týsdagur 9. januar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 6 - 9. januar 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Pápi okkara farin er
Pápi okkara farin er,
ringt tað er at skilja,
eftir vit nú sita her,
ei skilja Faðirs vilja.
Harri ver tú okkum hjá,
til vit pápa aftur sjá.
Pápi okkara góður var,
var trúfastur sum fáur,
ei hann spurdi hvør og hvar,
øllum gav hann gávur.
Svárt tað er at missa teg,
ei vit skilja Harrans veg.
Inn til okkum sorgin kom,
tað neit so fast í hjartað,
alt var so óskiljandi,
hendan morgun svarta.
Lív mítt fór ein annan veg,
pápi mín eg elski teg.
Pápi og mamma vóru eitt,
annað kann ei fara,
tey hvønn annan hava leitt,
gjøgnum lívið harða.
Eftir situr mamma nú,
pápi í himli festi búð.
Gráturin seg treingir á,
kemur sum ein alda.
Harrin hjálpa okkum má
her vit ikki valda.
Í hjarta føldist sorg so stór,
tá pápi heim til Harran fór.
A.H.
Hans Edvard Høghamar
Í januar eru 30 ár liðin síðan
heimskendi amerikanski
country- og gospelsangarin
Pat Boone saman við familju
vitjaði í Føroyum í 1977.
Saman
við
svenska
gospelbólkinum “Samuel
sons” hevði Pat Boone
tvær væl vitjaðar konsertir í
Ítróttarhøllini á Nabb.
Pat Boone, ið tá var tá 42
ára gamal, sang mest anda
ligar sangir, umframt at hann
eisini framførdi nakar av
sínum gomlu slagarum.
Tá hann var í Føroyum
í 1977, hevði hann selt
tilsamans 45 milliónir
grammofonplátur, og fyri
tað hevði hann fingið 13
single-gullplátur og 7 lp-
gullplátur.
Pat Boone er í dag 72 ára
gamal. Hann var føddur 1.
juni 1934 í Jacksonville í
Forida.
Fyri 30 árum síðan:
Pat Boone
á Nabb
Pat Boone og konan Shirley og tvær døtur teirra á konsert í Ítróttarhøllini á Nabb. Tey eiga
annars fýra døtur: Cherry, Lindy, Debby og Laury
Pat Boone
Pat Boone er í dag 72 ára gamal. Hann var føddur 1.
juni 1934 í Jacksonville í Forida
Kelda: Myndaárbókin
- árið ið fór 1977
Lesið Sosialin - so eru tit við