týsdagur 9. januar 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2007
13
Dávur Jóhan Niclassen fer til gravar úr Sørvágs
kirkju mikudagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast
Dávur Jóhan, kunnu lata eina peningagávu; konta
í Eik.
Kistan við Mainhard Danielsen, Nes, vanliga
nevndur Mainhard uppi í Forna, fer úr
kapellinum á Landssjúkrahúsinum í dag kl. 17
heim í Fríðrikskirkjuna. Jarðarferðin verður úr
Fríðrikskirkjuni mikudagin 10. januar klokkan 13.
Halldis Eade (Id), fødd Jensen, ættað úr Leynum,
búsitandi í Liss í Onglandi, andaðist í heiminum
5. januar, 62 ára gomul. Jarðarferðin verður kunn
gjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá kæri maður, pápi,verpápi, abbi og
langabbi okkara
Thorbjørn Hermansen
Tvøroyri
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Jónsvein Bech, prest, organist,
klokkara, sangarar og berarar.
Takk fyri blómur, kransar, uppringingar og gávu
til Tvøroyrar kirkju og til øll, ið fylgdu honum til
hansara síðsta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Oddvør, Herjálvur, Sunneva og Finnbjørn
Dagurin
10. januar. Páll einabúgvi, deyður ár 341. Livdi eini 90
ár í egyptisku oyðimørkini og gjørdist 113 ára gamal.
Sigst at hava verið fyrsti kristni einbúgvi og skírdur halgi
menni. Navnið Páll er komið av latínskum Paulus (tann
lítli)
Triðja jóladag bleiv Evald
50 ár og vilja vit ynskja
honum hjartaliga tillukku
við degnum.
Evald er ættaður úr Øravík,
men nú búðsitandi í Hoyvík,
hann er giftur við Jean ið er
hálvur føroyingur og hálv
fraklendingur, og saman
eiga tey børnini Vanju og
Høgna.
Nú nógv verður skrivað um
ítrótt, og ársins ítróttarfólk,
so kunnu vit ikki lata vera
við at nevna at Evald, sjálvt
um hann er náddur 50 ár,
framvegis er „still going
strong“.
Fyri nøkrum árum síðani
var hann á Oyggjaleikunum
í triathlon, hevur tvær ferðir
súkkla Sjælland runt, verið í
Fredericia í triathlon, svomið
5 ferðir um Nólsoyarfjørð har
hann hevur vunnið nakrar
ferðir, um Tvøroyrarfjørð,
og nógvar aðrar kappingar.
Alt hetta bert innan fyri
tey síðstu 10 árini, tí kapp
ingarsúkklu keypti hann sær
ikki fyri enn hann fylti 40
ár, so tað kann sigast at tað
ongantíð er ov seint at byrja
at íðka ítrótt.
Enn einaferð hjartaliga
tillukku, og vónandi heldur
tú fram nógv ár framyvir.
Heilsan nakrir vinir
Eftir tíggju ár í stjóra
sessinum gevst Niels
Juul Nattestad nú
sum stjóri í Venjingar
skúlanum
ARBEIÐSLÍV
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
31. mars verður seinasti
dagur hjá Niels Juul Natte
stad sum skúlastjóri í
Venjingarskúlanum. Sein
astu tíggju árini hevur hann
virkað sum stjóri í einum av
landsins størstu skúlum.
– Tá eg fór í starv sum
skúlastjóri avgjørdi eg, at
eg skuldi taka tíggju ár í
sessinum, og tað er nú ein
avgerð sum nú verður førd
út í lívið, sigur Niels Juul
Nattestad.
Áðrenn Niels Juul Natte
stad tók við stjórasessinum
var hann varaskúlastjóri í 16
ár. Hann hevur sostatt staðið á
odda fyri Venjingarskúlanum
í ein mansaldur, men 1. apríl
verður tað onkur annar enn
Niels Juul Nattestad, sum
verður stjóri.
Niels Juul Nattestad, ella
“Natte” sum hann oftast
verður róptur, verður tá 61
ára gamal. Hann hevur enn
ikki avgjørt, hvat hann fer
at takast við, tá hann gevst
sum stjóri, men vissar tó
fyri, at hann ikki kemur at
keða seg.
Niels Nattestad leggur frá sær
Ein heilsan til Evald Rasmussen
á 50 ára degnum 27. des. 2006