Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2007 11 Viðmerking til Bills grein: “Tvitin Sjúrður” Bill ákærir Sjúrð Skaale fyri at hava “snævurskygd, myrk og niðurgerandi sjón­ armið um føroyskar politik­ arar”. Eg haldi, at tað tvørt­ urímóti er Bill sjálvur, sum ger seg sekan í hesum. Hansara snævurskygdu, myrku og niðurgerandi orð og metingar, um tað Sjúrður sigur, er tíbetur framúr væl aftursvarað av Sjúrði sjálvum, so eg skal her bert koma við nøkrum øðrum viðmerkingum til Bill, sum eg haldi eru neyðugar. Bill leggur dent á tað kristnu fatan, at er Gud náðigur, og er vegleiðari fyri okkum og okkara sam­ felag. Og at tað eru hesar vegleiðingar vit skulu taka til okkum, og harafturat at Bíblian er ikki ein lóg­ bók. Hatta er fínt Bill. Men hvat so við tí, sum Sjúrður endurgevur tín floksfor­ mann, Jenis, fyri at siga: “Ætlar mann at fáa Gud úr samfelagnum, so skal mann fáa at vita, hvat mann fær í staðin fyri. (...) Latið okkum takka Gudi við at siga, at í Føroyum skulu skulu framvegis Guds lógir galda”. Guds lógir skulu galda, sigur Jenis av Rana! Guds vegleiðingar, sigur Bill. Og her er ein munur! Bill sigur eisini, at Bíblian er ikki lógbók. Einigur, men hon inniheldur tó eina ørgrynni av lógum: boðum og forboðum – út yvir vegleiðingum. Og Bill sigur jú, at Bíblian er – eisini Gamla Testamenti, sjálvandi – Guds orð. Bíblian: lógbók og annað Tá Gud sostatt kemur við boðum og forboðum, altso lógir úr Guds munni, so er tað torført at síggja stórt uppá hesar lógir, ikki so? Og soleiðis eru tað eisini nógv sum lesa Bíbliuna – bókstavliga sum Guds orð. Og tað sær sostatt út til, at tað er júst hesa fundamentalistisku áskoð­ an, sum liggur aftanfyri orðini hjá Jenisi omanfyri. Og Bill er ósamdur ella hvussu? Eg haldi, at tað er Bill sum ikki tosar heilt klárt um, hvat hann veruliga heldur um hetta. Bill sigur eisini, at Bíblian er so nógv annað enn lógir osfr., og at Halga Bók inniheldur t.d. alla jødisku læruna í Gamla Testamenti. Hetta er ósatt. Gamla Testa­ menti inniheldur kjarnuna í jødisku læruni, men als ikki alt. Mishna og Talmud, sum eisini eru halgar skriftir hjá jødunum eru ikki í Bíbliuni, men hetta er helst bert enn eitt dømi uppá Bills “snævurskygni”. Tó haldi eg hetta vera ein avleiðing av hansara uppvøkstri – um eg kann lóyva mær at døma um hetta. Eg kundi eisini sagt inndoktrinering, men tað ljóðar so víðgongt. Bill sigur seg jú hava gingið á møti síðstu 30 árini – alt gott um tað, men ofta, um mann bert tekur ímóti einari ávísari útlegging, og sjálvur lesur í samsvari við hesa útlegging, so er tað torført at síggja víðari enn hetta. Og hetta, at øll jødiska læran er at finna í Bíbliuni, er ein sera vanlig kristin fatan – og altso ein skeiv fatan! Sjálvandi haldi eg at fólk skulu ganga á møti og í kirkju, men minnist bara til, at skrifttulkararnir, sum Bill sjálvur vísir á, eru menn (vónandi eisini kvinnur). Og sjálvt um mann hevur hoyrt nógvar týðingar og tulkingar, so má hvør einstakur lesa sjálvur og sjálvur meta um, og altso royna at hugsa frítt og sjávstøðugt. “Sola fide” bert trúgv og “sola scrip­ tura” bert skriftin skulu vera rættisnórur, segði trú­ bótarmaður okkara, Luth­ er. Vitan er somuleiðis eisini ein fortreyt fyri at kunna meta um skriftina á nøktandi støði. Her hugsi eg um vitan um samfelag, søgu, siðvenjur osfr. Eisini – helst – ein ávís vitan um aðrar religiónir. Hetta í øllum førum, tá ein ger viðmerkingar um aðrar reli­ giónir, sum t.d. Bill ger. Fólk endurtaka tað, sum tey hoyra, og tað er ikki løgið, men onkuntíð má ansast eftir – serliga tá tað sum sagt verður, verður sagt at vera Guds orð. Bill sigur hetta vera eina einfalda sak: at Gamla Testa­ menti er Guds orð, og má lesast sum tað, samstundis við at vit ikki skulu liva eftir jødiskum lógum, sum altso eru lógir frá Guds munni. Eru hesar lógir tá bert fyri jødar, og restin av okkum kunnu liva frítt av gleðiboðskapinum? Í Gamla Testamenti eru jødar Guds fólk ofta eisini nevnt Ísrael. Í Nýggja Testamenti eru vit onnur eisini før fyri at vera Guds fólk, men við serrættindum? Guds lógir galda ikki okkum? Hetta er alt annað enn ein einføld søk Bill – tíverri – , men tá mann hevur lært nakað ávíst nóg ofta á møti, so ljóðar tað nokk sera einfalt, men tað ger tað ikki rætt og satt. Sjálvt um tað møguliga kann vera satt. Vit kunnu eisini stað­ festa, at tað er ikki so einfalt hjá Miðflokkinum at fáa hesi ting at hanga saman, tá Jenis sigur “at Guds lógir skulu framvegis galda í Føroyum”. Og Bill so tosar um vegleiðingar og gleðiboðskap – ikki lóg­ ir. Jesus sigur eisini sjálv­ ur, at “Inntil himmalin og jørðin forganga, skal ikki hin minsti bókstavur ella eitt flindur av lógini strikast, fyrr enn alt er fullgjørt.”(Matt, 5,18) Og víðari vísir hann á, at hvørt boð skal haldast, og tekur Fariseanna læru framm sum gótt dømi um rættvísi. Men Jesus er jú, sam­ stundis sum lóglærari, tann sum relativiseraði lóg­ ina, og vísti á, at tað mest týðandi boðið er tað dup­ ulta, at elska Gud av øllum mátti ... og at elska næstan sum sjálvan teg. Vit kundu eisini sagt: álit á Gud og yvirhøvur kærleiki – ja “all you need is love”, sum tað mest kenda og best dámda orkestrið í heiminum jú sang. Niðurstøða Tað sum eg vil við hesum, er ikki at gera alt torført og torskilt, men tó vísa á, at tað er ikki so lætt ella einfalt, sum eitt nú Bill vil hava tað at vera. Og júst tí kunnu vit ikki brúka Bíbliuna sum lógargrundarlag í sam­ felagnum. Hetta vísir Sjúrð­ ur eisini á í sínum svari til Bill. Og til Jenis, so vil eg eisini viðmerkja – og hetta er sera týðandi – at tað er munur á tí, at ynskja Guds lógir at galda í samfelagnum, og so tað, at vilja hava Guds lógir at vera statslógir. Og mann má eisini spyrja, hvørjar eru Guds lógir? Fyrst kann sigast, at ynskið um, at Guds “lógir” skulu galda í samfelagnum, kann vera meint sum tað, at hesar “lógir” skulu vera vegleiðandi í samfelagnum, men í so fall, er tað illa orðað, at lógirnar skulu galda í samfelagnum. Og næst, so er tað munur á samfelagi og stati. Stat­ urin er júst “stat”iskur – støðugur, men altso (strengt sæð) bert í lítlum løtum, tí hann byggir á lógir, sum verða broyttar so við og við. Tó eru lógirnar galdandi ikki bert sum vegleiðingar, men júst sum lógir, sum mann verður straffaður fyri at bróta. Samfelagið, harafturímóti, byggir á óskrivaðar lógir ella reglur ofta kallaðar normar og sið­ venjur. Sjálvsagt má sam­ svar vera millum óskrivaðu og veruligu (skrivaðu) lóg­ irnar, men tær óskrivaðu lógirnar eru nógv fleiri og boyggiligar. Sjálvt um mann sum kristin má síggja uppá Guds lógir sum nakað absolutt – harvið fast og nógv meiri óboyggiligt enn statslógir – so mugu hesar “lógir” hoyra til normar og siðvenjur, deils tí tað er jú ikki einigheit um júst hvørjar Guds lógir eru, og deils tí at ikki øll eru kristin í samfelagnum. Tey kristnu eru so eisini kristin á sera ymiskan hátt, sum aftur kann førast aftur á tað sannr­ oynd, at hesi ikki eru einig í teimum kristnu “lógunum” ella, hvørs tað yvirhøvur finnast kristnar, Guds, lógir ella bert vegleiðingar. Í einum teokratii galda júst “Guds lógir” – tulkað av monum. Har er staturin – ikki “bert” samfelag – bygt á “Guds lógir”. Og eg eri vísur í, at hetta er ikki tað Miðflokkurin vil. Men eg vil áheita fólk um at tosa varliga í tílíkum dømum – altso tá tey blanda átrúnað upp í politikk. Ja helst ikki blanda hesi ting saman. Vit hoyra dagliga, hvussu ymiskir kraddara­bólkar innan tað almenna krevja meir og meir pengar til ymisk endamál, ið fyri tað mesta eru púra høpisleys. Hesir bólkar kalla seg frøðingar av ymsum slag, men fer ein at hyggja nærri at hesum fólkum og teirra grundgevingum, so er beinavegin, at ein gerst varður við, at tað man vera so sum so við frøðini. Pengar verða kravdir til at granska fyri, til heilsu­ frøðiligu starvsstovuna, búskaparfrøðingar og løg­ frøðingar krevja at verða settir í starv á onkrum av teimum nyttuleysu aðal­ stýrunum. Hesi fólk eru totalt uttan fyrillit og kosta tí føroyska samfelagnum í dýrar dómar. Hetta verður fyri tað mesta gjørt, fyri at fáa nakrar krónur uppá ein lættan máta. Sum støðan er nú, fækka fiskimennirnir, ið skulu metta tann alsamt vaksandi skarðan av almennum kradd­ arum, sum hvørki tykjast vilja ella duga at breyðføða seg sjálvan. Men hvat, tey hava jú fiskimannin, ið gevur teimum dagligt breyð, so tey hugsa ikki so nógv um, hvar pengarnir koma frá. Men eg kann upplýsa hvar pengarnir koma frá. Teir koma frá okkara fiskimonnum, sum nýta sera nógva tið og orku til at breyðføða fólki her á landi. Men synd er at siga, at fiskimenn hava fingið takk fyri sítt stríð frá hesum fólkum, heldur hava tey blaka ymiskt fyri føturnar á teimum, so fiskimaðurin í móti sanleikanum, verða lýstur sum tann stóri synd­ arin. Fiskimenn mugu fáa betri umstøður at virka undir, tí Føroyar eru sera tengdar at fiskivinnuni. Embætisfólk eiga ikki at nýta so nógva orku til at leggja eftir fiskimonnum, men heldur hyggja við takksemi til teirra, tí teir geva teimum føðina hvønn dag. Sannleikin er, um tú lík­ ar tað ella ikki, so er tað fiskimaðurin, ið er grund­ arlagið undir tí føroyska samfelagnum. Tey, ið hava funnist mest at fiskimonn­ inum, eru ofta tey, ið hava fingið mest frá honum. Hesi eru at meta við eina gapandi pisu, sum tekur móti føðini, fyri síðani at skvøtta hana út aftur í reiðri. Hesar pisur verða ongntíð floygdar, men halda á fram við at dolka okkara reiður Føroyar. Í samband við, at lands­ stýrismaðurin í vinnu­ málum fer at leggja fram uppskot um nýggja elveitingarlóg, hevði ÚF fríggjakvøldi klokkan 1800 samrøðu við for­ mannin í SEV stýrinum, Leivur Hansen og borgar­ stjóran í Tórshavn, Heðin Mortensen. Ein av avleiðingunum av uppskotinum er, at SEV missur einarættin at framleiða el og har­ við minkar valdið hjá felagsskapinum munandi. Hetta kundi Leivur og Heðin ikki góðtaka og einki undarligt í tí, tað er menniskjaligt at verja sítt vald. Tað áhugaverda og nýggja sum kom fram í samrøðunum var, at báðir vóru á einum málið um, at um SEV skal missa einarættin og valdið til netið, so átti landsstýris­ maðurin at farið víðari og ikki steðgað her við eini hálvari loysn, men heldur ognartikið alt netið hjá SEV og endurrinda komununum fyri gjørdar íløgur. Leivur Hansen segði soleiðis: “Er tað ein landsuppgáva, so eigur landið at ganga skrittið fult út, sum man sigur, og yvirtaka tað sum vit kalla fyri netuppgávuna.” Heðin Mortensen segði soleiðis: “...hvis man vil yvirtaka tað [netið], so skal man taka tað, eg hoyrdi formannin eisini, í SEV, so skal man yvir­ taka alt sum er og so útgjalda tað gjaldið sum skal til komunurnar, sum komunurnar hava lagt í hvør sær.” Hetta eru greið boð og hetta átti at verið søtir tónar fyri teir politikarar sum rópa harðast um ein­ skiljing, tí hetta er møgu­ leikin at einskilja netið hjá SEV. Margaret Thatcher legði lunnar undir einskilj­ ingartilgongdina í Bret­ landi og hevur hennara einskiljingar politikkur verið ein fyrimynd fyri nógv evropeisk lond. Tá Thatcher einskildi eindir, ið ikki vóru reint almennar, eitt nú íognarfeløg, sjálv­ eigandi stovnar ella har tað almenna átti part í, so ognartók hon fyrst eind­ ina, fyri síðani skjótast gjørligt, at selja hana til privatar íleggjarar. Tað sum nú skal gerast er, at ganga í sporinum hjá Thatcher og ognartaka netið hjá SEV, samstundis sum ein einskiljing verð­ ur framd. Við hesum leisti, kann peningurin av søluni fara beint til fyrr­ verandi eigarirnar sum fult endurgjald fyri ognar­ tøkuna. Tá Leivur Hansen, sum tann persónurin í SEV við hægsta myndugleika og Heðin Mortensen umboðandi størsta eig­ ara, beinleiðis mæla landsstýrismanninum til at “ganga skritti fult út” tá átti landsstýrismaðurin ikki at latið henda søguliga møguleikan fari afturvið borðinum. Tað verður eingin trupul­ leiki at fáa íleggjarir, teir fara at standa í kø og verður hetta bert ein spurn­ ingur um hvør bjóðar hægst. Úrslitið verður eitt einskilt net í einum sjálvstøðugum privatum felag, samstundis sum núverandi eigarar, komun­ urnar, fáa ein risa kekk í postinum. Sjálvandi er hetta ikki eitt lítið mál og eru tað nógv ymisk viðurskifti, ið skulu viðgerast, men um viljin er har, so BER TAÐ TIL, tað hevur Baronessa Thatcher prógvað. Fiskimaðurin fyllir í tær gapandi pisurnar, sum forlanga Jan HøJgaard lesandi gunnar Isfeld Bill Justinussens “sjúrðartáttur” og teokrati Søgulig semja um einskiljing av netinum hjá SEV løgf. HeðIn dánIals­ son Poulsen viðmerkingar