Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. januar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2007 13 Dávur Jóhan Niclassen fer til gravar úr Sørvágs kirkju mikudagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Dávur Jóhan, kunnu lata eina peningagávu; konta í Eik. Kistan við Mainhard Danielsen, Nes, vanliga nevndur Mainhard uppi í Forna, fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum í dag kl. 17 heim í Fríðrikskirkjuna. Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni mikudagin 10. januar klokkan 13. Halldis Eade (Id), fødd Jensen, ættað úr Leynum, búsitandi í Liss í Onglandi, andaðist í heiminum 5. januar, 62 ára gomul. Jarðarferðin verður kunn­ gjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæri maður, pápi,verpápi, abbi og langabbi okkara Thorbjørn Hermansen Tvøroyri andaðist og varð jarðaður. Takk til Jónsvein Bech, prest, organist, klokkara, sangarar og berarar. Takk fyri blómur, kransar, uppringingar og gávu til Tvøroyrar kirkju og til øll, ið fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Oddvør, Herjálvur, Sunneva og Finnbjørn Dagurin 10. januar. Páll einabúgvi, deyður ár 341. Livdi eini 90 ár í egyptisku oyðimørkini og gjørdist 113 ára gamal. Sigst at hava verið fyrsti kristni einbúgvi og skírdur halgi­ menni. Navnið Páll er komið av latínskum Paulus (tann lítli) Triðja jóladag bleiv Evald 50 ár og vilja vit ynskja honum hjartaliga tillukku við degnum. Evald er ættaður úr Øravík, men nú búðsitandi í Hoyvík, hann er giftur við Jean ið er hálvur føroyingur og hálv fraklendingur, og saman eiga tey børnini Vanju og Høgna. Nú nógv verður skrivað um ítrótt, og ársins ítróttarfólk, so kunnu vit ikki lata vera við at nevna at Evald, sjálvt um hann er náddur 50 ár, framvegis er „still going strong“. Fyri nøkrum árum síðani var hann á Oyggjaleikunum í triathlon, hevur tvær ferðir súkkla Sjælland runt, verið í Fredericia í triathlon, svomið 5 ferðir um Nólsoyarfjørð har hann hevur vunnið nakrar ferðir, um Tvøroyrarfjørð, og nógvar aðrar kappingar. Alt hetta bert innan fyri tey síðstu 10 árini, tí kapp­ ingarsúkklu keypti hann sær ikki fyri enn hann fylti 40 ár, so tað kann sigast at tað ongantíð er ov seint at byrja at íðka ítrótt. Enn einaferð hjartaliga tillukku, og vónandi heldur tú fram nógv ár framyvir.   Heilsan nakrir vinir Eftir tíggju ár í stjóra­ sessinum gevst Niels Juul Nattestad nú sum stjóri í Venj­ingar­ skúlanum ARBEIÐSLÍV Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo 31. mars verður seinasti dag­ur hjá Niels Juul Natte­ stad sum skúlastjóri í Venjingarskúlanum. Sein­ astu tíggju árini hevur hann virkað sum stjóri í einum av landsins størstu skúlum. – Tá eg fór í starv sum skúlastjóri avgjørdi eg, at eg skuldi taka tíggju ár í sessinum, og tað er nú ein avgerð sum nú verður førd út í lívið, sigur Niels Juul Nattestad. Áðrenn Niels Juul Natte­ stad tók við stjórasessinum var hann varaskúlastjóri í 16 ár. Hann hevur sostatt staðið á odda fyri Venjingarskúlanum í ein mansaldur, men 1. apríl verður tað onkur annar enn Niels Juul Nattestad, sum verður stjóri. Niels Juul Nattestad, ella “Natte” sum hann oftast verð­ur róptur, verður tá 61 ára gamal. Hann hevur enn ikki avgjørt, hvat hann fer at takast við, tá hann gevst sum stjóri, men vissar tó fyri, at hann ikki kemur at keða seg. Niels Nattestad leggur frá sær Ein heilsan til Evald Rasmussen á 50 ára degnum 27. des. 2006