyðarevsing, verður hon funnin sek í at hava beint fyri unnusta sínum Randy Thompson og Glenn Tuner doyðu ávikavist í 2001 og í 1995. Teir høvdu eitt felags. Báðir høvdu livað saman við Julia Lynn Turner. Fyri tveimum árum síðani varð hon dømd fyri at hava beint fyri Glenn Turner, sum hon var gift við. Almenna frágreiðingin í 1995 var, at Glenn Turner doyði av einum hjartatilburði. Bara eina viku eftir, at hon var vorðin einkja, flutti Julia Lynn Turner saman við Randy Thompson, men øll vistu, at tey høvdu verið meiri enn væl í fleiri mánaðir. Í 2001 doyði Randy Thompson. Hildið varð, at hann var deyður av hjartaslagi, men myndug­ leikarnir gjørdu av at grava líkið av Glenn Turner upp­ aftur fyri at kanna tað av nýggjum. Læknarnir komu eftir, at bæði líkini høvdu eitt evni, sum verður brúkt í frostløði, og fyri tveimum árum síðani bleiv Julia Lynn Turner dømd fyri at hava beint fyri Randy Thompson. Hon kærdi dómin til hægri rætt. Nú er ”tann svarta einkjan”, sum hon verður rópt, eisini ákærd fyri at hava beint fyri Glenn Turner. Málið kemur fyri rættin í vikuni. Julia Lynn Turner Amerikanskur kavbátur í samanstoyti »Svarta einkjan aftur ákærd Kavbáturin USS Newport News