týsdagur 9. januar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2007
11
Viðmerking til Bills grein:
“Tvitin Sjúrður”
Bill ákærir Sjúrð Skaale
fyri at hava “snævurskygd,
myrk og niðurgerandi sjón
armið um føroyskar politik
arar”. Eg haldi, at tað tvørt
urímóti er Bill sjálvur, sum
ger seg sekan í hesum.
Hansara
snævurskygdu,
myrku og niðurgerandi orð
og metingar, um tað Sjúrður
sigur, er tíbetur framúr
væl aftursvarað av Sjúrði
sjálvum, so eg skal her bert
koma við nøkrum øðrum
viðmerkingum til Bill, sum
eg haldi eru neyðugar.
Bill leggur dent á tað
kristnu fatan, at er Gud
náðigur, og er vegleiðari
fyri okkum og okkara sam
felag. Og at tað eru hesar
vegleiðingar vit skulu taka
til okkum, og harafturat
at Bíblian er ikki ein lóg
bók. Hatta er fínt Bill. Men
hvat so við tí, sum Sjúrður
endurgevur tín floksfor
mann, Jenis, fyri at siga:
“Ætlar mann at fáa Gud
úr samfelagnum, so skal
mann fáa at vita, hvat mann
fær í staðin fyri. (...) Latið
okkum takka Gudi við at
siga, at í Føroyum skulu
skulu framvegis Guds lógir
galda”.
Guds lógir skulu galda,
sigur Jenis av Rana!
Guds vegleiðingar, sigur
Bill. Og her er ein munur!
Bill sigur eisini, at Bíblian
er ikki lógbók. Einigur,
men hon inniheldur tó
eina ørgrynni av lógum:
boðum og forboðum – út
yvir vegleiðingum. Og
Bill sigur jú, at Bíblian er
– eisini Gamla Testamenti,
sjálvandi – Guds orð.
Bíblian: lógbók og annað
Tá Gud sostatt kemur við
boðum og forboðum, altso
lógir úr Guds munni, so er
tað torført at síggja stórt
uppá hesar lógir, ikki so?
Og soleiðis eru tað eisini
nógv sum lesa Bíbliuna
– bókstavliga sum Guds
orð. Og tað sær sostatt
út til, at tað er júst hesa
fundamentalistisku áskoð
an, sum liggur aftanfyri
orðini hjá Jenisi omanfyri.
Og Bill er ósamdur ella
hvussu? Eg haldi, at tað
er Bill sum ikki tosar heilt
klárt um, hvat hann veruliga
heldur um hetta.
Bill sigur eisini, at Bíblian
er so nógv annað enn lógir
osfr., og at Halga Bók
inniheldur t.d. alla jødisku
læruna í Gamla Testamenti.
Hetta er ósatt. Gamla Testa
menti inniheldur kjarnuna í
jødisku læruni, men als ikki
alt. Mishna og Talmud, sum
eisini eru halgar skriftir hjá
jødunum eru ikki í Bíbliuni,
men hetta er helst bert
enn eitt dømi uppá Bills
“snævurskygni”. Tó haldi
eg hetta vera ein avleiðing
av hansara uppvøkstri – um
eg kann lóyva mær at døma
um hetta. Eg kundi eisini
sagt inndoktrinering, men
tað ljóðar so víðgongt. Bill
sigur seg jú hava gingið
á møti síðstu 30 árini –
alt gott um tað, men ofta,
um mann bert tekur ímóti
einari ávísari útlegging,
og sjálvur lesur í samsvari
við hesa útlegging, so er
tað torført at síggja víðari
enn hetta. Og hetta, at øll
jødiska læran er at finna í
Bíbliuni, er ein sera vanlig
kristin fatan – og altso ein
skeiv fatan!
Sjálvandi haldi eg at
fólk skulu ganga á møti
og í kirkju, men minnist
bara til, at skrifttulkararnir,
sum Bill sjálvur vísir á,
eru menn (vónandi eisini
kvinnur). Og sjálvt um
mann hevur hoyrt nógvar
týðingar og tulkingar, so
má hvør einstakur lesa
sjálvur og sjálvur meta um,
og altso royna at hugsa frítt
og sjávstøðugt. “Sola fide”
bert trúgv og “sola scrip
tura” bert skriftin skulu
vera rættisnórur, segði trú
bótarmaður okkara, Luth
er. Vitan er somuleiðis
eisini ein fortreyt fyri at
kunna meta um skriftina á
nøktandi støði. Her hugsi
eg um vitan um samfelag,
søgu, siðvenjur osfr. Eisini
– helst – ein ávís vitan
um aðrar religiónir. Hetta
í øllum førum, tá ein ger
viðmerkingar um aðrar reli
giónir, sum t.d. Bill ger.
Fólk endurtaka tað, sum
tey hoyra, og tað er ikki
løgið, men onkuntíð má
ansast eftir – serliga tá tað
sum sagt verður, verður
sagt at vera Guds orð.
Bill sigur hetta vera eina
einfalda sak: at Gamla Testa
menti er Guds orð, og má
lesast sum tað, samstundis
við at vit ikki skulu liva
eftir jødiskum lógum, sum
altso eru lógir frá Guds
munni. Eru hesar lógir tá
bert fyri jødar, og restin
av okkum kunnu liva frítt
av gleðiboðskapinum? Í
Gamla Testamenti eru jødar
Guds fólk ofta eisini nevnt
Ísrael. Í Nýggja Testamenti
eru vit onnur eisini før fyri
at vera Guds fólk, men við
serrættindum? Guds lógir
galda ikki okkum?
Hetta er alt annað enn ein
einføld søk Bill – tíverri
– , men tá mann hevur
lært nakað ávíst nóg ofta
á møti, so ljóðar tað nokk
sera einfalt, men tað ger
tað ikki rætt og satt. Sjálvt
um tað møguliga kann vera
satt.
Vit kunnu eisini stað
festa, at tað er ikki so
einfalt hjá Miðflokkinum
at fáa hesi ting at hanga
saman, tá Jenis sigur “at
Guds lógir skulu framvegis
galda í Føroyum”. Og Bill
so tosar um vegleiðingar
og gleðiboðskap – ikki lóg
ir. Jesus sigur eisini sjálv
ur, at “Inntil himmalin
og jørðin forganga, skal
ikki hin minsti bókstavur
ella eitt flindur av lógini
strikast, fyrr enn alt er
fullgjørt.”(Matt, 5,18) Og
víðari vísir hann á, at hvørt
boð skal haldast, og tekur
Fariseanna læru framm sum
gótt dømi um rættvísi.
Men Jesus er jú, sam
stundis
sum
lóglærari,
tann sum relativiseraði lóg
ina, og vísti á, at tað mest
týðandi boðið er tað dup
ulta, at elska Gud av øllum
mátti ... og at elska næstan
sum sjálvan teg. Vit kundu
eisini sagt: álit á Gud og
yvirhøvur kærleiki – ja “all
you need is love”, sum tað
mest kenda og best dámda
orkestrið í heiminum jú
sang.
Niðurstøða
Tað sum eg vil við hesum,
er ikki at gera alt torført og
torskilt, men tó vísa á, at tað
er ikki so lætt ella einfalt,
sum eitt nú Bill vil hava tað
at vera. Og júst tí kunnu
vit ikki brúka Bíbliuna
sum lógargrundarlag í sam
felagnum. Hetta vísir Sjúrð
ur eisini á í sínum svari til
Bill.
Og til Jenis, so vil eg eisini
viðmerkja – og hetta er sera
týðandi – at tað er munur á
tí, at ynskja Guds lógir at
galda í samfelagnum, og so
tað, at vilja hava Guds lógir
at vera statslógir.
Og mann má eisini spyrja,
hvørjar eru Guds lógir?
Fyrst kann sigast, at
ynskið um, at Guds “lógir”
skulu galda í samfelagnum,
kann vera meint sum tað,
at hesar “lógir” skulu vera
vegleiðandi í samfelagnum,
men í so fall, er tað illa
orðað, at lógirnar skulu
galda í samfelagnum.
Og næst, so er tað munur
á samfelagi og stati. Stat
urin er júst “stat”iskur –
støðugur, men altso (strengt
sæð) bert í lítlum løtum, tí
hann byggir á lógir, sum
verða broyttar so við og við.
Tó eru lógirnar galdandi
ikki bert sum vegleiðingar,
men júst sum lógir, sum
mann verður straffaður
fyri at bróta. Samfelagið,
harafturímóti, byggir á
óskrivaðar lógir ella reglur
ofta kallaðar normar og sið
venjur. Sjálvsagt má sam
svar vera millum óskrivaðu
og veruligu (skrivaðu) lóg
irnar, men tær óskrivaðu
lógirnar eru nógv fleiri og
boyggiligar.
Sjálvt um mann sum
kristin má síggja uppá
Guds lógir sum nakað
absolutt – harvið fast og
nógv meiri óboyggiligt enn
statslógir – so mugu hesar
“lógir” hoyra til normar og
siðvenjur, deils tí tað er
jú ikki einigheit um júst
hvørjar Guds lógir eru, og
deils tí at ikki øll eru kristin
í samfelagnum. Tey kristnu
eru so eisini kristin á sera
ymiskan hátt, sum aftur
kann førast aftur á tað sannr
oynd, at hesi ikki eru einig í
teimum kristnu “lógunum”
ella, hvørs tað yvirhøvur
finnast kristnar, Guds, lógir
ella bert vegleiðingar.
Í einum teokratii galda
júst “Guds lógir” – tulkað
av monum. Har er staturin
– ikki “bert” samfelag –
bygt á “Guds lógir”. Og eg
eri vísur í, at hetta er ikki
tað Miðflokkurin vil. Men
eg vil áheita fólk um at tosa
varliga í tílíkum dømum –
altso tá tey blanda átrúnað
upp í politikk. Ja helst ikki
blanda hesi ting saman.
Vit hoyra dagliga, hvussu
ymiskir
kraddara-bólkar
innan tað almenna krevja
meir og meir pengar til
ymisk endamál, ið fyri tað
mesta eru púra høpisleys.
Hesir bólkar kalla seg
frøðingar av ymsum slag,
men fer ein at hyggja
nærri at hesum fólkum og
teirra grundgevingum, so
er beinavegin, at ein gerst
varður við, at tað man
vera so sum so við frøðini.
Pengar verða kravdir til
at granska fyri, til heilsu
frøðiligu
starvsstovuna,
búskaparfrøðingar og løg
frøðingar krevja at verða
settir í starv á onkrum av
teimum nyttuleysu aðal
stýrunum. Hesi fólk eru
totalt uttan fyrillit og kosta
tí føroyska samfelagnum í
dýrar dómar. Hetta verður
fyri tað mesta gjørt, fyri at
fáa nakrar krónur uppá ein
lættan máta.
Sum støðan er nú, fækka
fiskimennirnir, ið skulu
metta tann alsamt vaksandi
skarðan av almennum kradd
arum, sum hvørki tykjast
vilja ella duga at breyðføða
seg sjálvan. Men hvat,
tey hava jú fiskimannin,
ið gevur teimum dagligt
breyð, so tey hugsa ikki so
nógv um, hvar pengarnir
koma frá.
Men eg kann upplýsa hvar
pengarnir koma frá. Teir koma
frá okkara fiskimonnum,
sum nýta sera nógva tið og
orku til at breyðføða fólki
her á landi. Men synd er
at siga, at fiskimenn hava
fingið takk fyri sítt stríð frá
hesum fólkum, heldur hava
tey blaka ymiskt fyri føturnar
á teimum, so fiskimaðurin
í móti sanleikanum, verða
lýstur sum tann stóri synd
arin.
Fiskimenn mugu fáa betri
umstøður at virka undir, tí
Føroyar eru sera tengdar at
fiskivinnuni. Embætisfólk
eiga ikki at nýta so nógva
orku til at leggja eftir
fiskimonnum, men heldur
hyggja við takksemi til
teirra, tí teir geva teimum
føðina hvønn dag.
Sannleikin er, um tú lík
ar tað ella ikki, so er tað
fiskimaðurin, ið er grund
arlagið undir tí føroyska
samfelagnum. Tey, ið hava
funnist mest at fiskimonn
inum, eru ofta tey, ið hava
fingið mest frá honum.
Hesi eru at meta við eina
gapandi pisu, sum tekur
móti føðini, fyri síðani at
skvøtta hana út aftur í reiðri.
Hesar pisur verða ongntíð
floygdar, men halda á fram
við at dolka okkara reiður
Føroyar.
Í samband við, at lands
stýrismaðurin í vinnu
málum fer at leggja
fram uppskot um nýggja
elveitingarlóg, hevði ÚF
fríggjakvøldi
klokkan
1800 samrøðu við for
mannin í SEV stýrinum,
Leivur Hansen og borgar
stjóran í Tórshavn, Heðin
Mortensen.
Ein av avleiðingunum
av uppskotinum er, at
SEV missur einarættin
at framleiða el og har
við minkar valdið hjá
felagsskapinum munandi.
Hetta kundi Leivur og
Heðin ikki góðtaka og
einki undarligt í tí, tað
er menniskjaligt at verja
sítt vald.
Tað
áhugaverda
og
nýggja sum kom fram í
samrøðunum var, at báðir
vóru á einum málið um,
at um SEV skal missa
einarættin og valdið til
netið, so átti landsstýris
maðurin at farið víðari
og ikki steðgað her við
eini hálvari loysn, men
heldur ognartikið alt netið
hjá SEV og endurrinda
komununum fyri gjørdar
íløgur.
Leivur Hansen segði
soleiðis: “Er tað ein
landsuppgáva, so eigur
landið at ganga skrittið
fult út, sum man sigur, og
yvirtaka tað sum vit kalla
fyri netuppgávuna.”
Heðin Mortensen segði
soleiðis:
“...hvis
man
vil yvirtaka tað [netið],
so skal man taka tað, eg
hoyrdi formannin eisini,
í SEV, so skal man yvir
taka alt sum er og so
útgjalda tað gjaldið sum
skal til komunurnar, sum
komunurnar hava lagt í
hvør sær.”
Hetta eru greið boð og
hetta átti at verið søtir
tónar fyri teir politikarar
sum rópa harðast um ein
skiljing, tí hetta er møgu
leikin at einskilja netið
hjá SEV.
Margaret
Thatcher
legði lunnar undir einskilj
ingartilgongdina í Bret
landi og hevur hennara
einskiljingar politikkur
verið ein fyrimynd fyri
nógv evropeisk lond. Tá
Thatcher einskildi eindir,
ið ikki vóru reint almennar,
eitt nú íognarfeløg, sjálv
eigandi stovnar ella har
tað almenna átti part í, so
ognartók hon fyrst eind
ina, fyri síðani skjótast
gjørligt, at selja hana til
privatar íleggjarar.
Tað sum nú skal gerast
er, at ganga í sporinum
hjá Thatcher og ognartaka
netið hjá SEV, samstundis
sum ein einskiljing verð
ur framd. Við hesum
leisti, kann peningurin av
søluni fara beint til fyrr
verandi eigarirnar sum
fult endurgjald fyri ognar
tøkuna. Tá Leivur Hansen,
sum tann persónurin í SEV
við hægsta myndugleika
og
Heðin
Mortensen
umboðandi størsta eig
ara,
beinleiðis
mæla
landsstýrismanninum til
at “ganga skritti fult út”
tá átti landsstýrismaðurin
ikki at latið henda søguliga
møguleikan fari afturvið
borðinum.
Tað verður eingin trupul
leiki at fáa íleggjarir, teir
fara at standa í kø og
verður hetta bert ein spurn
ingur um hvør bjóðar
hægst. Úrslitið verður
eitt einskilt net í einum
sjálvstøðugum privatum
felag, samstundis sum
núverandi eigarar, komun
urnar, fáa ein risa kekk í
postinum.
Sjálvandi er hetta ikki
eitt lítið mál og eru tað
nógv ymisk viðurskifti, ið
skulu viðgerast, men um
viljin er har, so BER TAÐ
TIL, tað hevur Baronessa
Thatcher prógvað.
Fiskimaðurin fyllir í tær gapandi
pisurnar, sum forlanga
Jan
Højgaard
lesandi
Gunnar
Isfeld
Bill Justinussens “sjúrðartáttur” og teokrati
Søgulig semja
um einskiljing av
netinum hjá SEV
løgf.
Heðin Dánials
son Poulsen
viðmerkingar